Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 3. apríl 2009 13 viðmerkingar Tá dagtilhaldini við einum pennastroki vórðu strikað av fíggjarlógini, var tað eitt so ógvusligt inntriv í trivn­ aðin og gerandisdagin hjá okkara eldru, at fáur mundi vænta, at tað kundi gerast stórt verri. Men nú stendur døgurðaútkoyringin fyri skotum og verður skerd við meiri enn einari helvt. Í Tórshavnar kommunu hava vit í mong ár havt eina frálíka skipan, har døgurði av Lágargarði verður koyrd­ ur heim til pensjónistar. Fleiri av teimum eldru búgva einsamøll heima og hjá teimum er tað ein stórur lætti, at tey fáa døgurðan koyrdan til dyrnar, so tey bara skulu hita hann upp og fáa sær. Men nú gongur sjón fyri søgn, at landið heldur ikki unnir okkara eldru at fáa mat í munnin. Almanna­ stovan hevur stig fyri stig minkað stuðulin til døgurða­ útkoyringina so nógv, at í ár eru pengarnir til útkoyring av døgurða til okkara eldru skornir niður um helvtina av tí, tað kostar at koyra út ella at røkja hesa borgara­ tænastu, sum er alneyðug hjá umleið 100 pensjónist­ um, sum ikki sjálvir eru førir fyri at útvega ella gera sær døgurða. Stuðulin til útkoyringina er minkaður við 116.000 krónu­ r frá 2008, og tí hevur Lágar­ garður ikki longur møguleika at koyra døgurðamat út til tey eldru, men noyðist at gevast við hesi tænastu, áðrenn árið er úti. Ikki hava tey á Lágargarði heldur loyvi til at taka peningin frá rakstr­ inum, so tí hava tey sent Tórshavnar kommunu eitt neyðarróp, tí tey síggja, hvønn veg tað gongur. Hetta er enn eitt dømi um stórt ábyrgdarloysi frá land­ sins síðu, har sektin liggur á, hvør situr eftir við svarta­ peri, bara nakrar landskrón­ ur verða spardar. Henda nýggja landsskerjingin gongur beinleiðis út yvir tey eldru í Tórshavnar kommunu, sum fyri bert fáum mánaðum síðani fingu ein skelk, tá lands­ stuðulin til dagtilhaldini varð strikaður við einum pennastroki. Hóast leiðarar á dagtil­ haldum kring alt landið greiddu frá einari sólskins­ søgu fyri og aðrari eftir um, hvussu stóran týdning til­ haldini hava sum fyribyrgj­ andi tiltak og sólarglotti í gerandisdegi teirra eldru, var landsstýriskvinnan í almannamálum ikki til at vika, men helt fast við, at hesum mundu kommunur­ nar nokk fara at finna útav. Takk skalt tú hava! Nú er ætlanin hjá Rósu Samuel­ sen, sum hevur evstu ábyrgd av Almannastovuni, at Tórshavnar kommuna enn eina ferð at taka upp eftir landsstýrið, sum tveitir frá sær, tá harðast leikar á. Hvat síggja tit fyri tykkum? Hava tit slett onga virðing fyri teimum eldru? Hvørjum líkist tað, at komið verður við einum inntrivi fyri og øðrum eftir, ið øll beinleiðis ganga út yvir tey eldru? At løgmaður situr passivur á ovastu trúnu og letur alt hetta um seg ganga, eri eg sera bilsin um! Politiskt er hetta ein glíðibreyt, ið slett ikki kann góðtakast, tí hvat verður tað næsta? Samstundis sum tvíhildið verður um, at landsstýrið skal taka sær av eldraøkinum, verður ein partur fyri og annar eftir tveittur yvir á kommun­ urnar, ið noyðast at taka upptakið, tí landsstýrið hvørki hevur hugin ella viljan til at røkja eldraøkið, sum tað annars hevur bundið seg til, so leingi hetta øki er landsmál! Skulu okkara eldri nú sjálv – av síni framman­ undan ússaligu fólka­ pensjón – rinda fyri útkoyr­ ingina? Hvat við at fingið skil á hesum, góða Rósa Samuelsen? Eingin kann liva við, at hetta heldur fram, sum tað nú ger! Landsstýrið tekur matin úr munninum á teimum eldru borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen At lesa tíðindaskrivið frá Mentamálaráðnum kend­ ist sum ein siður. Broyting­ arnar, ið framdar eru, skapa dygd í fólka­ skúlanum Tvílæraraskipanin At seta í verk eina tvílærara­ skipan í yngru flokkunum er eitt stak skilagott átak. Tað er ein sannroynd, at skiftið frá barnagarði til fólkaskúlan mangan kennist ógvusligt fyri børnini. Við eini tvílæraraskipan fáa lærararnir í yngru flokkun­ um betri møguleika