fríggjadagur 3. apríl 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2009
17
tíðindi
Dansistevnan fyri
børn, sum nú verður
í Suðuroy, hevur
fingið avbera góða
undirtøku
Barnadansur
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygardagin
18.
apríl
verður árliga landsdansi
stevnan fyri tey yngru, har
børn og ung úr øllum
landinum hittast at danska
føroyskan dans.
Hesuferð verður stevnan
í Suðuroy og undirtøkan er
stak góð, tí nú talt er
upp,vísir tað seg, at 420
børn og ung úr øllum landi
num hava meldað til og
sostatt verða saman um
gamla mentanararv okkara
hendan dagin.
Tað eru dansifeløgini í
Suðuroy og landsfelagið
hjá dansifeløgunum, Sláið
Ring,
sum
skipa
fyri
barnadansistevnuni.
Tey, sum koma suður við
Smyrli, loysa av Havnini
klokkan sjey á morgin og
so møtast øll 420 á Kramba
tanga klokkan níggju.
Haðani fara øll í dansi
skrúðgongu inn í skúlan og
ítróttarhøllina í Trongisvági,
har formaðurin í Slái Ring,
Rasmus
Joensen,
setir
stevnuna og har Nita Næs,
fyriskipari, fer at kunna um
skránna.
Klokkan 10 fara tey so
upp á gólv, har tey fara at
kvøða
Sigmundskvæði
yngra,
Gullbrandskvæði,
Flóvin
Bænadiktsson,
Torkils
døtur,
Ormurin
Langi, Bjerget, Nykurs vísu,
Stolt Signhild, Mallebro,
Ólavur Riddararós.
Eisini fara børn úr St.
Frants skúla vísa fram
dansispøl.
Eftir døgverða verður far
ið útferðir ymsastaðni í
Suðuroy og áðrenn Smyril
ferð norður aftur klokkan
18.30, savnast øll aftur á
havnarlagum
á
Kramba
tanga, har tey sláa ring,
áðrenn farið verður umborð.
Fyrireikararnir heita eisini
á børnini og tey ungu um at
vera ílatin eftir veðrinum og
at hava matpakka við.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, ætlar
nú at taka toppin at
rentustuðlinum til
sethúsaeigararnar,
men hann rørir ikki
tey, sum longu hava
tikið lán
rentustuðul
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, lands
styrismaður, fer nú at herða
reglarnar fyri at sethúsa
eigarar kunnu fáa rentu
stuðul frá landinum.
Men hetta fer hvørki at
raka teir sethúsaeigarar,
sum longu hava tikið lán,
enn tann stóra meirilutan av
sethúsaeigarunum, sum fer
at taka lán framyvir.
Í løtuni er mark fyri,
hvussu nógv, sethúsaeigarar
kunnu fáa í rentustuðuli.
Hvørt hús kann í mesta
lagi fáa 120.000 krónur í
rentustuðuli, men ígjøgnum
tíðina er hetta markið nú
tambað, so tá ið talan er um
eini hjún og lánið er nóg
stórt, kunnu tey fáa 120.000
krónur í rentustuðuli í part,
so at húsið í veruleikanum
kann fáa heili 240.000
krónur í rentustuðuli, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Nú ætlar hann sær at
leggja uppskot fyri Løg
tingið fyri at tátta í, so at
hvørt
matrikkulnummar
kann í mesta lagi fáa
120.000 krónur í rentu
stuðuli.
Landsstýrismaðurin
ásannar, at hetta er ikki
nøkur serliga stór sparing,
tí tey allarflestu sethúsaeig
arar liggja innanfyri hetta
markið og væntandi fer
hetta bara at spara lands
kassanum tvær milliónir í
útreiðslum.
Hann leggur afturat, at
hendan broytingin verður
bara galdandi fyri tey, sum
fara at taka lán framyvir.
Hann staðfestir eisini, at
ætlanin er ikki at lækka
rentustuðulin
annars
og
hann tekur sostatt heldur
ikki undir við Tjóðveldinum,
sum hevur lagt uppskot fyri
Løgtingið um at niðurlaga
rentustuðulin so líðandi til
hann at enda er heilt burtur
um nøkur ár.
