Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Rákið – vár '09 Góður stílur er ikki nakað, tú kanst keypa. Góður stílur vísir, at tú hevur sjálvsálitið til at velja tað, sum hóskar tíni persónligheit best, sigur Bergtóra Óla­ dóttir Poulsen, sum eigur handilin 2U í Klaksvík Bubetti, Fly London, Dr.Martens, Camper. Við eksperteygum lata kvinnurnar eyguni glíða eftir nøkrum av heimsins kendastu skógvamerkjum her í handlinum 2U. Tær vita, hvat tær vilja hava og hava longu tikið eina avgerð. Tí hava tær leitað sær inn hendan dreymin av dýrum dygdarvørum hjá Bergtóru Óladóttir Poulsen í Klaksvík. Fyri hvørja ferð hurðin gongur, tykist alt tos um kreppu og sparingar enn longri burturi. – Dýru merkiskógvarnir ella designarablusan er eitt tað síðsta, mínir kundar velja frá. So spara tær heldur aðrastaðni. Dygdarvørur er stutt sagt ein spurningur um rað­ festing, sigur Bergtóra Ó. Poulsen avgjørd á málinum. Og ikki minst ein spurningur um stíl – góðan stíl væl at merkja, sum ikki gongur uppá kompromis. Ikki tí góður stílur endiliga nýtist at vera dýr pløgg frá toppi til tá. Heldur vísur góður stílur, at tú veist, hvat tú vilt hava, og hevur sjálvsálitið til at velja tað út millum alt annað, sum trokar seg á. Júst tað, er eitt serstakt designaraplagg við til at undirstrika, heldur Bergtóra, sum ikki er í iva um, hvat hon sær, tá hon sær eina kvinnu í einum skóm fyri einar 3000 krónur. – Eg síggi eina stílbevísta kvinnu, sum setur prís uppá dygd og unnir sær sjálvari tað besta. Hon hvílir í sær sjálvari, veit hvat klæðir sær og hevur onki ímóti at vísa tað. Djarvur handil Sjálvsálit og dirvi var heldur ikki tað, ið manglaði, tá Bergtóra Ó. Poulsen læt upp handilin 2U fyri skjótt fýra Góður stílur