fríggjadagur 3. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 3. apríl 2009
15
Sunnudagin 5. apríl hava
hjúnini Emma og Harry
Hansen á Toftum gullbrúd
leyp.
Emma og Harry eru bæði
av Toftum. Emma er dóttir
Nannu og Wensel Olsen,
Wensel í Køkinum, og
Harry er yngstur av børnun
um hjá Hansinu, sum var
ættað úr Elduvík, og Anton
Hansen, sum var úr Túni á
Toftum.
Harry fór sum flestu
dreingir rættuliga ungur til
skips. Hann sigldi í eini 20
ár sigldi við línubáti og róði
út í Grønlandi. Eftir at hava
fingið sær útbúgving sum
rørleggjari arbeiddi hann
sum maskinmaður á flaka
virkinum Nyki á Toftum.
Men lívsstarvið fór hann
undir í 1980, tá hann gjørd
ist skúlatænari í Tofta skúla,
sum júst tá varð útbygdur.
Umframt at taka sær av
skúlanum, hava hann og
Emma í mong ár passað
svimjihylin í Tofta skúla,
og tað gera tey enn. Ídni,
nærlagni og trúfesti hevur
eyðkent tey bæði, og tað er
tiltikið, hvussu væl skúlin
og svimjihylurin á Toftum
hava verið røkt og umsitin
av teimum.
Tað er ivaleyst í sambandi
við renning, at fólk kring
landið komast við Harry.
Hann hevur altíð verið áhug
aður í ítrótti, og tað hevur
ligið væl fyri í eitt nú bólt
spæli og fimleiki. Seinnu
árini hevur hann luttikið í
nógvum rennikappingum.
Hann rennur eisini vanliga
teir tíggju kilometrarnar
runt Toftavatn ella út á Nes
vatn og Eystnes. Tá ið Norð
oyatunnilin varð latin upp,
rann hann av Nesi og
umvegis fleiri kirkjur og
norður til Klaksvíkar.
Áhugin fyri seyði og
seyðahaldi hevur altíð verið
góður hjá Harry og hann
hevur framvegis seyð.
Hugurin at arbeiða er
tann sami, og hóast árini nú
eru 70, so eru orkan og
evnini framvegis góð.
Emma og Harry bygdu
uppi á Regni, og tey fingu
fýra børn: Absalon (1959),
Wenzel (19632006), Hansy
(19691970)
og
Hans
(1973).
Emma og Harry hava
hildið trúliga saman í mong
ár. Har annað er at síggja,
sæst hitt eisini. Tey eru
eisini trúgv í kirkjuni og í
missiónshúsinum.
Gullbrúdleypið
verður
hildið
á
Svangaskarði
leygardagin 4. apríl.
-red
Emma og Harry gullbrúdleyp
Tøkk
Eg vil senda eina hjartans tøkk til
øll, sum vóru við til at gera 65 ára
føðingardagin hjá mær so góðan
og hugnaligan.
Takk fyri talur, sangir og heilsanir, og
túsund takk til tykkum øllum,
sum hjálptu so væl til.
Bestu heilsanir
Betty Poulsen, Sumba
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum,
sum við vitjam, gávum, blómum og
uppringingum gjørdu 70 ára
føðingardag mín ógloymandi.
Góð páskir, øll somul.
Vinarliga heilsanir
Henny Hilmarsdóttir
Í “Myndaárbókini árið ið
fór 1979” eru myndir frá
ymiskum sjónleikum, sum
vórðu
framførdir
tann
veturin.
Sjónleikarabólkurin
Gríma
framførdi
leikin
“Jeppi á Fjallinum” og “Vit
eiga ikki eitt oyra”, Klaks
víkar Sjónleikarfelag fram
førdi leikin “Ongar blómur
á grøvina, takk” og “Hvør
er tann seki?”. Í Kvívík
varð leikurin “Troytti Tollak
ur” sýndur, Íróttarfelagið
Streymur framførdi leik
irnar “Mýrufólkini” og “Tá
øll vildu giftast” til frama
fyri nýggjan fótbóltsvøll í
Streymnesi, í Losjuni í
Gøtu varð skemtileikurin
“Charles tanta” sýndur, og
2. real í Kommunuskúlanum
í Havn framførdi leikin
“Jákup á Møn”, sandoyingar
framførdu leikin “Høvding
ar hittast”, og í Haldarsvík
varð leikurin Barsilsstovan
framførdur av Haldarsvíkar
Ítróttarfelag.
Kelda: Myndaárbókin -
árið ið fór 1979
Fyri 30 árum síðan:
Sjónleikir um alt landið
Sjónleikurin “Jeppi á Fjallinum” hjá Grímu. Einar Petersen hevði høvuðsleiklutin sum Jeppi og
Kári Øster sum Jákup Skómakari.
Sjónleikurin “Troytti Tollakur”
hjá kvívíkingum. Óli Kurt
Hansen hevði høvuðsleiklutin.
Her er hann saman við Súsonnu
Joensen og Lisu Dam
nøvn