fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Rákið – vár '09
1. Nær byrjaðu tit at hyggja
at boppum?
Kim: Frá fyrsta degi. Tað er jú tað
fyrsta, tú fær slongt upp í andlitið, tá
tú kemur í verðina.
Terji: Ja. Eg hugdi eisini, tá eg var
smádrongur. Onkuntíð, tá lærarinnan
kom inn í skúlastovuna, sat eg bara
og stardi og hugsaði »wauw!«
Høgni: Frá tí, eg gavst at súgva,
til eg var eini 12 ár, hugdi eg ikki
so nógv. Men síðan hava tær fylt
ótrúliga nógv av kvinnuni.
Terji: Ja, tú mást ordiliga lyfta høkuna
upp fyri at fáa eygnakontakt...
Høgni: ..og at hyggja er nakað,
sum hongur við.
2. Hvussu eita tær?
Terji: Umframt boppur ella bróst,
eisini onnur nøvn, til dømis júgur,
nøtir, boyur og hondtøk.
Kim: Altso ja, og forlyktir og melónir
...
Høgni: .. og vimplar og spejlegg
eisini.
3. Hvat er tað, sum er so
hugtakandi við boppum?
Høgni: Fyri tað fyrsta, at tær gera
kvinnuna øðrvísi enn okkum mannfólk.
Terji: Ja, tað er formurin, sum ger tær
øgiliga hugtakandi. Men reyvin er
sgu eisini ótrúliga viktig.
Kim: Ja absolutt, boppurnar eru ein
partur av øllum.
Høgni: Men tað hevur kanska aftur
nakað við tað at gera, at tað er eitt
tað fyrsta, sum tú sært, tá tú kemur í
verðina. Kanska tað hevur nakað við
ødipus kompleksið at gera.
4. Hvussu ofta hyggja tit at
boppum?
Terji: Alla tíðina!
Kim: Ja, tað passar. Vissi tú eygleiðir
eitt konufólk, so hyggur tú eisini at
boppunum, kanska næst at reyvini
og eygunum. Tað er so nógv, sum
hugtekur við eini kvinnu.
Høgni: Vissi eg líka kann siga eina
søgu. Ein dagin eg kom súkklandi
oman til Steinatún, kom ein genta
gangandi har í summarklæðum
og einari skríggjandi gulari blusu,
og har boppurnar stóðu frameftir
sum tveir stórir vimplar, sum bara
søgdu »Hygg her«. Sum ein góður
ferðandi í ferðsluni, hugdi eg uttan
um meg, áðrenn eg súkklaði víðari,
og har varnaðist eg, at hvørt einasta
mannfólk nærhendis hugdi eftir
henni. Tað sigur kanska nokkso
nógv.
Terji: Ja, og kvinnur eru eisini ótrúliga
bevístar um, hvussu tær kunnu brúka
tær til at fáa uppmerksomheitina.
5. Hvussu definera tit góðar
boppur?
Terji: Síggi eg ein skurð undir
boppuni, so er tað fullkomið turnoff!
Kim: Ja, og hanga tær, so kann
man gott lata tær í ein lekkran
bróstahaldara.
Høgni: Tað skal sjálvandi hanga
saman við restini. Tær skulu gjarna
vera eitt sindur fastar og ikki hanga.
Terji: Ja, men tær skulu passa til
restina av kroppinum, so eru tær
góðar.
Kim: Tú mást helst kunna lyfta tær eitt
sindur, og føla vektina í teimum ☺
6. Hvussu skulu bróst
vørturnar síggja út?
Terji: Tær skulu vera livandi. Tú skal
føla, tá hon er tendrað. Men tað
er ikki umráðandi, at tær standa
og stritta alla tíðina. Tað skal bara
vera sjálv vørtan, sum “vaknar”, so
tær ikki líkjast súgvikoppum. Og tað
skulu ikki vera hár á.
Høgni: Ringurin kring bróstvørtuna
skal ikki dekka for langt út yvir
boppuna.
Kim: Nei, tað skal hann ikki.
Høgni: Tað skal heldur ikki vera for
nógvur munur á litinum á boppunum
og bróstvørtunum.
7. Hvussu hava tit tað við sili
kon, innleggum og pushup?
Terji: Push-up er okey. Men hitt er eitt
sindur turn-off, haldi eg.
boppur so fantastiskar
Hví halda mann-
fólk boppur vera
so spennandi?
Vit hava bjóðað
trimum kendum
mannfólkum ein
túr á Hvonn í
Vágsbotni, har
vit tráspyrja teir
um, hvat tað í
veru leikanum er,
sum ger, at
mannfólk elska
boppur
Kim Hansen
37 ár
10. flokk
Tónleikari
Í parlagi
Terji Rasmussen
42 ár
Pedagogur og
miljøterapeut,
tónleikari og stjóri í
Studio Oyravox
Í parlagi
Høgni Mohr
40 ár
Maskinsmiður,
men arbeiðir sum
journalistur
Giftur
P
A
N
E
LIÐ