Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. apríl 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 FÓTBÓLTUR 2009 Á Argjum fáa fleiri ungir spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, møguleikan at vísa, at teir nú eru førir fyri at verja AB í fremstu røð Fyrstu ferðina gekk tað ikki, tá ið argjamenn royndu seg í bestu deild­ ini. Liðið flutti niður aftur eftir fyrsta árið í fremstu røð, men tó er tað ikki rætt at siga, at royndin mis­ eydn aðist. Í fjør spældi AB seg aftur til pláss í bestu deildini. Nógvir ung ir spælarar vóru á liðnum, og teir hava tikið seg væl fram. Fyrsta partin av kappingini hiln­ aðist tað ikki væl, tá ið mest stóð á. Venjarin, Allan Mørkøre, helt tó fram at vísa ungu monnunum álit. Hann gav teimum møguleikan at vísa, hvør stiril var í teimum, og tá ið kappingin var liðug, hevði AB tryggj að sær uppflyting í bestu deild ina. Nú verður takið at halda tørn um plássið í fremstu røð. John Petersen og Allan Mørkøre hava ábyrgdina, og harvið kann ikki annað sigast, enn at teir báðir á beinkinum vita, hvat tað snýr seg um inni á vøllin­ um. Miðalaldurin á liðnum er 21,5 ár. Í 20 manna hópinum eru átta ungir spælarar, sum eru uppvaksnir í AB. Aðrir føroyskir spælarar hava spælt meiri og minni í fremstu røð fyri onnur feløg, og so eru onkrir út ­ lend ingar. Millum teir, sum eru uppvaksnir í AB, og sum tað verður roknað nógv við, eru 19 ára gamli álopsrættaði vongspælarin Dion Splidt og 17 ára gamli vinstrabeinti verjuspælarin Alex Mellemgaard. Tann, sum hevur flestu royndirnar í fremstu deildini, man vera 27 ára gamli Janus M. Joensen, sum hevur verið við til at vinna fýra FM heiti við HB. 27 ára gamli Kenneth Jacob­ sen hevur verið við til at vinna FM við B36, og millum hinar, sum hava roynt seg í fremstu røð, eru verju­ spælarin Høgni M. Joensen, og fram rættaðu John Hansen, Rasmus Nielsen og Thomas Hans Rubeksen. Aftur í ár verður miðvallarin Evrard Ble royndasti útlendski spælarin. Tað kann fara at vísa seg at hava stóran týdning, hvussu tveir aðrir útlendingar – walisiski verju­ spælarin Liam Killa og miðvallarin Tehe Aristide av Fílabeinsstrondini – fara at standa seg. Tað verður gingið upp í tað við lív og sál á Argjum. Arbeitt verður við at betra um umstøðurnar hjá áskoðarunum, sum taka dyggiliga á við AB, og so fæst at síggja, um tað í hesum umfarinum fer at eydnast at halda tørn um plássið í fremstu røð. Tað verður nú, at ungu menninir fáa møguleika at vísa, at teir í fót­ bóltshøpi eru menn! Argja Bóltfelag Postrúm 2058 FO-165 Argir www.ab.fo STOVNAÐ 15. august 1973 FORMAÐUR Andrass Drangastein MEISTARI: Ongantíð (besta úrslit nr. 9 í fremstu deildini) STEYPAVINNARI: Ongantíð GREIPUVINNAR: Ongantíð Í BESTU DEILDINI (2 ár) 2007, 2009- Í EUROPA: Ongantíð MÁLVERJAR Heðin Terji Stenberg Danny Rasmussen VERJA Tehe Aristide Janus M. Joensen (Áður spælt við HB) Teitur Jóannesarsson Rói Danielsen Jónas Stenberg Høgni M. Joensen (HB) Alex Mellemgaard MIÐVØLLUR Evrard Ble John Hansen (B36) Dion Splidt Rasmus Nielsen Liam Killa Jobin Schrøter Drangastein Kenneth Jacobsen (B36) Tummas Justinussen ÁLOP Nikolai Lindholm Eriksen Thomas Hans L. Rubeksen (HB, B36) Dánial Rói Olsen TILGONGD Tehe Aristide John Hansen, B36 Liam Killa Nikolai Lindholm Eriksen VENJARI John Petersen HJÁLPARVENJARI Allan Mørkøre MÁLMANSVENJARI Sámal Paulason Hópurin hjá AB: Unglingar skulu vísa seg sum menn Einasta upphaldið hjá AB í fremstu deildini var í fyrraárið, tá liðið endaði næstaftast. Nú verður roynt av nýggjum, og málið er bíta seg fast í Vodafone-deildina Mynd: Álvur Haraldsen