Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 66 - 3. apríl 2009 Eina heila skúlastovu ynskti frískúlin í Havn, sum liggur á Velbastað, tá Barbara Chrisophersen, foreldur, ringdi til útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun Skúli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo - Tað skulu nógvir næmingar koma inn í skúlan afturat í august, og tá fara vit at mangla eina stovu, so tað vit kundu hugsað okkum var eina skúlastovu. Ein skúr, pavillion ella okkurt annað, vit fáa sett upp við skúlan, har umleið 20 næmingar og 2 lærarar fáa verið, segði Barbara Christophersen við morgunsendingina hjá Kringvarpinum. Seinni í morgun greiddi hon útvarpinum hjá Kringvarpinum frá, at ongin bjóðaði eini tílík høli fram. - Tað gekk, sum eg hevði væntað, vit fingu onki, sum vit kundu nýta. Tað var bara ein, sum ringdi, og tað var ov lítið til eina skúlastovu, staðfesti hon. Men tey eru ikki fallin heilt í fátt á frískúlanum. - Um vit ikki fáa fatur á eini í Føroyum, so mugu vit av landinum at lána ella keypa, segði Barbara Chrisphersen. Orsøkin til, at tey nú hava ein bráfeingistørv á einum skúla, er at hin skúlin, ið skuldi byggjast, ikki verður liðugur, tá nýggir næminga skulu koma inn. - Tað tekur longri tíð, enn mann hevur væntað, og tí verður hann ikki klárur fyri skúlabyrjan í ár, staðfesti Barbara Christophersen og legði afturat, at tey sjálvandi fara at halda fram at leita eftir eini skúlastovu. Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgarð verða kanska noyddar at vera uttandura við næmingunum í frískúlanum í Havn Ynsktu skúla á morgunmarknaði Føroyskur ungdómur tyk ist hava fingið nokk av landsins leiðslu og tess rað­ fest ing um. Tí savna tey kreftirnar til stórt mót mælis tiltak á Vagli num í Havn í dag klokk an 16 MótMæli Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Undir heitinum »Ungdómur – størsta útflutningsvøra føroy inga?« fara lesandi á Setri num, vinstravendu politisku ungmanna feløg- ini, Føroya Ungdómsráð, um framt fleiri onnur stuðuls feløg at mótmæla skeivu gongdini nú klokkan 16 seinnapartin. Tey lesandi á Fróð ska p- ar setrinum greiða soleiðis frá, um hví tey hava valt at taka hetta stig. - Við hesum vilja vit vísa okkara ónøgd við førda politikk in á útbúgv ing ar- økinum í Føroyum. - Vit mótmæla, at sam- gong an svíkur lyftini í sam- gongu skjalinum um at rað- festa útbúgving og gransk- ing í Føroyum. - Vit mótmæla, at Søgu og Samfelagsdeildin á Fróð skap arsetrinum skal ken na sviðan av hesum, hóast mong vilja lesa har. - Vit mótmæla, at sam- gongan gongur ímóti øllum lyftum, ið allir flokkar góvu við seinasta val um, at Fróð skaparsetrið skuldi menn ast til altjóða uni ver- si tet. - Vit mótmæla, at politiska skipanin er við at gera føroyska ungdómin til størstu útflutningsvøru føroy inga, við ikki at rað- festa útbúgving hægri. Eftir mótmælistiltakið á Vag l inum, har fjølbroytt skrá er, verður boðið til kaffi í Posthúskjallaranum. Seinni skipar Føroya Ung dómsráð fyri pall borðs- fundi í Posthúskjallaranum, undir heitinum »Ungdómur – størsta útflutningsvøra før oy inga?« Fáa stuðul úr øllum ættum Sera nógv ungmannafeløg, áhuga feløg og fakfeløg hava víst teirra samhuga, og stuðla tiltakinum. Stuðlar nir eru (tá blaðið fór til prentingar): Starvsmannafelagið, Peda gog felagið, Akademi- ka raf elagið, Lista fólka sam- band Føroya (LISA), Yrkis- felag Studentaskúla- og HF-lærara, Meginfelag Før oy ska Studenta, Kvinnu- felagið í Havn, Føroya Ung dóms ráð, Unga Tjóð- veld ið, Unga Sjálvstýrið og Ung fyri Miðflokkin, um framt at fleiri leggjast aftur at, sum tíðin líður. Viðmerkjast skal, at Fólka floks ungdómur, HUXA, og Unga Samband hava boðað frá, at tey ikki vil ja stuðla mótmælis til- taki num. Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn Telefon 34 34 34 Telefaks 34 34 35 spekt@spekt.fo www.spekt.fo P/F Atlantic Pelagic, Klaksvík søkir bókhaldara/skrivstovufólk at byrja sum skjótast ella í seinasta lagi 1. juni 2009. Talan er í fyrstu atløgu um eitt hálvtíðarstarv. Starvið Starvið fevnir um: • umsiting • bókhald • aðrar vanligar skrivstovu- uppgávur Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv. Umsøkjarin Umsøkjarin skal: • kunna arbeiða sjálvstøðugt • hava góð samstarvsevni • hava bókhaldsroyndir • hava kunnleika til umsitingar- arbeiði • kunna samskifta á enskum í skrift og talu Fyrimunur er, um viðkomandi hevur kunnleika til bókhalds- skipanina Navision. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Arbeiðstíð Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri fl ekstíð. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til: SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f, stílað: Árni Ellefsen Postsmoga 3258 110 Tórshavn. Umsóknin skal verða SPEKT í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2009. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen á telefon 233484 ella Hjalta Hvítklett á telefon 233482. Eisini ber til at venda sær til Pól Huus Sólstein, stjóra í P/F Atlantic Pelagic, á telefon 221458. P/F Atlantic Pelagic er eitt sølufelag, sum hevur til endamáls at selja uppisjóvarfi sk, herundir allar vørur hjá M/S Norðborg. Felagið heldur til í Klaksvík saman við reiðarínum hjá M/S Christian í Grótinum og M/S Norðborg v.fl . Ungdómurin bítur frá sær Nýggjur skutari bíliga til sølu Kymco Super 8 5/125. Árg. 08/10-08, nýprísur: kr. 21.500, mm: 13 km Nú bert kr. 12.000. Tel. 31 59 06 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in