Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Rákið – vár '09 Nú kroppurin hevur verið ball­ aður inn í tjúkk og heit klæðir í fleiri mánaðir, hevur húðin brúk fyri øllum tí kærleika og umsorgan, sum er at finna. Eitt av støðunum, har tú heilt vist upplivir satt forkelilsi og luksus er hjá Cosmeto: Ein oasa undir viðarlundini í Havn. Ein myrkan mikudag í mars var Rákið bjóðað til krops­ og and lits­ viðgerð og prát um húð og vælveru hjá Mariu Vilhelmsen, sum eigur vælveru­ og vakurleikasalongina Cosmeto. Meðan hon bjóðar mær eitt heitt og avslappandi fótabað, saman við einum góðum temunni, stillum tónleiki og blómuanga, forklárar hon um húðina, og hví tað er so umráðandi at fyrireika hana væl til várið og summarið. – Veturin er ikki góður fyri húðina. Vit eru nógv inni og ballað okkum í heit klæði. Inniluftin er heit og turr og húðin tornar upp, fortelur hon, meðan hon turkar føtur mínar við mjúkum handklæðum. Nú eg merki eftir, skilji eg, hvat hon meinar: Bæði hendur, føtur, knø og albogar eru tornað upp í vetur. So tað verður gott at koma yvir á briksina, har hon fer at geva mær eina kropspeeling. Virða persónligu mørkini Leggi meg upp, og havi stór, heit og mjúk handklæði um kroppin, so eg liggi ikki ber. – Vit ganga høgt uppí, at kundin ongantíð kennir seg naknan ella beran. Tí er bara tann parturin av kroppinum berur, sum vit arbeiða við, sigur hon, meðan hon flytur handklæðið upp, so hon fær gníggj­ að peeling­kremið frá Ole Henriksen á beinini. – Hetta tekur burtur allar tær deyðu húðsellurnar, og gevur húðini vitaminir og miniralir, greiðir hon frá, meðan hon masserar kremið inn í allan kroppin. Aftan á verður kremið vaskað av við einum vátum svampi. Og eg eri um at sovna, tí tað er so deiligt. Hetta hava øll uppiborið Liggi og hugsi um mammu. At hetta átti hon at upplivað. At blíva ordiliga forkelað. Hava allar mammur ikki tað? Ella øll fólk fyri tað? Jú, hetta áttu øll at unt sær og hvørjum øðrum viðhvørt. – Vit hava nógvar fastar kundar, bæði kvinnur og menn. Summi ganga fast einaferð um mánaðin, onnur bara av og á. Tað eru eisini arbeiðspláss, sum bjóða starvsfólkunum massagu. Og so hava vit ofta polterabend, har ein bólkur kemur inn við brúðrini ella brúðgóminum. Viðhvørt fáa øll somul viðgerð og aðrar tíðir bara høvuðspersónurin, meðan hini sita og hugna sær við einum glasi av onkrum góðum, sigur Maria, sum nú masserar kroppin hjá mær inn í kropskrem. Her arbeiða tríggir kosmetologar og her eru trý viðgerðarrúm við tveimum briksum í hvørjum, tí ber eisini til at vera tvey inni í senn. Klár til várið Forkela teg sjálva við professio nellari krops­ og andlits viðgerð, sum fyri reikar húðina til várið, sólina og lættari klæðir