fríggjadagur 3. apríl 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2009
7
tíðindi
Tá ið Kári á Rógvi í gjár
vardi phd ritgerð sína, var
tað fyrsta ferðin yvirhøvur,
at ein føroyingur gjørdist
doktari í lóg
PHD VERJA Í REYKJAVÍK
Jóannes Hansen
Í skránni stóð skrivað, at tað
skuldi ganga fyri seg í há tíðar sali
num í høvuðs bygn ing inum í
Háskúla Ís lands, og har vóru eini
hálvt hundrað fólk savnað seinna
partin hósdagin, og har var tað
hátíðarligt. Stolta íslendska Fróð
skap ar setrið hevði 1. oktober í
fjør havt lógskúla í hundrað ár, og
millum áhoyrarnar til phd verjuna
hjá Kára á Rógvi vóru fleiri av
væl út búnu starvsfólkunum, sum
Kári trý ára skeiðið 20052008
arbeiddi saman við, tá ið hann við
fíggjar ligum stuðli frá útlendsku
olju feløgunum BP og Amerada
Hess var í Reykja vík. Hesi árini
undirvísti Kári bæði í Reykjavík
og á Akur eyri, og sam starvs
felagar hjá honum í hesum báð
um plássunum vóru mill um
áhoyraraskarðan, ið eisini taldi
nakrar før oy ing ar, sum í øðrum
ørindum vóru staddir í Reykjavík
í gjár.
Stívliga tveir tímar eftir, at Kári
fór undir verjuna av WestNordic
Constitutional Judicial Review –
A Com pa ra tive Study of Scan di
nav ian Judi ci al Re view and Judi
c ial Rea son ing, boðaði Róbert R.
Spanó, professari á lóg deild ini á
Háskóla Íslands frá, at Kári av
Rógvi hevði stað ið royndina, og
at hann tískil nú er doktari í lóg.
Hetta var søguligt, tí hetta var
fyrsta ferðin yvirhøvur, at ein
føroyingur er vorðin doktari í lóg.
Kári var rørdur, tá ið hann takkaði
fyri. Serliga konuni, ið var eftir
heima í Føroyum við syn unum
báðum og for eldru num Sunnuvu
og Eyð uni á Rógvi, sum undir
verj uni sótu millum tey frems tu,
og eftir lokið verk háls fevndu
sonin og ynsktu honum tillukku.
Tað kendist sum stórur lætti og
fagn að ur, at tað nú var komið
hag ar til, at Kári hevði fingið
staðfest formligu viður kenn ingina
fyri lokið stríð og fína og livandi
verju.
Gamaní vórðu røður ikki hildn
ar av myndugleikunum í landi og
býi, men kortini kendist tað sum
um, at løtan var stór!
Millum áhoyrararnar var eisini
Jóan Pauli Joensen, rekt ari á
Fróðskaparsetri Før oya, ið er
arbeiðsgevi hjá Kára, sum fyri
ikki so langari tíð síðani varð
settur at vera fyrsti lektari í lóg á
Fróðskaparsetri
Føroya.
Jóan
Pauli Joensen og Kári ar beiddu í
síni
tíð
nógv
sam an
í
grundlógarnevndini og stjórnar
skipan ar nevnd ini, har Kári á
Rógvi fyrst var skrivari og seinni
næst formaður.
Í roynd og veru var tað í
sambandi við arbeiðið í grund
lógarnevndini, at áhug in fyri
hesum
evninum
av
álvara
kveiktist. Eftir at eg hevði lokið
løgfrøðiligt em bætisprógv í Keyp
manna havn, las eg eitt skifti
Master of Laws í Aberdeen. Bæði
undir lestrinum í Keyp mannahavn
og í Aber deen, tá ið eg var við til
at skriva bók, sum snúði seg um
løgfrøðisliga lýsing av før oyskari
vinnulóggávu, hevði eg størstan
áhuga fyri vinnu ni og løgfrøði,
sum hevði við vinnuna at gera,
men tá ið eg gjørdist skrivari í
grundlógarnevndini, vaks áhugin
fyri hesum, og nógvu tey seinastu
árini havi eg í løgfrøðini fyri tað
mesta fingist við hetta, greið ir
Kári á Rógvi frá.
Tað var meðan hann var skrivari
í grund lógar nevnd ini, at Kári á
Rógvi í 2000 saman við øðrum
fór undir útgávu av Lógarriti, har
á huga verdar greinar um før oyska
løgfrøði hava verið at sæð.
Tørvurin á lógarritinum var
og er stórur. Føroyar hava altíð
verið egið løg dømi við egnum
lógum og dóm um. Talið av lógum,
dóm um og avgerðum, ið bert hava
gildi í Føroyum, er stórt. Og nú
eru lógir, ið bert eru skrivaðar á
før oysk um. Trupulleikar og óvis
sa standast av, at hvørki lýsi ng av
mannagongdum
alla
ástøðilig
viðgerð fer fram innan føroyska
lóg. Tí er tað neyðugt, at almennar
avgerðir eiga at koma á prent, tí
tær hava týdning, um vit til fulnar
skulu skilja rættar støðuna. Í flestu
lóg um eru spurningar um tulk ing,
sum kunnu avgerðast á ymsan
hátt. Bert við at kenna avgerðir
serliga frá kærunevndum og dóm
stólum kunnu vit til fulnar siga,
hvør
rættarstøðan
er,
er
sjónarmiðið hjá Kára á Rógvi og
øðrum løg frøð ing um.
