hósdagur 2. apríl 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2009 35
Andrass Drangastein er
við árunum blivin ein
alsamt ídnari AB-ari.
Gamli EB-spælarin og
róðrarmaðurin úr
Haldórsvík, er nú
vorðin formaður í AB
Formaðurin
í Argja
Bóltfelag,
Andrass Drangastein er ættaður úr
Haldórsvík, og konan, Mami er ætt
að av Nesi í Hvalba. Seinastu 20
árini hava tey búð í Reynstúni, tætt
við fótbóltsvøllin á Argjum. Nú er
son urin, Jobin partur av 1. liðshóp
inum hjá AB, og eru tey sostatt enn
eitt dømi um tilflytarar, sum við áru
num eru blivnir sannir argjafrensar.
Andrass spældi sum ungur við
EB, men á unglingaárum fór hann
at rógva kapp, og valdi hann Hal
dórs víkar Kappróðrarfelag framum
fót bóltin. Bróðir Mami, Róðin
Schrøt er var ein av grundstuðlunum
hjá Royn í sínari tíð, so formans
hjúnini í Reynstúni 3 eru væl kend
við ítrótt.
Dóttirin vakti áhugan
Ein av fyrstu dystunum Andrass sá
besta liðið hjá AB spæla var júst
ímóti Royn, har svágurin Róðin var
á liðnum:
– Eg minnist talan var um ein
dyst í steypakappingini. Dysturin
var spældur har suðuri, og eg minn
ist AB tapti 90 ella 100. Og eg
tonkti við mær sjálvum, hvat hetta
var fyri eitt lið, sigur Andrass flenn
andi.
AB var seinasta fjórðingin av 20.
øld í triðbestu deildini og gjørdi ikki
tær stóru skreytirnar á tí før oyska
fótbóltspallinum. Sanni áhug in fyri
AB byrjaði ikki hjá Andrassi, fyrr
enn dótturin, Jutta fór at spæla fót
bólt.
– Eg ferðaðist runt landið við
liðnum hjá henni, og eg bleiv bara
meir og meir bitin av fót bólt inum
og felagslívinum í AB.
Andrass hevur annars á sinni
verið nevnd ar limur í kappróðrar
felag num í Hal dórsvík, og eftir tað
lovaði hann, at hann skuldi ong
antíð í nevnd aftur. Men hann bleiv
alsamt meiri góður við AB, og tað
førdi til, at hann kom uppí stuðla
felagið hjá AB. Við tíðini fekk
Andrass eitt gott samstarv við
Tórálv Stenberg, sála, sum í mong
ár var ímyndin av Argja Bóltfelag,
og gjørdist teir góðir vinmenn og
samstarvsfelagar innan AB.
– Tá Tór álvur fór í gongd, var AB
í botninum, og hann fekk felagið
upp á ovastu rók, sigur Andrass um
gamla vin mann sín.
Stuðlafelagið bleiv stovn að í
2001, og tá satsaði nevndin veruliga
at setta gongd á verk ætlanina um
at fáa AB fram í fremstu røð. Hetta
skuldi gerast við at fáa fleiri spæl
arar og fleiri pengar til felagið.
Fyrsta stóra stigið var tikið, tá AB
kom upp í næstbestu deildina í
2003, og á heysti í 2006 varð tann
stóri málsetningurin rokk in, tá
felagið kom upp í bestu fót bólts
deildina.
Dýrur læripeningur
Andrass minnist tað tiltikna miku
kvøldið á heysti í 2006, tá upp flyt
ingin upp í bestu mansdeildina var
vunnin. Talan var um ein heimadyst
ímóti FS Vágum.
– Eg sigi sum er, at eg táraði av
gleði hetta kvøldið, tað var ein
ótrúlig rúgva av argjafólki, sum
vóru møtt upp til hesa søguligu
løtuna. Tá klemmaðu vit allir hvønn
annan, vit sum høvdu stríðst fyri
hesum, greiður Andrass kensluborin
frá.
AB bleiv eina góða, men dýra
roynd ríkari við at spæla í bestu
mansdeildini kappingarárið í 2007.
Felagið hevur lært at satsa meir
upp á spælarar, sum eru aldir upp í
felagnum.
Andrass vil ikki siga nak að ilt um
liðið, sum royndi seg í 2007, men
hann kennir á sær, at hópurin í
2009 hevur eitt størri hjart að fyri
heimstaðnum, og at tað ger mun
inni á vøllinum. Andrass er eisini
fegin um, at teir hava skipað «FC
Argir«, har ein nevnd er sett til,
burturav at taka sær av voda fone
liðnum. Og við drúgvu royndunum,
sum venjaraparið Allan Mørkøre og
John Petersen hava, trýr Andrass
uppá, at tað fer at bera til at røkka,
ið hvussu er 8. plássinum, og AB fer
tá fyri fyrstu ferð í søgu felagsins at
spæla tvey kappingarár á rað í
bestu mansdeildini. Og tá er søga
aftur skrivað á Argjum.
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Víkarmaðurin er ein
funnin frensur hjá AB
Metingin
Royndirnar eru ikki tær, sum viga mest á Argjum. Hvørki
millum spæl ararnar ella venjararnar. Tí er væl hugsandi,
at fyrstu umførini av lands kappingini fáa ovur honds
stóran týdning fyri, hvussu samlaða avrikið vignast. Lítil
ivi er tó um, at tað verður kring niður flytingar strikuna, at
AB fer at stríðast
Tað eru longu fleiri
ár síðani, at Andrass
Drangastein gjørdi
av, at nevndararbeiði
ikki var nakað fyri seg.
Støður eru tó til fyri
at broyta, og nú er
víkarmaðurin tann, sum
stjórnar argjafrensunum
í royndini at seta
klørnar fastar í føroyska
fótbóltsoddin
Mynd: Álvur Haraldsen