fríggjadagur 3. apríl 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 66 - 3. apríl 2009
inni í Magnus Heina son ar
fjørði í Grønlandi. Vit
byrjaðu at fiska ein leygar
dag, og umráðandi var, at
vit fingu onkran fisk, áðr
enn sunnudagurin kom.
Men vit drógu svart hendan
dagin.
Hann segði, at teir síðan
løgdu seg í Skjoldungen,
har Pollur, sum var leigaður
til royndir, lá uppankraður
og helt sunnudag.
Vit bundu fast í Poll, og
hetta var fyrstu ferð, at eg
hoyrdi navnið Jákup Sverri
Joensen nevnt. Hann var
nevni liga við Polli.
Viberg segði, at tá Pollur
dró akker og fór sín veg, lá
línuskipið, hann var við, og
dreiv á fjørðinum.
Vit høvdu snellur í
skipi num, men høvdu ikki
loy vi at kasta. Men so koyr
di ein dorgina út, og hon
var full av fiski... og so var
”kampurin í gongd”, sum
hann tók til.
Hetta var hin 29. august í
1961.
Viberg mintist eisini fyrs
tu ferð, hann hoyrdi navnið
á Hjalta í Jákupsstovu
nevnt.
Vit vóru norðanfyri Før
oy ar, har vit partrolaðu
saman við Kapilsund fyri
Fiski rannsóknarstovuna.
Teir sendu Jens Chr. Svabo
norður at hjálpa okkum at
finna fisk, men tað gekk
ikki væl. Meðan vit eru
norðan fyri, kemur rann
sókn ar skipið Johan Hjort
til okkara.
Hann segði, at tá spurt
varð, um nakar føroyingur
var við skipinum, var svar
ið:
Vi har en flot ungkarl
fra Færøerne ombord, Hjalti
í Jákupsstovu.
Viberg mintist eisini, tá
hann fyrstu ferð hoyrdi um
Rógva K. Mouritsen, sum
eisini er vorðin kendur í
havrannsóknarumhvørvi.
Hann kom við okkum
suður á Bill Baily. Hetta var
síðst í november, og veðrið
var vánaligt. Tá vit komu
aftur í havn, tók Rógvi
klædna sekkin, fór niðan
eftir bryggjuni, og vit sóu
hann ongantíð aftur, segði
Viberg Sørensen brosandi.
Messuprát
Eins og Viberg segði, at
fiski frøði ikki altíð hevur
havt so gott orð á sær í
messu práti umborð á skipi,
hevði Jan Højgaard, for
mað ur í Føroya Fiski
manna felag, sum var næstur
at taka orðið, eisini eina
slíka søgu at siga.
Jan segði, at soleiðis, sum
hann hevði skilt gomlu tíð
ina, tá fiskifrøðiligi stovnur
in varð skipaður fyri mong
um árum síðan, vóru eisini
fiskimenn glaðir fyri henda
stovn og spentir eftir at
fræt ta um tær metingar,
sum stovnurin kom eftir.
Men sum frá leið, og tá
línu reiðskapurin
gjørdist
betri við eitt nú sissal línu
og svøvlalínu, fór stevið
mill um fiskifrøði og fiski
menn at dragna.
Jan vísti á, at fiskifrøðin
ikki altíð hevur fingið besta
um mæli í messupráti, og
hann helt, at samstarvið
mill um fiskimenn og fiski
frøði ikki er nóg gott.
Vit mugu arbeiða meira
saman, helt formaðurin í
Fiski mannafelagnum fyri.
Hann vísti á, at vitanin
um fiskifrøðiligu gongdina
ikki er nóg stór, ei heldur
forstáilsi millum fiskimenn
og fiskifrøði.
Fiskur kennur ikki
mørk. Tað nyttar einki at
friða leiðir, sum best ber til,
tí botnviðurskiftini eru so
ymisk
og
kunnu
hava
alstóran týdning. Í onkrum
lond um hava teir friða við
bara at seta nakrar strikur í
kortið, men tað dugir ikki.
Jan Højgaard nam eisini
við eina stuttliga søgu.
Eg var við línuskipinum
Mascot,
tá
kokkurin
um borð, Sigmund Djur
huus, sum er ein óførur
kokk ur, hevði fingið kjans
við
havrann sóknar skipi
num, Magnusi Heinasyni.
