Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Rákið – vár '09 árum síðani. Nógv hildu hana vera øra, tí ein skógvahandil í Føroyum, sum bara selur nøkur av heimsins dýrastu merkjum, var óhugsandi. Í Klaksvík var tað beinleiðis tápuligt. Hildu tey flestu. Men ikki Bergtóra – Eg var vís í, at tørvurin var har. Eg visti eisini, at tað ráddi um at raka røttu kundarnar heldur enn so nógvar sum gjørligt. Man skal ikki undirmeta føroyskar kvinnur og billa sær inn, at tær ikki vilja brúka pengar uppá dygd. Og tær eru also nógvar, sum ikki halda tað vera serliga stuttligt at síggja 50 kvinnur í somu skóm sum tær, beinanvegin eitt nýtt merki er komið til landið, sigur Bergtóra, sum leggur doyin á ongantíð at hava meir enn nøkur fá pør av sama merki til sølu. Hon dylur ikki yvir, at kundarnir ofta spyrja hana beinleiðis, hvussu nógv pør hon hevur av onkrum merki og lata tað vera avgerandi fyri, um tær keypa skógvarnar. Og Bergtóra skilur tær væl. Tí er tað eisini heilt avgerandi fyri hana, at merkini í 2U ikki verða seld aðrastaðni í Føroyum. Hetta er eisini galdandi fyri klædnamerkini Múuse og Gróa, sum hon nýliga hevur víðkað úrvalið í 2U við eins og fyri Replay cowboybuksurnar, sum hon fer undir at selja í næstum. – Frætti eg um, at onkur ætlar at selja somu merki, gevist eg við teimum í stundini. Tað snýr seg um mína virðing fyri kundunum. Tær koma her at keypa okkurt serstakt, og tað skulu tær eisini vita, at tær fara út aftur við, sigur Bergtóra. Virðingin fyri kundanum er eisini orsøkin til, at Bergtóra ikki letur prísirnar síggjast á vørunum í vindeyganum í handlinum ella á heimasíðuni. – Tíverri finnast tað fólk, sum fáa ilt eitt vist stað av at onnur velja at brúka fleiri túsund krónur uppá eitt plagg. Og tað skulu mínir kundar ikki svíða fyri. Tær skulu hava ein kjans at vera tað, tær eru og dyrka sín stíl, sum tær vilja, uttan at onnur skulu ganga og skræða seg um tað, sigur Bergtóra avgjørd. Dulla ella elegant Sjálv er Bergtóra ikki í iva um, hvat góður stílur er. Góður stílur undirstrikar tína persónligheit og osar av sjálvsáliti. Ein kvinna við stíli er væl pleygað og lekkur uppá ein avslappaðan máta, staðfestir hon og heldur fram. – Hon er ein, tú hevur respekt fyri og sum ikki hevur brúk fyri, at klæðini skulu vekja uppmerksemi. Hon kann »Eg havi sett mær fyri ikki at fara upp um tey 64 kiloini, sum eg havi vigað í nógv harrans ár. Disiplin er gandaorðið. Eg eti alt – bara ikki altíð« »Tað er munur á at vera lekkurt feminim og so sexut uppá tann flovisliga mátan« »Eg undrist yvir, hvat fær summar kvinnur at velja hatta bíliga dullu-lookið« Yndistaskan er ein svørt Bulaggi osar av sjálvsáliti Sjálv dámar Bergtóru Óladóttir Pousen best klassisk snið í basislitum. Her er hon í buksum frá Replay, stylvum frá Bubetti, blusu frá Múuse og vesti frá Gróa »Ongin kvinna heldur tað vera stuttligt at síggja 50 aðrar í sama plaggi, beinanvegin eitt nýtt merki er komið til landið«