Verður tað sett í verk,
verður tað ógvuliga tórført
hjá summum sethúsaeig
arum.
Vanligi sethúaeigarin er
hart fyrispentur og avmark
að vit rentustuðulin til tey,
sum hava tikið lán, kunnu
tey av røttum tvíhalda um,
at tey hava tikið lán undir
skeivum fortreytum.
Sum narkotika
Hinvegin
leggur
lands
stýrismaðurin afturat, at í
hesum árinum fer hann at
seta eitt arbeiðið í verk fyri
at lýsa rentustuðulin út í
æsir og møguliga verða
onkrar aðrar broytingar sett
í verk seinni.
Hann ásannar nevniliga
eisini, at rentustuðulin er
ikki tann besti mátin at
stuðla sethúsaeigarum.
Rentustuðulin er sum
narkotika, tí sethúsaeigar
arnir eru bundin av honum,
men
samstundis
skaðar
hann sethúsaeigararnar, tí
hann førir til, at húsini
verða dýrari
Í hesum sambandi sipar
hann til, at nógv eru av
teirri sannføring, at hann er
ikki annað enn ein fjaldur
stuðul til bankarnar, tí tað
einasta, hann førir við sær,
at húsini verða tað dýrari
og at bankalánini verða tað
størri.
Hinvegin mugu vit eis
ini staðfesta, at tað er
akkurát rentustuðulin sum í
dag
tryggjar
nógvum
húskjum, at tey sleppa mett
í song hvørt kvøld, tí tey
eru so hart fyrispent.
Tí
staðfestir
Jóannes
Eidesgaard, at hann ætlar
ikki at lækka rentustuðulin.
Tað skulu vit vera
øgiliga varin við, tí hann
hevur so stóran týdning og
vit mugu eisini ansa eftir at
vit ikki skræða teppið
undan
sethúsaeigarunum,
sigur hann.
Lægri rentustuðul
í framtíðini
Rentustuðul til húsaeigarar er sum narkotika tí tað er júst hann, sum tryggjar nógvum húskjum mat á borðið hvønn dag. Hinvegin skaðar hann eisini
sethúsaeigarar, tí hann ger hvørt hús tað dýrari, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Yvir 400 børn til føroyskan dans í Suðuroy
Fleiri ungir blóðgevar
Donsku blóðgoymslurnar fingu ikki færri enn 26.000
nýggjar blóðgevar í fjør, og ein uppgerð vísir, at
helmingurin av teimum eru yngri enn 25 ár, skrivar
JydskeVestkysten. Myndugleikarnir hava brúkt
nútímans tøkni sum smsboð og Facebook fyri at fáa
fatur á tí yngra ættarliðnum, og úrslitið er, at 48 prosent
av teimum nýggju blóðgevunum, sum teknaðu seg í
fjør, vóru millum 17 og 24 ár. Hetta hevur eisini verið
gongdin tey seinnu árini. Í 2205 vóru 43 prosent av
teimum nýggju blóðgevunum yngri enn 25 ár, og í 2007
var parturin 46 prosent.
Bót fyri at sigla á oljupall
Skiparin og yvirstýrimaðurin á einum skipið hjá norska
frálandareiðarínum Bourbon Offshore Norway hava fingið
bót, tí skip teirra, Bourbon Surf, sigldi á oljupallin Grane í
Norðsjónum tann 9. juli í 2007. NRK sigur, at skiparin
hevur fingið 50.000 krónur og yvirstýrimaðurin 20.000
krónur í sektaruppskoti. Ákæruvaldið sigur, at teir báðir
yvirmenninir sviku sína skyldu, tá skip teirra fór inn um 500
metra trygdarmarkið kring pallin. Tíggju minuttir seinni
stoytti. Ein frágreiðing fanst hvassliga at reiðarínum, sum nú
hevur broytt ymsar mannagongdir.