Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 66 - 3. apríl 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tann 19. apríl í ár hevði Maria verðið 85 ár, hon varð fødd í 1924 og vaks upp í Froðba. Hon giftist til Søldar­ fjarðar við Leif Berg, men bleiv einkja í 1985. Í 1988 giftist hon upp­ aftur við Dávur Jacobsen. Maria og Dávur fingu 20 eydnurík ár saman, til Maria seinasta summar andaðist eftir stutta sjúkralegu. Vit ynskja at skriva nøkur orð til minnis um Mariu, og hvat hon hevði at týða fyri okkum. Vit hava kent Mariu altíð, men tá hon kom inn í okkara familju, blivu okkara bond knýtt enn tættari. Tá Dávur ­ pápi, abbi og langabbi okkara ­ bleiv einkjumaður í 1986, var tíðin aftaná sera tung hjá honum at koma ígjøgnum. Inger, fyrra kona hansara, sum fyri tað mesta var heima­ gangandi, hevði tikið sær av øllum tí húsliga, og fylti nógv í hansara og okkara lívi. Tómrúmið aftaná hana var sera stórt hjá okkum øllum. Tá Maria og Dávur byrjaðu at koma saman, sóu vit eina stóra broyt­ ing hjá honum, og gleddust vit hans­ ara vegna. Maria hevði eitt lætt lyndi og var sera stuttlig at vera saman við. Tey giftust, sum nevnt í 1988, og hon var honum ein avbera góð kona og var eisini ein góð omma hjá teimum smáu abba­ og langabba­ børnunum. Tey vóru eisini góð við hana, eins og vit onnur eisini vóru tað. Gestablíð sum hon var, hevði hon altíð ein drekkamunn kláran við heimabakaðum, tá ein kom at vitja. Eitt annað vit eru sera takksom fyri, er hvussu væl familjan hjá Mariu tók ímóti honum, og hvussu góð tey eru við hann. Tað er svárt at siga farvæl við Mariu, og vit sakna hana ómetaliga nógv. Hon var lívlig og frísk í sinni líka til tað síðsta. Á sjúkrahúsinum fekk hon nógvar nýggjar vinir, og eingin hevði trúð, at hennara tíð var so stutt. Tað var rørandi at síggja, hvussu stóra umsorgan hon hevði fyri øllum, hóast hon sjálv var sjúk. Ein av hennara yndissálmum var hesin hjá Fanny Crosby: 1. Allan vegin hann meg leiðir; kann eg ynskja meir enn tað! Kann eg ivast um hans kærleik, sum meg leiðir dag um dag! 6. Tá so síðsta stig er stigið, farið er alt myrkt og kalt, ævigt glaður skal eg sanna: Jesus leiddi gjøgnum alt. Maria hvíldi trygg í Jesu ørmum, og vit vita, at um stutta stund skulu vit øll síggjast aftur. Bára og Petur við familju Minningarorð um Mariu Berg Jacobsen Leygardagin 4. apríl fylla tvíburabrøðurnir Marnar og Árni Andreasen í Havn 50 ár. Marnar og Árni eru mest kendir frá tónleikalívinum við fleiri tónleikaútgávum. Teir hava altíð staðið saman og verið saman um ymisk tiltøk sum t.d. at spæla tón­ leik í ymiskum samanhang­ um, givið fleiri fløgur út, teir hava eisini gjørt stuðuls­ fløgur til Frelsunarherin. Í dag arbeiða báðir saman sum koyrilærarar í høvuðs­ staðnum. Annars hava teir havt ymisk arbeiði, síðan teir fóru úr skúlanum. Marnar fór nakrar túrar til skips, arbeiddi so hjá byggimeist­ aranum Finn í Puntabyrgi og hjá byggifelagnum Waag­ stein til hann í 1983 fekk starv sum portørur á Lands­ sjúkrahúsinum. Har arbeiddi hann til 2006, tá hann fór at arbeiða sum koyrilærari. Marnar er giftur við Winnie, tey eiga trý børn. Árni fór í læru sum setari hjá Einars Prent. Síðan fór hann á Dagblaðið at arbeiða til blaðið snaraði lykilin um í 1992. Eftir tað arbeiddi hann í barnagarðinum á Konmansmýri eina tíð, koyrdi lastbil hjá Poul Mich­ elsen og koyrdi býbuss til hann í 2005 fór at arbeiða sum koyrilærari. Árni er giftur við Fríðbjørg, tey eiga trý børn. red Árni og Marnar 50 ár Árni og Marnar Andreasen Kistan við Thomasiu Niclasen, vanliga nevnd Masa, fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leyg­ ardagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Kistan við Mariu Winther úr Vági, fer frá kapellinum á Tvør­ oyrar Sjúkrahúsi fríggja­ dagin klokkan 18. Jarðarferðin verður leyg­ ardagin klokkan 14. Tey ið ynskja at minnast Mariu kunnu lata kirkju­ kórinum Ljómur eina peningagávu konta í Suðuroyar sparikassa. Andlát og jarðarferðir Dagurin 3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikkalandi. Í fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin, tá ið Kristus varð krossfestur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Mín kæra kona, okkara mamma, vermamma, omma og langomma Marita Pállsdóttir Mohr ættað av Viðareiði búsitandi í Havn andaðist á Lágargarði 2. apríl, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Heri Mohr v. familju