at geva eina fjølbroytta gevandi undirvísing. Við tvílærara­ skipanini fáa lærararnir eisini tikið hædd fyri teim­ um næmingum, sum enn ikki eru útviklaðir til stirvna flokksundirvísing. Lærararnir fáa betri tikið útgangsstøðið í næmingun­ um. Harnæst gevur tvílær­ ara skipanin, lærararunum betir møguleikar at sam­ skifta við og um barnið. Á henda hátt koma lærararnir at kenna tørvin, barnið hevur brúk fyri. Eftirútbúgving Í tíðindaskrivinum stóð eisini at lesa, at lærarar skuldu hava góðar møgu­ leikar at eftirútbúgva seg. Bæði foreldur, næming­ ar,l ærarar og leiðslur vita hvønn týdning tað hevur, at lærarin er væl fyri at undir­ vísa. Kennir lærarin seg tryggan í lærugreinini, torir hann at tillaga undir­ vísingina eftir hvørjum einstøkum flokki. Ein slík tillagan ger, at undirvísing­ in verður áhugaverd hjá næminginum. Ein áhugaður næmingur er ein góður næmingur. Ein góður næm­ ingur trívist í skúlanum. Ein næmingur, sum trívist, hevur glað foreldur. Glað foreldur virða skúlan. Ein virdur skúli hevur viður­ kendar lærarar. Viðurkendir lærarar tora at tillaga undir­ vísingina eftir einstaka flokkinum. Á henda hátt skapa góðir eftirútbúgvinga rmøguleikar jaligar ringrásir í fólkaskúlanum. Eftirútbúgving er eisini týdningarmikil fyri sam­ skiftið millum lærara og næming. Endurnýggjar lærararin ikki sína vitan javnan, er stórur vandi fyri at hann ikki fær ført eina viðurkennandi samtalu við næmingarnar. Stutt sagt tí lærarar og næm­ ingar ikki prátar sama mál. Egnir fjarðar Summir av samgongulim­ unum hava í síðstuni verið í so fjaðursárir. Teir eru samdir um tað mesta, og fyri at hoyrast úr mongdini, eru teir farinir at minna hvønn annan á hvør segði hvat fyrst. Fyri at binda um heilan fingur, fari eg at enda hesa grein við at vísa á vallyftini Javnaðarflokk­ urin hevðí til síðsta val. Teir lovaðu undir yvirskriftini Dygd í fólkaskúlanum, at Tvílæraraskipan skuldi setast í fyrsta flokk og at verandi lærarar skulu fáa góða eftirútbúgving. Tað fjálgar, at tit sjálvt í krepputíðum halda orð. Klaksvík Jónleif JoHannesen Nakkahárini reisast hvørja ferð talan er um eldru fólk­ ini í Føroyum. Vaksandi talið á pensjonistum eins væl og tørvurin á ellis ­og r øktarheimsplássumplássum hevur verið hvørjum mans­ barni greitt í ártíggju. Allir flokkar hava sitið í sam­ gongu tey árini og er hetta tí ein felagsábyrgd, og allir flokkar mugu sigast at hava durvað um ikki sovið í mun til hetta økið. Vit vita, at eitt uppskot er ávegis sum ein nevnd undir fíggjarmálaráðnum hevur arbeitt við í longri tíð. Við støði í hesum umframt hug­ burðin hjá Tjóðveldi var uppskot til samtyktar í farnu viku um framtíðar pensjóns­ viðurskiftini. Her og nú politikkur Minnist, at vit í tinginum kjakaðust um samhalds­ fasta í heyst. Onkur meinti, at inngjaldið ikki mátti hækkast, men at útgjaldið skuldi hækkast munandi beint nú. Tá eg so spurdi: ”Hvussu skulu komandi ættarlið fáa gagn av sam­ haldsfasta – um hann verð­ ur tømdur nú?” Var svarið: ”Bergtóra hugsar um seg sjálva. Men tað mugu Berg­ tóra og hennara ættarlið finna út av til ta tíð. Eg hugsi um tey sum eru gomul nú!” Pínligt – eftir mínum tykki. Men samstundis eitt týðuligt dømi um, hvussu føroyskur politikkur mangan er. Vit síggja tað á øllum brøgdum – fyribyrgjandi arbeiðið í mun til tey eldru, lívmóðurhálsvaksinan, dag­ tilhaldið, familjudeildin, barnatelefonin og eg kundið hildið áfram – men veruleikin er, at vit tykjast ikki at hugsa longur enn dagin í dag. Skal alt bara vera valagn? Nær kemur uppskotið? Uppskotið byggir í stóran mun á faktuellu vitanina, vit hava frá serføðingabólk­ inum hjá Fíggjarmálaráð­ num. Tá eg kom á ting fyri góðum ári síðani skilti eg, at pensjónsuppskot var ávegis, í summar at tað kom tíðliga í heyst, í heyst at tað kom úm árskiftið, í januar at tað kom í vár. Nú sigst, at tað verður borið niðan í tingið á ólavsøku! Leingi er tað ið væl skal verða?! Serfrøðingarnir