Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-03, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Rákið – vár '09 So var hann her! Tann føroyski móta blogg urin, har tú kanst lesa alt um mótan bæði heima í Føroyum og uttan lands. Kaos.fo tekur pulsin á gøtuni, men eisini á alheims mótasýningum. Har umframt er møguleiki hjá brúkarunum at gera viðmerkingar og samskifta um móta Ein mótabloggur á føroyskum máli, við føroyskum sjónarhorni og við eftirnavninum ”.fo” er nú vorðin veruleiki. Slíkir mótaportalar eru sera vanligir uttanlands, og at hyggja á tílíkar mótasíður er ein nógv nýttur háttur at leita sær íblástur og góð ráð. Ofta eru eisini bloggar tilknýttir, og fólk kunnu soleiðis samskifta um hvat hendir innan mótaheimin – og ofta við einum stuttligum undirtóna. Onkur føroyingur stendur handan onkran líknandi blogg, men kaos.fo er tann fyrsti heilføroyski mótabloggurin, og tað er Elin Christiansen úr Havn, sum stendur handan síðuna. Alt um móta Á kaos.fo ber til at síggja og lesa um Catwalk, har skrivað verður um sniðgevar. Til ber at lesa um bæði teir heilt stóru, men eisini smærri sniðgevar, sum eru á veg fram. Tá stóru mótasýningarnar verða á skránni, verður sjálvsagt eisini ein hópur av myndum frá mótasýningum kring allan heim lagdar út her. Til ber at klikkja seg inn á Íblástur, har myndir, tekstir ella annað kunnu geva íblástur til ein ávísan stíl. Ein leinkja eitur Copycat, og har sæst, hvussu tú sjálv kanst gera tey pløgg, sum tú mást hava. Her fært tú góð ráð um, hvussu tú kanst spara hópin av peningi við at leita kreativu síðuna fram og samstundis klæða teg í tað nýggjasta nýggja. Til ber eisini at fara inn á Gøtan, har myndir av vanligum fólki við ser merktum stíli eru at síggja. kaos.fo fer at vera nógv úti við myndatólinum bæði í Føroyum og uttanlands, og Elin Christiansen úr Havn er kvinnan handan nýggju føroysku mótasíðuna kaos.fo. Elin er útbúgvin »Designteknolog«, ið snýr seg um móta og stíl, og lesur nú »Multimediadesign«, sum m.a. snýr seg um at gera heimasíður. Kaos.fo er ein føroyskur mótabloggur, ið vísir nýggjasta rákið Kaos.fo