Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Rákið – vár '09 – Her koma alt fleiri pør, sum vilja hava eina hugnaliga løtu saman. So byrja tey inni í spa’inum, har tey kunnu vera saman. Og so fáa tey viðgerðir aftaná. Tað er ordiliga romantiskt, sigur Maria, sum hervið hevur sent hugskotið víðari ... Solarium er bannað Nú er túrurin komin til andlitið. Leggi meg behagiliga aftur á, og taki ímóti. Fyrst verður húðin reinsað í dýpdini við produktum frá Medex. Aftan á fái eg tvær ymiskar maskur, andlitsmassagu, scin-tonic og til endans andlitskrem og upp- byggjandi krem kring eyguni og varrarnar. Og eg fái rós fyri at hava so vakra húð. Tað arvar man frá mammuni, sigur Maria. Men eg skal ansa væl eftir húðini. Reinsa hana hvørt kvøld og hvønn morgun, sova við náttkremi og smyrja dagkrem á um morgunin. – Tað ringasta fyri húðina er sól. Bæði natúrlig, men serliga kunstig, sum er púra bannlýst, sigur Maria, sum rámandi leggur afturat, at solarium er fyri tey, sum vilja hava rukkur og krabba upp á tilboð. Tí er tað eisini vorðið alt meira vanligt at brúka sjálvbrúnara við SunSpa spreyum, sum tey eisini bjóða hjá Cosmeto. Hetta er nógv brúkt hjá teimum, sum skulu vera serliga fín. – Tey ungu vita væl, at sólin er vanda mikil, og at tey skulu verja seg móti henni. Vit aðrar lógu bara og sólaðu okkum í tímavís, sigur Maria, sum hevur eina serliga missión við teimum ungu: Nevniliga at fáa tey at brúka dygdarvørur til húðina. – Tað eru so nógv merki, sum fylla pakkarnar upp við fyllievni, til dømis miniralskum oljum, sum onki gott hava í sær. Tí er tað umráðandi, at man keypir góðar vørur, við nógvum aktivum evnum í, sigur hon. Alt vaknar – eisini vit Viðgerðin hjá Cosmeto endar við, at eg fái eina lætta make-up við lekra merkinum Youngblood. Fari ikki út uttan sminku, soleiðis er tað bara. Miniral-putur, sum vit longu hava selt okkum til á Rákinum, og so ein penan lit til eyguni, sum eg ikki vanliga brúki: Myrkt bourdoux. Hann má eg fara at keypa. – Tú brúkar vanliga svart. Men viðhvørt skal man royna nakað annað. Og nú várið er á veg, vaknar alt til lívs, bæði kring okkum og vit sjálvi. Vit frískast upp og bjóða sólini vælkomnari. Hetta sæst eisini aftur á litunum, vit smyrja okkum við, sum eru ljósari og frískari, sigur Maria at enda, tá vit sita saman í sofuni og fáa okkum ein frískan smoothie. Heit, rein, mjúk og pent sminkað fari eg út í várið aftur. Haldi eg havi verið í paradís seinastu tveir tímarnar. Og so mitt í arbeiðstíð. Kul ... ________________________________ Lagt til rættis: Rigmor Dam __________________________________ Reint luksus, mitt í Havn. Cosmeto bjóðar bæði andlitsviðgerðir, kropsviðgerðir, vøddamýking, húð- og neglarøkt og spa Hendurnar fáa eisini ein umgang av massagu, og neglirnar fáa fínt ljósareytt neglalakk, sum hóskar til árstíðina Føturnar hava tað ikki gott um veturin. Húðin er turr, og tær trongja til at blíva forkelaðar. Maria gevur mær fótabað, masserar føturnar við kremi og smyr ljóst neglalakk á. Nú eri eg klár at finna táleysu yndissandalurnar fram aftur. Jubiii ...