Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 66 - 3. apríl 2009 Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Tað hevur verið kvirt kring songkvinnuna, Guðrið Hansdóttir, hetta seinasta hálva árið. Kvirra tíðarskeiðið hevur hon skrivað nýtt tilfar, ið hon í løtuni leggur seinastu hond á. - Eg bleiv troytt av gomlu løgunum. Við nýggja tilfarinum eri eg farin frá glitter poppinum, sum fylti so nógv á Love is Dead. Nýggja tilfarið minnir meir um fólkatónleik, ella meira poppur við eini blanding av fólkatónleiki, og eg haldi sjálv at eg eri meir búgvin nú sum tónleikari, sigur Guðrið Hansdóttir. Love is Dead kom út á heysti 2007, og varð væl móttikin av bæði nýggjum og eldri fjeppar- um. Sagt varð, at tónleikurin minti nógv um stóru fyrimyndina hjá Guðrið Hansdóttir, The Cardi- gans, og fekk hon nógv lovorð á vegnum fyri góðan sang. - Men tað gekk ikki heilt, sum eg hevði ætlað við Love is Dead. Eg hevði stórar ætlanir við fløg- uni, eg vildi av landinum at spæla, og royndi at senda mín tónleik út til røttu persónarnar. Men eg fekk ikki ta móttøkuna, eg hevði vónað, sigur Guðrið Hansdóttir. Hon greiðir frá, at hon um hetta mundi fekk bjóðað sáttmála við enskt management felag, sum eisini var eitt plátufelag, ið vildi geva fløguna Love Is Dead út umaftur. Tey vildu umboða Guðrið Hansdóttir í fýra ár. Tey vóru ógvuliga ágangandi við at fáa sáttmálan í hús, men so skjótt sáttmálin varð undirskrivaður, varð tøgn, og hon hoyrdi einki aftur frá teimum. - Eg syrgdi so fyri at fáa sáttmálan strikaðan. Tað var tungt, men eg varð heppin. Tað er soleiðis í hesi vinnuni. Hon er svikafull og ófatiliga hørð at klára seg í, sigur hon. Eg tók synd í mær sjálvari Persónliga hevur tað kortini gingið væl fyri Guðrið Hans- dóttir síðan síðst. Hon hevur síðan seinastu útgávu funnið kærleikan, hon annars helt vera deyðan á undanfarnu útgávu, og sum er henni til stóran íblástur í nýggja tilfarinum. - Eg var so frustrerað, og tók synd í mær sjálvari, og tað merkti tónleikin á Love is Dead. Á nýggju útgávuni havi eg valt at fokusera á góðu tingini. Fokus er nú flutt yvir á ymiskt annað enn ólukkuligan kærleika, ið fylgir við tí at finna kærleikan, greiðir Guðrið Hansdóttir frá. Saman við nýfunna kærleikan- um býr hon í húsum ovarlaga í Havn. Tey eru saman um alt. Makin spælir ein týðandi, hóast ofta undirmettan, leiklut í sam- band við tónleikakarrieruna hjá Guðrið Hansdóttir. - Hann hjálpir mær væl, og er næstan mín managari. Hann spælir ein týðandi leiklut í míni karrieru, við tað at hann er raskur at hjálpa til, tá eg skal hava konsertir, og so hevur hann eisini skil fyri pengum, sigur hon smílist. - Tað er so deiligt at hava hann har, at kunna deila mín tónleik við honum. Og so er tað so deiligt at hava ein har, sum torir at hava eina meining um tað, eg geri, sigur Guðrið Hansdóttir. Ein vaksin Guðrið Hóast móttøkan av Love is Dead ikki livdi upp til vónirnar hjá Guðrið Hansdóttir, fall hon ikki í fátt. - Eg hugsaði, at eg kundi gera eina so nógv betri fløgu. Tí royni eg eina ferð enn. Eg havi gjørt mær meir ómak, og hesa ferð komi eg aftur við nógv fleiri royndum. Guðrið Hansdóttir valdi tískil at taka farloyvi frá arbeiðnum sum námsfrøðingur í eina tíð, og hevur í staðin arbeitt við at menna seg sum tónleikara, eitt nú við at luttaka á sangskrivara- skeiðum í Danmark og Noregi. Tíðliga í mai mánaði verður úrslitið av arbeiðnum á gøtuni. Nýggja fløgan hevur fingið heitið, The Sky is Opening, og hevur Guðrið Hansdóttir lagt nógv upp fyri til hesa útgávuna. Glitter poppurin er kámaður nakað, og er noyddur at víkja fyri Kærleikin livir Guðrið Hansdóttir hevur savnað sær kraft av nýggjum, síðan hon fyri hálvum øðrum ári síðan gav út fløguna, Love is dead. Í dag má hon sanna tað øvugta, at kærleikin livir. Nýfunni kærleikin er týðiligur í nýggja tilfarinum, ið snýr seg um blómur, sól og tað lætta í gerandisdegnum