fríggjadagur 3. apríl 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2009
3
Føroya Handilsskúli á Kambsdali | Dalsvegur 1 | FO-530 Fuglafjørður
Tel. +298 444900 | Faks 444901 | www.fhk.fo | fhk@skulin.fo
Um skúlan:
Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali eru vit 400 næmingar og 40 starvsfólk. Vit fyriskipa og taka FHS og HH
útbúgvingarnar, fjarlestur, ítróttarbreyt, akademimerkonom og skeið. Vit stremba til eina og hvørja tíð eftir at
virði skúlans dygd, opinleiki, virðing og framfýsni eyðkenna alt virksemi skúlans.
at undirvísa á HH og FHS frá 1. august 2009. Hevur
umsøkjari útbúgving, sum nøktar fleiri lærugreinir, kann
talan gerast um fast starv. Samanlagt er talan um átta
fulltíðarstørv.
Lærarastørv (5 fulltíðarstørv)
Altjóða búskapur B, Dekoratión C, Enskt C, Føroyskt A/C, Marknaðarsamskifti
C, Marknaðarførsla C, Samfelagslæra C, Sálarfrøði C, Støddfrøði B/C,
Sølubúskapur B, Vinnulívsrættur C, Virkisbúskapur A/B
Avloysarastørv (3 fulltíðarstørv)
Danskt A, Enskt A/B, Føroyskt A/C
Arbeiðsuppgávur
· undirvísa í viðkomandi lærugreinum
· leggja til rættis undirvísingargongdir
· luttaka í toymisarbeiði
· vera við í ráðlegging skúlans
· luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú
· hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri
útbúgving saman við serfrøðingavitan til lærugreinir á A- og B-stigi.
· hevur viðkomandi útbúgving á bachelor-stigi ella aðra hægri
útbúgving saman við serfrøðingavitan til lærugreinir á C-stigi.
· hevur áhuga í undirvísing
· dugir væl at samstarva og samskifta
· vilt vera við at menna skúlan
· ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Vit kunnu m.a. bjóða
· eitt fakligt mennandi umhvørvi
· eftirútbúgvingarmøguleikar
· góðar arbeiðsumstøður
· ein spennandi og lívligan gerandisdag
Løn
Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærarafelag Handilsskúlans
og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og sendast til Føroya Handils-
skúla á Kambsdali, Dalsvegur 1, 530 Fuglafjørður. Umsóknirnar skulu vera
skúlanum í hendi í seinasta lagi 17. apríl 2009. Nærri upplýsingar um størvini
fáast við at venda sær til Páll Isholm, deildarstjóra, á telefon 444900/219930
ella pall.isholm@skulin.fo
VASTI
LÆRARUM
Føroya Handilsskúli á
Kambsdali søkir eftir
Postsmoga 110 . Kambsdalur . Tel 407 000 . Faks 407 001 . www.kj.fo
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til KJ Hydraulik
PF. Fíggjarleiðarin skal hava ábyrgd av
fíggjarligu viðurskiftum felagsins og tískil
syrgja fyri góðum yvirliti og rapportering yvir
rakstur og fíggjarstøðu fyri, saman við leiðslu,
til eina og hvørja tíð at hava fingurin á
pulsinum og møguleika til í góðari tíð at gera
tillagingar. Eisini hevur fíggjarleiðarin um
hendi leiðslu av umsiting , sum pt. er
samansett av bókhaldara, tveimum
skrivstovufólkum og einum næmingi.
Førleikakrøv
Rætta fólki til starvið:
• er útbúgvin Cand. Merc, HD, merkonom
ella líknandi
• hevur góð samstarvsevni og evni at
arbeiða sjálvstøðugt
• hevur royndir frá privata ella almenna
arbeiðsmarknaðinum innan fíggjarvirksemi
• hevur hollan kunnleika til føroyskt, danskt
og enskt mál, bæði í skrivt og talu
Arbeiðsplássið er á høvuðsskrivstovu
felagsins á Kambsdali.
Løn og setanartreytir
Miðað verður ímóti at seta starvið 1. mai
2009, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýs-
ingar fáast við at venda sær til Ólav Asafsson
Olsen á tel 588817, ella á telduposti
oao@kj.fo.
Umsóknir saman við prógvum, C.V. og
øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 14. apríl 2009. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til:
KJ Hydraulik PF
att: Ólavur Asafsson Olsen
535 Kambsdalur
Ella við neyðugum fylgiskjølum til teldupost
oao@kj.fo
Fíggjarleiðari til KJ Hydraulik PF
KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin,
alivinnuídnaðin á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnua. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska
økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastur til útlendskar marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands,
Grønlands, Danmarkar og Noregs. Í løtuni starvast 55 fólk hjá KJ Hydraulik.
Maria Poulsen Búnýti
BRENNIR TÚ FYRI KOPPUM,
GRÝTUM OG KANNUM?
– SO HAVA VIT STARVIÐ
Maria Poulsen Búnýti søkir eftir ein um
starvs fólki vegna barnsburðarfar loyvi. Vit
sóknast eftir einum dugnaligum starvs -
fólki, ið hevur áræði og eina vinarliga at-
ferð. Rætta starvsfólkið kennir týdningin
av at veita eina góða tænastu til kundar
okkara, og skal kunna taka ábyrgd og
klára at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er til fyrimuns, um tú hevur royndir
frá handli ella líknandi ella hevur eina við-
kom andi útbúgving. Starvssetan er frá 1.
juni 2009.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Súsannu á Dul, leiðara, á telefon
312 001.
Skrivlig umsókn saman við próvskjølum,
CV o.ø. skal vera okkum í hendi 20. apríl
2009 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast
til:
MARIA POULSEN BÚNÝTI
Tórsgøta 10
Postboks 182
110 Tórshavn
Tel 312 001
|
Fax 314 657
|
bunyti@mariapoulsen.fo
BRENNIR TÚ FYRI KOPPUM,
GRÝTUM OG KANNUM?
– SO HAVA VIT STARVIÐ
Maria Poulsen Búnýti søkir eftir ein um
starvs fólki vegna barnsburðarfar loyvi. Vit
sóknast eftir einum dugnaligum starvs -
fólki, ið hevur áræði og eina vinarliga at-
ferð. Rætta starvsfólkið kennir týdningin
av at veita eina góða tænastu til kundar
okkara, og skal kunna taka ábyrgd og
klára at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er til fyrimuns, um tú hevur royndir
frá handli ella líknandi ella hevur eina við-
kom andi útbúgving. Starvssetan er frá 1.
juni 2009.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Súsannu á Dul, leiðara, á telefon
312 001.
Skrivlig umsókn saman við próvskjølum,
CV o.ø. skal vera okkum í hendi 20. apríl
2009 kl. 12.00. Umsóknin skal sendast
til:
MARIA POULSEN BÚNÝTI
Tórsgøta 10
Postboks 182
110 Tórshavn
Tel 312 001
|
Fax 314 657
|
bunyti@mariapoulsen.fo