Tað var hetta, sum var upp run in
til lógarritið, og tað er hetta, sum
skundaði
undir arbeiðið
við
ritgerðini, sum Kári vardi í gjár,
og sum heilt víst fer at síggjast
aft ur í framtíðini. Ritgerðin snýr
seg um sammeting av lóg og rætti
í Íslandi, Noregi og Danmark
saman við Før oy um og Grønlandi,
sum søguliga hava so nógv í felag
á hesum økjum í søgu, politikki
og út búgv ingar liga.
Lóg er lóg, og lóg skal haldast,
plagar at verða tikið til, men tað
kann sam bært arbeiðnum hjá
Kára á Rógvi við ritgerðini verða
lagt aftrat, at tað skal vald ast,
hvussu lóg skal haldast. Eitt er
sjálvur lógartekst ur in, og hvussu
hann verður vi g aður og lagaður
sammett við, hvussu normar og
fata nir í samfeløgunum eru og
broytast, og eitt annað er tað,
hvussu eitt nú altjóða ásetingar og
dómar ávirka, hvussu tað verður
vigað og dømt, t. d. europeiski
manna rætt indar dóm stólur in
og
altjóða manna rætt ind ar sáttmálin
hjá ST.
Tað vóru teir báðir, í s lend
ingurin Guðmundur Al freðs son,
sum nú er pro fessari á lærda
háskúlanum á Akureyri og í
Strasbourg,
og
norðmaðurin
Eivind Smith, sum er professari
við lærda háskúlan í Oslo, sum
vóru opponentar. Báðir eru teir
kendir og virdir inn an hetta økið,
sum rit gerð in hjá Kára á Rógvi
snúði seg um.
Dreymurin og veruleikin
Tað var longu í fjør, at Kári á
Rógvi, ið hevur havt Eirik
Tómasson, professara á lógar
deild ini á Háskúla Ís lands sum
høvuðs veg leiða ra, var liðugur við
rit gerðina. Seinastu mánað ir nar
hevur Kári verið í hál v tíð arstarvi
á Fróð skapar setri num, samstundis
sum hann er tingmaður.
Á Fróðskaparsetrinum hev ur
Kári saman við øðr um í fleiri ár
undirvíst í grund skeiði í lóg, og
tað er hann eisini nú í holtur við:
Áhugin fyri at útbúgva seg í
føroyskari løgfrøði er ógvu liga
stórur.
Tað
sæst
aftur
í
umsøkjaratalinum. Mill um teirra,
sum
arbeiða
við
føroyskum
samfelags viður skiftum,
kennist
tørv u rin vera stórur fyri at fáa
stør ri innlit í løgfrøðislig viður
skifti, sum serliga hava við
Føroyar og før oy ingar at gera. Eitt
nú er hetta galdandi fyri tey í
um sitingini, innan almenna fyri
siting, fyri pen inga stovn ar nar,
sjálvstøðug
vinnu rek an di
og
sjálvandi ei si ni fyri tey, sum lesa
á Fróð skaparsetrinum. Tað er í
heilum, at tey, sum hava lokið
grundskeiðið ella eru í holtur við
tað, fregnast og spyrja, nær vit
fara undir master í lóg, og tað
kemur eisini ofta fyri, at tey, sum
eru undir juralestri uttan lands
spyrja, nær møguleiki fer at verða
fyri at taka vakfak í Føroyum.
Avtala er undirskrivað um hetta
mill um Fróðskaparsetrið og lærda
háskúlan í Keyp manna havn. Í
løtuni er játtan ar trotið orsøkin til,
at hesi tilboðini ikki eru veru leiki.
Tað er harmuligt, men eg vóni og
rokni við, at tað fara at verða betri
vánir fyri lestri av hesum slagnum.
Áhugin vísir, at tað er brúk fyri tí,
staðfestir Kári á Rógvi, doktari í
løgfrøði.
Tá ið tosið dettur inn á gransk
ingina, er tað talan um føroyskt
lendi, sum so at siga er ódyrkað:
Hesin parturin av sam felags
lívinum
hevur
ikki
verið
í
hondunum á før oy ing um. Danir
hava umsitið dóms valdið. Nógvar
út skiftingar hava verið, og har við
hava fyritreytirnar fyri at savna
og skipa dómar og aðrar avgerðir
ikki verið góðar. Men tað hava
verið undantøk, og í tí sam
bandinum eigur at verða víst á
framúr verkið hjá E. A. Bjørk,
sála, sum granskaði í og skrivaði
um før oyskan bygdarætt, og á tað,
sum
løgtingsmaðurin
og
løgfrøðingurin, Poul Peter sen,
sáli skrivaði, vísir Kári á Rógvi
á.
Á teimum báðu síðstu reglunum
í 222 síðu stóru rit gerðini sigur
Kári á Rógvi, at hann vónar, at
tað í framtíðini fer at bera til at
sam starva við íslendingar eitt nú
um at nýta ástøðið, sum hann
hevur ment at brúka í kanningini
av ítøki lig um sakarmálum. Tað
kenn ist eina sovorna løtu upp lagt
og sum avbjóðing, ið kann fara at
vísa seg at fáa stóran týdning.
Kári skrivaði søgu í Reykjavík