Het ta var ikki serliga væl
dámt
millum
menninar
umborð – tað, at maðurin
nú fór við havrann sóknar
skipi, segði formaðurin í
Før oya
Fiskimannafelag,
sum við endan av síni røðu
handaði Havstovuni eina
gávu.
Stór heiðursgáva
Undan móttøkuni hevði
okkurt graml gingið um, at
Fiski rannsóknarstovan fór
at fáa handaða eina stóra
peninga gávu til nýtt hav
rann sóknarskip, og tí var
spenn ingurin
stórur,
tá
Jákup Sólstein, fyrrverandi
for maður í Føroya Reiðara
felag, steig fram.
Jákup byrjaði við at siga,
at Reiðarafelagið í hansara
tíð hevur havt eitt sera gott
samstarv við Fiski rann
sóknar stovuna, tó at partar
nir ikki altíð hava verið
samd ir
um
fiskifrøðilig
útlit.
Fyrrverandi
reiðara
felags fo r maðurin
hevði
eisini onkra søgu at siga,
hvus su hann sum skriv
stovu maður hjá Kjølbro í
seks ti áru num skuldi skriva
vekta r seðlar og senda teir
til Jákup Sverra Joensen.
Jákup Sólstein helt fyri,
at týdningurin av Fiski rann
sókn arstovuni ikki minst
hev ur verið stórur, tá sam
ráðast skuldi um fiski rætt
ind a avtalur landanna mill
um.
Tá aðrir møta til slíkar
fund ir, hava teir sínar ráð
gevar við, og tað hevur ver
ið ein stór hjálp hjá okkum
í slíkum samráðingum, at
vit hava havt okkara ráð
gevarar við til at undirbyggja
okkara krøv.
Hann helt fyri, at Føroy
um hevur eydnast at fáa
rími liga væl burtur úr í
sam ráð ingum við onnur
long, og hetta er ikki minst
stovninum í Nóatúni fyri at
takka.
At enda í síni røðu av dúk
aði Jákup Sólstein stóru
pen ing a gávuna, sum For
skots grunnur Fiskiflotans
hev ur samtykt at játta til
bygg ing av nýggjum hav
rann sóknarskipi – nevniliga
10 miljónir krónur!
Eftir
fráboðanina
um
hesa tilsøgn, segði stjórin á
Hav stovuni, Hjalti í Jákups
stovu, seg nærmast vera
mál leysan og helt fyri, at
gáv an
er
eitt
stórt
”trúarsignal”
frá
einari
sam lað ari føroyskari vinnu,
sum hann tók til.
Eftir hetta høvdu eisini
onn ur orðið, og millum
røðar ar, ið nýttu høvi at
heil sa Havstovuni á há tíð
ar degnum, var Tórbjørn
Jacob sen, fyrrverandi fiski
mála ráðharri, ið var maður
in, sum setti út í kortið við
nýggjum
havrann sókn ar
skipi.
Tað var ein sera ovfarin
stjóri á Havstovuni, Hjalti
í Jákupsstovu, sum í gjár
tók ímóti eini tilsøgn upp
á heilar 10 miljónir krónur
til bygging av nýggjum
havrannsóknarskipi
Mynd: Álvur Haraldsen
Tilsøgnin hjá nevndini fyri Forskotsgrunni Fiskiflotans til bygging av nýggjum havrann sóknar
skipi er treytað av, at løgtingið samtykkir broytingar í lógini fyri grunnin – og at verkætlanin
verður veruleiki
Mynd: Álvur Haraldsen
Tónleikagudstænasta í Sandavágs kirkju
Pálmasunnudag kl 18. verður gudstænasta, har Vágakórið saman við Gudmundi Mortensen,
organisti og kórleiðara, fara at taka lut. Har verður kórsangur, orgultónleikur og
felagssálmasongur. Lisið verður úr Halgubók. Skráin er soleiðis, at tónleikur og lestrar hóska til
hvønn dag í páskavikuni: pálmasunnudag, skírishósdag, langafríggjadag, páskadag og annan
páskadag. Kórið syngur kórsatsir við orðum úr Sálmunum í Gamla Testamenti og sálmum úr
Sálmabókini. Merete Kuhlman, organistur, hevur skrivað nakrar av hesum satsum. Hon dugir
sera væl við einfaldum tónalagi og urgufylgispæli at fáa innihald og tónar í teimum ymsu
páskadøgunum fram. Gudstænastan er ætlað sum fyrireiking til páskahátíðina.