vísa á at Fleiri og fleiri eldri verða í mun til arbeiðsfør. Í 2007 vóru 6500 føroyingar yvir 65 ár og í 2050 verða 13000 yvir 50 ár. Eisini siga serføð­ ingarnir, at onnur hvør genta sum verður borin í heim í dag fer at gerast 100 ár! Eyðsæð er tískil, at útreiðslur til eldrarøkt og pensjónir økjast munandi. Færri á arbeiðsmarkn­ aðinum merkir minni skattainntøkur, og lands­ kassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur ella kunna fíggja pensjónir og røktartænastur á sama hátt sum í dag. Ja, flestu okkara halda ikki at tæn­ asturnar, sum eru í dag, eru nóg góðar í fleiri førum. Broytingarnar er hesar: Áheitanin hjá tjóðveldi við hesum uppskoti til samtykt­ ar er, at vit heita á landsstýr­ ið um at fyrireika eitt lógaruppskot at leggja fyri tingið, sum er grundað á semju millum politisku flokkarnar umframt part­ arnar á arbeiðsmarknaði­ num. Talan verður um grundleggjandi broytingar í pensjónsrættindum. Sjálv­ sagt skal verða talan um eina skiftistíð. Hesar eru meginreglurnar: • almennu pensjónirnar og lóggáva skulu tryggja øllum eina sømiliga minstu­ pensjón • lógarkravt verður, at øll á arbeiðsmarknaðinum og tey sum fáa ALS ella al­ mannaveitingar hava eina eftirlønarskipan, sum verð­ ur goldin út mánaðarliga øll pensjónsárini • ásettar verða skiftisskip­ anir, ið kunnu eggja fólki til at umleggja avtalaðar arbei ðsmarknaðareftirlønir, ið ikki lúka treytirnar um mánaðarligt útgjald • Tað almenna skal í mest­ an mun fíggja tey, ið ikki hava aðra pensjón • pensjónsaldur og skatta­ frádráttir av pensjónsupp­ sparing verða endurskoðað • Betri møguleiki at verða longri á arbeiðsmarknaði­ num og at forvinna pening afturat pensjónini. Eru broytingarnar neyðugar? Øllum stendur greitt, at neyðugt er sum skjótast at finna semju um broytingar á pensjónsøkinum. Sum ein arbeiðsbólkurin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur víst á, eru týdning­ armiklar fíggjarligar og sosialar orsøkir til tess: • Nógv hava eina persón­ liga eftirlønaruppsparing, td. sum part av eini starvssetan • Feløgini á arbeiðsmarkn­ aðinum liggja millum 6 % og 18 %, meðan summi einki hava • Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár Stættarmunurin millum pensjónistar økist tí alsamt. At tað almenna rindar somu grundarupphædd í fólkapensjón og sama útgjald úr Arbeiðsmarknað areftirlønargrunninum til allar pensjónistar, bøtir onki um sosiala ójavnan. Tískil verða miðini fyri einum pensjónsreformi at tryggja teimum, ið onga aðra eftirløn hava, eina sømiliga minstupensjón, meðan tey, ið hava eina góða arbeiðsmarknaðareftirl øn, fáa væl minni frá al­ mennu pensjónunum. Trýstið á vælferðarskipanir og almennu kassarnar fer bert at økjast komandi árini. Kvinnurnar ússaligast pensjón Vert er at nevna, at serliga kvinnurnar vera harðast raktar nú og komandi árini, sum er. Tær liva væl longri enn menn, og nógvar av pensjónunum verða bert útgoldnar í nøkur ár. Har­ næst er arbeiðsmarknaðarp ensjónin oftast tengd at, hvussu nógvar tímar og ár, tú hevur arbeitt. Kvinnur­ nar spara vanliga ikki so nógv upp sum menn, lutvís tí at tær ikki spara upp undir barsilsfarloyvinum og lutvís tí tað oftast er kvinn­ an, sum arbeiðir niðursetta tíð nøkur ár, meðan børnini eru smá – og ikki minst er inntøkan hjá føroyskum kvinnum ein triðing lægri enn hjá monnunum, og tað merkir aftur minni pen­ sjónsuppsparing. Betri familjupolitikk Vegna ójavna býtið millum yngri og eldru ættarliðini verður framyvir sanniliga eisini týdningarmikið við einum skilagóðum familju­ politikki. Einum politikki, har vit eggja ungu familj­ unum til at fáa børn. Hækk­ aðan barnafrádrátt, longt barnsburðarfarloyvið, lutaíbúðir, øll rætt til barns­ ins fyrsta sjúkradag. Og sjálvsagt javnbjóðis møgu­ leikar hjá øllum familjum – eisini teimum, sum eru stakir uppihaldarar. Annað nýtist ikki at útiloka hitt. Betri pensjón? Bergtóra Høgnadóttir Joensen Ein fjøður í hattin