Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Rákið – vár '09 gott fara í ein stuttan og beran kjóla, uttan at líkjast eini dullu, tí hon veit, hvar markið gongur. Við eini elegantari smykku og einum snøggum skóm rakar hon javnvágina, har hon blívir lekkurt kvinnu lig og ikki sexut uppá tann flovisliga mátan. Sambært Bergtóru gongur markið millum góðan og vánaligan stíl við tað yvirpyntaða, har klæðir, make- up og alskyns tingeltangel skríggja eftir uppmerksemi fyri at fjala yvir eitt vánaligt sjálvsálit. – Tað er vánaligur stílur og sær ópleygað út, tá kvinnan díkir seg undir í make-up, kunstigum eygna- vippum, hárextensins, fleiri løgum av smykkum og so framvegis. Kemur hon hartil skinklandi í høgum stilett- hælum og eini strammari, ógvusliga útringaðari blusu ein gerandisdag fær hon illa blivið meir kiksað og smakkleys, sigur Bergtóra, sum heldur tað vera syrgiligt at síggja kvinnur gera sær fyri skommum uppá hendan mátan. – Hatta dullu-lookið er kanska eitt mótarák millum so nógv onnur beint nú. Spurningurin er, hví summar kvinnur velja júst tað bíliga lookið. Tær vita jú væl, at tað forstýrar fólk rundanum tær. Vit kunnu so bara gita okkum til, hvønn tær vilja forstýra og hví, sigur Bergtóra Hon leggur afturat, at tað sjálvandi altíð finnast ymiskar typir og rák, eitt nú Bohéme-rákið, sum dusar sær í litum og mynstrum uttan at tað nýtist at blíva smakkleyst. Og at stiletthælar kunnu rigga væl til veitslu og á eini kvinnu, ið dugir at ganga í teimum. Gandaorðið er at vita, hvar markið gongur. Lítið sjálv kritisk mannfólk Eisini mannfókini kundu havt brúk fyri at hugsa seg eitt sindur betri um, tá teir lata seg í, heldur Bergtóra. – Tað er so týðiligt, at nógv mannfólk lata dámuna ella konuna gera av, hvat teir skulu í – og eg fati also ikki, hví kvinnurnar gera tað. Ofta fær persónligheitin hjá manninum ongan kjans, tá kvinnan roynir at smoyggja onkran ávísan stíl yvir høvdið á honum. Stílur er jú ikki nakað tú kanst keypa ella lata teg í, tí góður stílur spælir altíð saman við persónligheitini, sigur Bergtóra, sum eisini hevur onkur góð ráð at geva mannfólkunum. – Einar cowboybuksir, sum sita væl, ein smart T-shirt og ein snøggur klædningsjakki kunnu fáa flestu mannfólk at taka seg væl út. Nakrir millimetrar av skeggstubbum seta hartil maskulina prikkin yvir i'ið, heldur Bergtóra. Hon skilur væl, at mannfólkum dáma at síggja væl klæddar kvinnur, men teir mugu ikki gloyma, at tað eisini er øvut. – Kvinnur vilja sanniliga eisini síggja mannfólk, sum hava sín egna, góða stíl. Møguliga hevði tað hjálpt eitt sindur, um teir ansa eitt sindur betri eftir búkinum hjá sær, sum teir kanska ikki altíð hugsa so grúiliga nógv um, sigur Bergtóra við einum skálkasmíli. Tín egni stílur? Ein diskret blanding av ráum og femininum. Hvør hevur góðan stíl? Tórunn Ellingsgaard og Jennifer Aniston Hvat er vánaligur stílur? Dullu-look Størsta feilkeyp? Ein dýr ljósareyð designblusa við pailettum – havi aldrin verið í henni Yndisplagg? Einar gamlar »Replay« cowboybuksur Yndismerki? Bubetti Yndislitur? Svart Yndisperfuma? Gucci og Chanel Vakuleika ritual? Kroppskrem hvønn dag gevur mær góða vælveru Besta stylingtips? Ein svartur vestur markerar figurin og fjalir óhepnar buglir. Hvat finnur man absolutt ikki í tínum skápi? Stór og mynstrut klæðir uttan snið Smakkleyst? Stórar tatoveringar Eg kann ikki liva uttan ... Skógvar og kropskrem Mannfólk eru ... ov lítið sjálvkritiskir »Eg fati ikki kvinnur, sum keypa klæðir til mannin« Trúføstu Replay buksurnar sita sum stoyptar Navn: Bergtóra Óladóttir Poulsen Aldur: 42 ár Hædd: 175 cm Vekt: 64 kilo Starv: Eigur og rekur handilin 2U í Klaksvík ______________________ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen ______________________ Úrvalið í handlinum sæst eisini á heimasíðuni www.2u.fo