Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 66 - 3. apríl 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Klandur og stríð Klandur og stríð eyðkennir og hevur altíð eyðkent føroyskan politikk. Tað er lættari sagt enn gjørt at greina orsøkirnar til nógva klandrið. Tað eru ivaleyst ymiskar orsøkir til hesa støðu, og tað einasta ein kann loyva sær at staðfesta er, at klandur er ikki nakað, sum er okkum føroyingum íborið frá skaparans hond. Tað kann sostatt vera nakað við sjálvari politisku skipanini, sum elvir til klandur og sum myndar fortreytir fyri klandri heldur enn fyri politiskum semjum. Kanska hevur hetta nakað at gera við, at vit føroyingar tykjast ongantíð kunna semjast um okkara ríkisrættarligu støðu og tí gongur tað tjóðskaparliga stríðið sum ein støðug politisk afturundirgerð, sum órógvar politiska gerandisdagin. Aðrar orsøkir kunnu vera, at samfelagið er lítið, og politikkararnir eru sera nær fólki og vinnu. Hetta átti at verið ein stórur demokratiskur fyrimunur, men hetta kann eisini vera ein trupulleiki, tí dagliga trýstið verður lutfalsliga stórt. Stutt er millum partarnar og eingin ivi er um, at hetta kann elva til trýst, og tí fúka ákærurnar um vina- og kenningapolitikk støðugt í politisku luftini. Ein onnur orsøk til nógva politiska klandrið kann vera, at vit halda fast við meirilutastjórnir – við samgonguleistin. Ein stjórn ella eitt landsstýri, ið byggir á ein fastan samgongumeiriluta, kann geva politiskan stabilitet, ið tryggjar tann arbeiðsfrið, ið er ein neyðug fortreyt fyri góðari politiskari stýring og leiðslu av samfelagnum. Við góðari politiskari leiðslu hugsa vit um eitt politiskt stýri, ið tekur fyrilit fyri vælferð borgarans og tryggjar vinnuni góðar karmar. Góð politisk leiðsla tryggjar demokratiskar, góðar og neyðugar politiskar avgerðir, sum hava undirtøku í einum breiðum meiriluta í fólkinum. Men tað er ikki givið, at hesi fyrilit verða tryggjað best við eini meirilutastjórn. Vit hava í Europa vælvirkandi demokratiskar minnilutastjórnir, ið stýra við skiftandi parlamentariskum meirilutum, alt eftir hvørji mál, ið talan er um. Henda skipan elvir í sjálvum sær til politiskt samstarv millum allar ábyrgdarfullar politiskar flokkar, meðan ein stjórn, ið situr við einum tryggum parlamentariskum samgongumeiriluta, kann elva meira konfrontatión enn til samstarv. Mong fegnaðust um Føroyar sum eitt valdømi, tí hildið var, at hetta fór at geva eitt betri politiskt veðurlag. So var ikki. Politiski gerandisdagurin er vorðin eyðkendur av persónligum markeringum. Eitt er, at hesar markeringar ganga út yvir álvarsemi og virðing. Annað og verri er, at markeringarnar elva til klandur og sínamillum misálit millum tingfólk, millum flokkar og ikki minst innanflokka. Í skrivandi stund er tað klandrið um svartkjaftin, ið er komið í hæddina, og tá vit koma í handlarnar, er klandrið møguliga av fyri hesaferð. Men politiska støðan er óviss, og bert eitt tykist vist, at næsta klandrið er beint framman fyri stavn. Hetta er ikki gott fyri land og fólk. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Samstundis, sum Ríkis­ felagsskapurin enn eina ferð vísir seg at vera ein vinnarafelagsskapur, fløk­ ist Tjóðveldi í síni egnu Misskiltu Nationalismu og hevur mist fótafestið. Tí leitar formaður floksins eftir einari nýggjari tjóð­ skaparrørslu, meðan harð­ mæltasti tingmaður land­ sins brølar um ein nýggjan Jólafund Politiski leikurin í Tjóð­ veldi seinastu vikurnar hevur verið undirhaldandi og samstundis tragiskur at fylgt. Tragikomiskur. Fyribils niðurstøðan er, at Tjóðveldi í hesum døg­ um man ringjast í síni verstu samleikakreppu í minst 10 ár. Tá eg ikki geri eina endaliga niðurstøðu, er tað tí, at eg eri sannførdur um, at tragiska sirkussið heldur fram rúma tíð afturat. Í kríggj við X Factor Hvørji eru krepputeknini í Tjóðveldi? Jú, lat okkum fyrst taka eitt av teimum meira undirhaldandi døm­ unum frá Tórbirni Jacob­ sen, tingmanni, herfyri. Tingmaðurin, ið dagliga baðar sær í fjølmiðlaljósi og hevur sum vørumerki at ýla boðskapir av Løgting­ sins røðarapalli, gav ilt av sær í sambandi undirhalds­ sendingina X Factor, har ein ung føroysk kvinna hevur víst sínar sang­ talentir. Stóra føroyska áhugan fyri X Factor skýrir tjóð­ veldismaðurin “danska kulturimperialismu”, og hann ynskir hana hagar, piparið grør. Sendingin er DONSK, og tí er hon vandamikil, skilst. Ikki nokk við tí. Harð­ mæltasti tingmaður í Før­ oyum brølar eisini um, at nú mugu vit hava ein nýggjan Jólafund. Við á leið somu stevnu sum í 1888, nevniliga at verja Føroya mál og siðir. Desperatir ynskja Jólafund Hóast dømið við X Factor er rættiliga óskildugt, vísir tað í grundini væl, hvussu Misskilta Nationalisman virkar: tað, ið er DANSKT, er av tí ónda og skal burtur. Kosta hvat tað vil. Misskilta Nationalisman er fram um alt undirbrotlig, og hon er tekin um undir­ lutakenslur mótvegis døn­ um. Tann álvarsliga avleið­ ingin av henni er, at hon kann enda við at isolera okkum her norðuri í Atlantshavinum. Ynskið um ein Jólafund, bendir á, at Tjóðveldi hev­ ur trupulleikar við sínum politikki og samleika. Tí vil flokkurin í síni despera­ tión styrkja seg við at leita aftur til sína keldu, nevni­ liga Jólafundin. Motorurin er um at steðga Floksformaðurin og flok­ stingið hjá Tjóðveldið nak­ að herfyri fortelja næstu syrgiligu søguna um stand­ in í flokkinum. Eftir nevnda floksting kom formaðurin við einari niðurstøðu um, at tørvur er á einari nýggjari tjóðskapar­ rørslu. Hetta er júst sama ynski, sum Tórbjørn Jacob­ sen hevur, um ein Jólafund – bara sagt á ein annan hátt. Hetta er sigandi fyri flokkin, sum seinastu 10 árini hevur livað eina bald­ ruta tilveru. Fyrst sum drívmegi í miseydnaðu fullveldissamráðingunum við stjórnina fyrst í hesi øldini. Síðani sum and­ støðuflokkur uttan ávirkan. Síðani eina stokkuta stund inni aftur í CHE­hitanum. Og nú úti aftur í myrkrinum, tí ongin kann samstarva við flokkin. Nú verður so ásannað av hægsta stað, at Tjóðveldi vantar politiskt brennievni. Tangin er tómur. Motorurin er um at steðga. Ella kódna. Syrgiligt og komist. Solidariskur vinnarafelagsskapur Ein av fleiri orsøkum til frustratiónina og samleika­ kreppuna hjá Tjóðveldi er, at høvuðsfíggindin – Ríkis­ felagsskapurin – enn eina ferð er á sigurskós í Føroyum. Virðið í Ríkisfelagsskap­ inum er komið ómetaliga greitt fram seinasta hálva árið, meðan fíggjarkreppa og síðani búskaparkreppa hevur riðið øllum heimi­ num sum marran. Hetta hava øll í Føroyum lagt til merkis, og tað pínir í Tjóðveldi. Í fíggjarliga og búskap­ arliga ódnarveðrinum hava t.d. allir føroyskir peninga­ stovnar fingið lut í banka­ pakkunum. Hetta hevur beinleiðis týdning fyri hvønn einstakan føroying. Innskjótaratrygdin er hækkað heilt upp í 100 prosent. Tað merkir, at øll í Føroyum, sum hava pengar á bók í føroyskum peninga­ stovnum, kunnu sova púra róliga hvørja einastu nátt. Um so alt bankakervið í Føroyum skuldi farið fyri bakka, missir ongin eina krónu. Og so hava føroyskar fyritøkur nú eisini fingið lut í donsku eksportkreditt­ skipanini, so trygd er aftan fyri t.d. fiskaútflutning úr Føroyum. Ríkisfelagsskapurin vísir seg enn eina ferð at vera solidariskur og sterk­ ur. Hann er bolverkið, ið tryggjar samfelagið móti fíggjarligum og búskapar­ ligum hóttafalli. Tað fantastiska er, at Ríkisfelagsskapurin eisini hevur týdning fyri tey, sum ganga upp í Misskilta Nationalismu og prædika fullveldið fyri hvørjum øðrum. Hetta man svíða serliga illa í Tjóðveldi. Ein innspræning av saltvatni Kreppan í Tjóðveldi fer at halda fram, meðan fíggjar­ og búskaparkreppan herjar. Tað er í slíkum tíðum, at føroyingar veruliga merkja stóra týdningin av Ríkis­ felagsskapinum og trygd­ arnetinum undir føroyska samfelagnum. Tá búskapurin fyrr ella seinni vendir – við góðari danskari hjálp – fer aftur at bera til at vinna sær polit­ iskan fyrimun við at nøra um mytuna, sum í stuttum gongur út uppá, at Ríkis­ felagsskapurin, blokkurin, Danmark og danir eru rótin til at ilt í Føroyum. Inntil tá má onkur geva Tjóðveldi eina innspræning av saltvatni, tí í løtuni er standurin meira enn ússaligur. Ein innspræning av saltvatni til Tjóðveldi løgtings­ og fólkatingsmaður EdMUNd JoENSEN Lesið Sosialin - so eru tit við