fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Rákið – vár '09
Kim: Eg veit ikki heilt, um tað er
turnoff við silikonboppum.
Terji: Jú, tað at tú veit, at tað er
sovorðið innanfyri, tað haldi eg er
eitt sindur soleiðis ..
Høgni: Við push-up so skal tað jú
heldur ikki verða soleiðis, at tá tú
tekur bróstahaldaran av, fer teppið
niður, áðrenn leikurin er byrjaður.
Og eg haldi, at tað er syndarligt við
hesum operatiónunum.
Kim: Tað er kanska ljótt við hesum
arrunum. Men hinvegin, tá eg komi
í pensjónsaldurin, so havi eg einki
ímóti, at tað er gjørt eitt sindur við
boppurnar, kanska strammaðar upp
eitt sindur.
Høgni: Men alt við máta! Tað er
eingin meining í at sita sum 60 ára
gomul við ovurstórum ballónum.
Terji: Men hetta við silikon og
sovorðnum. Kanska eru vit bara
ov gamlir. Ein 20 ára gamal hevði
kanska sagt okkurt annað. Eg
kenni eina gentu, sum vildi vera
pornostjørna, so hon fekk sær formar
eftir »idealunum«. So skuldu vit føla
áðrenn og aftaná, men eg má siga,
at tær vóru betri áðrenn!
8. Hvussu nógv brúka tit
bróstini, meðan tit elskast ?
Terji: Nógv!
Høgni: Ja, øgiliga nógv!
Terji: Eisini tá vit ikki elskast. At
liggja og leggja høvdið innat, tá
man liggur á sofuni og slappar av.
Tað er fantastiskt.
Høgni: Tað er himmalska deiligt.
Kim: Tað eru eisini nógvir góðir
stillingar til, og tá kunnu tær brúkast
nógv.
Terji: Ja, har eru nógvir møguleikar.
9. Finnast vánaligar boppur?
Allir: Ja!
Terji: Ja, sum tá rondin rundanum
bróstvørtuna er ov stór. Eisini
tær líkjast einum sokki við einum
tennisbólti í.
Høgni: Ja, tað er ikki tað ideella.
Terji: Men vissi hon hevur átt børn,
so mugu tær gjarna hanga eitt
sindur. Og sjálvt um onnur blívur
størri, og sindur av muni er á, so ger
tað einki.
Kim: Tað er kanska meira konufólk,
sum ganga upp í tað.
10. Í hvørjum klæðum rigga
boppur best?
Terji: Uttan!
Kim: Tað veldst um, hvat fetish man
er til.
Høgni: Tað er fullkomiliga vónleyst
at tosa um. Men tað veldst nógv um
umstøðurnar. Til dømis í haganum og
hon er í morreyðari troyggju – tað er
veldigt.
Terji: Hon skal ikki vera í brósta-
haldara. Hann skal vekk sum
skjót ast. Tað finst eingin brósta-
haldarafetish.
Høgni: Men trussur hava nógv at
siga.
Kim: Ja, tað haldi eg
eisini, tær hava nógv
at siga.
11. Hvussu er
við boppum
í føroyskum
klæðum?
Terji: Heilt fantastiskt.
Høgni: Ja tað er
ótrúligt.
Terji: Tað er meira
estetiskt og ótrúliga
pent.
Høgni: Tað er vakur-
leiki, sum tú hevur
virð ing fyri.
Kim: Ah! Tað avhong-
ur nokk av, hvussu
tjóðskaparligur, tú ert.
Høgni: Jú, tað rúmar absolutt
seksualiteti.
Terji: Ja, at hála ketuna úr føroysku
klæðunum, og »lata pakkan upp«,
tað er fantastiskt.
12. Hvussu hava tit tað við
eldri boppum?
Terji: Tær eru okey.
Kim: Trúgvi, at vit menn dáma væl
ungar damur. Tær hava nakað serligt
yvir sær.
Terji: Men tað ger onki, at man sær,
at tær hava givið lívið víðari.
Høgni: Tað eru konufólk, sum hava
fínar boppur, hóast tær eru eldri.
Kim: Tað er eisini nakað við, hvussu
tær føla seg.
Høgni: Ja, gongulagið hevur nógv
at siga. Hvussu tær bera seg og hvat
tær útstrála.
13. Hvat halda tit um
piercingar í boppunum?
Terji: Nei, tað veit eg ikki.
Høgni: Nei ...
Kim: Tað er ikki
akkurát nakað, sum
eg eri villur eftir.
Terji: Eg havi roynt
at verið saman við
einari, sum hevði
piercing í boppunum.
Men tað er ikki nak-
að, sum gevur eitt
eyka kick.
Kim: Nei, tað er tað
ikki. Men tað eru
nøkur, sum dáma tað
væl.
Terji: Kanska eru vit
for gamlir. Ja, tað eru
vit sikkurt. Høvdu vit
havt ein ungan mann
millum okkum, so
hevði tað verið nakað
heilt annað.
14. Hvussu nógv hava
boppurnar at siga í mun til
restina av útsjóndini?
Terji: Næstmest!
Høgni: Í mun til útsjóndina hava tær
nógv størri týdning fyri kvinnurnar,
enn fyri okkum.
Kim: Er tað reyvin, tú hugsar um?
Terji: Ja. Reyvin er absolutt á
fyrsta plássi. Men tað skal vera
symmetriskt.
Kim: Mær dámar væl stórar boppur,
men tað má vera javnvág í. Ikki sum
nógvar pornomodellir, har boppurnar
er fullkomiliga asymmetriskar.
15. Hvat er besta
boppuveðrið?
Høgni: Tað eru teir lumpisligu
summar dagarnir, tá øll blíva forkøl-
að. Tá sólin lokkar genturnar at lata
seg tunt í, og tað er kaldari, enn
man heldur, so vørturnar standa
fram.
Kim: Ein vakur dagur sum í dag fær
alt at vakna, eisini okkum menn. Teir
góðu várdagarnir, tá sólin skínur,
klæðini lætna og lív kemur í alt aftur.
16. Hvør er so niðurstøðan
hjá tykkum?
Terji: Vissi vit skulu siga nakað í
felag, so verður tað...
Høgni: ..vistfrøðiligar boppur, takk!
Silikon brúkar man, tá man umvælir
húsini.
Terji: Ja, vistfrøðiligar boppur eru
best.
Kim: ja...
_____________________________
Orð: Rógvi Nybo
Myndir: Jens Kristian Vang, Polfoto
_____________________________
So er bara at velja:
Boppa, barmur, bringa,
bróst, buppa, bubba,
boyur, bóltar, bananir,
konubróst, júgur,
kultur, kusa, snoppa,
snubba, spini, stálmi,
vørta, nøtir, hondtøk,
forlyktir, melónir,
vimplar, spejlegg, gajol,
rosinur, rullugardinur,
airbags, pattir, kúlur,
eygu, kanaljur, knetti,
frikadellur, vaskibretti,
kanónir, lanternur,
gazongas, heingipartí,
perur, russaraboyur,
mjólkafabrikk, meiarí,
appilsinir, buglur,
modeltok, stór lungu,
skibakkar.