Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 66 - 3. apríl 2009 Brúdleyp Leygardagin 4. apríl giftast Elin Maria Iversen og Rógvi Róin, Hoyvík. Vígslan verður í Havnar krikju kl. 16.00. Brúdleyp verður fyri innboðin á Hotel Føroyum. Brúdleyp Leygardagin 4. apríl kl. 13 giftast í Ebenezer Marita Jøkladal og Ásbjørn Viderø Gunnarsson. Móttøka verður eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innbodnum í B36- húsinum kl. 18 Brúdleyp Pálmasunnuudag 5. apríl kl. 14.00 giftast í Ebenezer, Tórshavn: Elin Kathrina Haraldsen, Argir og Jens Sofus Thomsen, Hvalba. Aftaná vígsluna verður reseptión, har øll eru hjartaliga vælkomin. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18.30. Brúdleyp Mikudagin 8. apríl kl. 14 giftast í Ebenezer Ásvør Færø og Bjarni Jøkladal. Móttøka verður eftir vígsluna. Veitslan verður fyri innbodnum kl. 19 í Studentaskúlanum í Hoydølum. Brúdleyp 8. apríl giftast í Keypmannahavn Stine Dobak Jensen, Oslo, og Tummas Planck Reinert, Tórshavn. Adressan er Øre- sundsvej 92, 2 th., 2300 København S. Brúdleyp Mikudagin 8. apríl giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 16 Sigrid Mikkelsen og Niels Juel Arge. Veitslan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Langa fríggjadag 10. apríl giftast Rannvá Káradóttir Justinussen og Rúnar Reistrup, bæði úr Havn, í San Silvestro kirkjuni í Italia. Brúdleyp fyri innboðin verður á staðnum. Prógv Anna Christiansen, Tórshavn, hevur tann 29. januar á Københavns Universitet lokið prógv sum sálarfrøðingur við hægsta karakteri - einum 12-tali. Tøkk Vit vilja hervið hjartaliga takka tykkum øllum, sum luttóku í leitingini eftir góðu konu, mammu, ommu, vermammu og systur okkara Hannu Christophersen Vestmanna Takk til bjargingarfeløgini, løgregluna og vaktar- og bjargingartænastuna. Takk til tykkum mongu, sum av eintingum gjørdu tykkara til í royndini at finna hana. Og fyri allan tann stuðul og umsorgan, okkum varð veitt. Minningarhald yvir Hannu verður í kirkjuni í Vestmanna týsdagin 7. apríl kl.17. Familjunnar vegna Hilbert, Tommy og Linda við familju Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða dóttir og systir Bryndis Unadóttir doyði og varð jarðað. Takk til Argja skúla, tiltakið, ið varð gjørt úti í Tinganesi, Tensingkórið og Margarinfabrikkina. Eisini ein tøkk til prestarnar, Hera Joensen og Berg D. Joensen, fyri troysarrík orð. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransur og peningagávur. Gleðiligar páskir. Heilsan Jóhanna, Uni og Pætur Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Kartni Mortensen Tvøroyri doyði og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech fyri viðkomandi orð í Tvøroyrar kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið vóru um Kartna ta seinastu tíðina, hann livdi. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Tvøroyrar kirkju. Takk til tykkum, ið fylgdu Kartna til hansara síðsta hvíldarstað. Vegna familjuna Olentina og Bogi Føðingar 24. mars fingu Linda og Janus Kannuberg, Runavík, ein son. Hann var 52 cm og vigaði 3100gr. 25. mars fingu Ronja Marston Petersen og Ásbjørn Leivsson Clementsen, Sandi, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4300 gr. 26. mars fingu Elin Doris og Jóhan á Mýrini, Miðvági, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2950 gr. 27. mars fingu Belinda Lilaa, Leirvík, og Karl K. Kjærbo, Skopun, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2680 gr. 29. mars fingu Durita Rask Mortensen og Bergur Olsen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4045 gr. 29. mars fingu Erna og Asbjørn Østerø, Eiði, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4050 gr. 31. mars fingu Tórunn Holm og Heðin Matras Isaksen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4450 gr. 31. mars fingu Durita og Sigmundur Isfeld, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3050 gr. 31. mars fingu Sara og Christian Christiansen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr. 1. apríl fingu Martin og Elisabeth Restorff Hansen, Århus, eina lítla dóttur, hon vigaði 2350 gr og var 47 cm long. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma, vermóðir og omma okkara Karoline Rita Hansen Klaksvík, fødd í Uldum andaðist og varð jarðað. Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til Eiler og Leif fyri vakran tónleik og sang í kirkjuni. Tøkk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum, Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Tøkk til starvsfólkini á TAKS og tykkum øll, sum á ymsan hátt hjálptu við til jarðaferðini og í ervinum. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hans Eli, Miriam og Jákup nøvn