fríggjadagur 3. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 66 - 3. apríl 2009
Tórshavnar kommuna
Leiðari til Dagrøktina
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara at
arbeiða 40 tímar um vikuna, at byrja 1.juni
2009 ella eftir nærri avtalu.
Dagrøktin er normerað til 70 børn í aldrinum
0 til 3 ár. 24 dagrøktarar og tveir økispeda-
gogar starvast í dagrøktini.
Høvuðsuppgávur:
• Hevur fakligu og starvsfólkaligu ábyrgdina
um hendi
• Fyriskipar skeið og eftirútbúgving fyri
dagrøktarar
• Ger tíðarhóskandi reglur fyri skipanina, sum
skulu endurskoðast við jøvnum millumbilum
• Hevur eftirlit við fíggjarætlanini og at lógir
og reglur verða hildnar
• Verður partur av einum netbólki, sum
kommunan skipar fyri millum dagstovna-
leiðarnar
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin pedagogur og hevur leiðslu-
royndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og
taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi
í eini dagrøktarskipan
• hevur góð evni at umstilla teg
í einum broytiligum umhvørvi
• sært møguleikar fram um
vansar
• hevur evni og áræði at ganga
nýggjar leiðir
• kanst virka í góðum samstarvi við
dagrøktarar og eggja teimum at menna
tænastustøðið
• virkar sum »sparringspartnari« hjá starvs-
fólkunum
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og
uttanhýsis
• er køn/ur í teldu
• hevur lætt við at orða teg munnliga og
skrivliga á føroyskum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýs-
ingum um útbúgving skal vera Tórshavnar
kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi
í seinasta lagi mikudagin 22. apríl 2009.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Katrina
Petersen, deildarleiðara, ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 10.
Ergo/fysioterapeutur og
heilsurøktari til eldraøkið
[endurlýsing]
Í samstarvi við Nærverkið og Tórshavnar kommunu verður
farið undir verkætlan at samskipa og menna tilboðini til
eldri heimabúgvandi borgarar og tey, sum búgva á
eldrabústovnum í Tórshavnar kommunu.
Lýst verður eftir:
• Ergo/fysioterapeuti við tilvísing til Tjarnargarð
á lønarbrøki 1.0
• Heilsurøktara við tilvísing til Lágargarð
á lønarbrøki 0,5
Endamálið við verkætlanini er at gagnnýta tilfeingið av
terapeutum, sum arbeiða á røktarheimunum og skipa
soleiðis fyri, er flest møgulig eldri borgararheimabúgvandi
og tey, sum búgva á røktarheimi, fáa gagn av venjingar-
tilboðunum, sum eru í Tórshavnar kommunu.
Hetta verður gjørt soleiðis, at teir 6 ergo-/fysioterapeutar-
nir og heilsurøktari sum eru settir við høvuðsuppgávuni at
venja eldri fólk arbeiða í toymi, undirvísa røktarstarvsfólk,
vegleiða í nýtslu av hjálpartólum og at skjalfesta árinini av
venjingini.
Førleikar hjá ergo/fysioterapeuti:
• Er útbúgvin ergo-ella fysioterapeutur
• Hevur royndir innan eldraøkið
• Kann tilrættisleggja og fremja venjingarætlanir
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Kann undirvísa starvsfólki innan arbeiðsrørslur
• Kann vegleiða um hjálpartól
Førleikar hjá heilsurøktara:
• Er útbúgvin heilsurøktari
• Hevur royndir innan eldraøkið
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Vit bjóða tær:
• Eitt dynamiskt og fleksibult arbeiðsumhvørvi við
nógvum avbjóðingum og menningarmøguleikum
• At vera við til at bróta upp úr nýggjum, og soleiðis
hava møguleika at seta títt persónliga fingramerki
á toymið og avrik tess
Starvs- og setanarviðurskifti
Eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmála-
ráðið. Tú kemur at starvast í ergo-/fysioterapiini á Lágargarði
og Tjarnargarði og heima hjá borgarunum.
Meiri fæst at vita
Meiri fæst at vita um størvini og verkætlanina við at venda
sær til Marjun Poulsen, leiðandi fysioterapeutur, á telefon
31 76 88.
Umsókn
Skrivlig umsókn við neyðugum prógvi og møguligum viðmæli
skal sendast til Lágargarð, Stoffalág 84, Postsmoga 1188,
F0-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 20. apríl 2009.
Tórshavnar kommuna