Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2009 19 popputta fólkatónleikinum. - Eg haldi sjálv, at eg havi ment og flutt meg sum tónleikara, sigur Guðrið Hansdóttir. Hon hevur rekrutterað fleiri royndar tónleikarar til nýggju verk- ætlanina. Nevnast kunnu Mikael Blak, Magnus Johannesen, Leivur Thomsen, Líggjas Olsen og Flóvin Viderø, umframt trummuleikarin hjá Teiti, Derek Murphy, sum eisini hevur verið uppi í leikinum. - Harafturat hevur Tróndur Boga- son gjørt fleiri strúkara útsetingar á fløguni. Eg vildi hava eitt sindur av klassiskum inn í mín tónleik, og mær dámar so væl hansara arbeiði. Mann verður eldri, og fær fleiri royndir, og eg dugdi at síggja, at eg ikki endiliga noyddist at gera tað sama, men havi í staðin valt at útvikla meg, sigur Guðrið Hansdóttir. Kærleiki flutti fokus Fleiri høvundar eru at finna á nýggju útgávuni. Umframt sínar egnu tekstir, hevur Guðrið gjørt brúk av føroyskum yrkjarum sum Róa Paturssyni, Guðrið Helmsdal og Siggu Mariu Højgaard. - Eg havi valt yrkingar út, sum eg kann identifisera meg við. Mínir egnir tekstir snúgva seg um hend- ingar úr lívinum. Við kærleikanum hevur fokus flutt seg. Tað er ikki so melankolskt longur. Í staðin eru mínir tekstir merktir av sól, summ- ar og blómum, sigur Guðrið Hansdóttir og smílist. Hóast glitter poppurin er kámað- ur nakað, er stílurin hjá Guðrið Hansdóttir tann sami. The Cardi- gans eru framvegis at finna á mp3 spælaranum, sum koyrir meðan vit práta, og hárið er framvegis reytt og langt. - Mín persónligi stílur er fram- vegis tann sami. Eg havi verið í Íslandi og keypt nýggjar kjólar inn til nýggju konsertirnar, men tónleik- urin er Guðrið. Nú skal tað vera. Í løtuni er Guðrið á konsertferð í Berlin, har fløgan eisini verður miksað. Í mai mánaði fer hon at hava útgávukonsertir, og fyribils hevur eina festivalkonsert á skránni fyri summarið, har hon skal spæla á ársins nýggjasta festivali, Við Múrin. Guðrið Hansdóttir gevur tíðliga í mai mánaði út nýggju fløguna, The Sky is Opening. Tónleikurin er ein blanding av fólkatónleiki og popp tónleiki. Mynd: Regin Dalsgarð