fríggjadagur 3. apríl 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Rákið – vár '09
alt, sum kann geva øðrum íblástur,
verður lagt út.
Klædnaskápið hevur fokus á
klæðir, klædnasamanseting og
samanseting av litum. Her verða øll
mást-hava víst, og íblástur fæst til,
hvussu tú kanst blanda gamalt og
nýtt, dýrt og bíligt.
Harumframt eru leinkjur til aðrar
mótasíður og -bloggar, so tú sjálv
kanst surfa víðari, og lata teg føra
inn í mótaheimin á alnetinum.
Ætlanin er tó at broyta og menna
síðuna so hvørt, og hetta er tískil
”bert” byrjunarmenu’in.
Útbúgvin til tað
Elin Christiansen úr Havn er kvinnan
handan kaos.fo. Hon hevur altíð
fylgt væl við í øllum, sum hendir
innan mótaheimin, og tað fall henni
tí nattúrligt at útbúgva seg tann
vegin eisini. Í summar varð Elin
liðug sum »Designteknolog«, ið er
ein útbúgving innan sniðgeving og
móta.
Men hóast Designteknolog er
ein viðurkend útbúgving, ið gevur
góðar møguleikar, so helt Elin
fram at útbúgva seg. Nú lesur hon
»multimedia-design«, ið millum ann-
að gevur henni góðar førleikar at
gera heimasíður.
Í stuttum kann tí sigast, at
kaos.fo er ein samantvinning av
tveimum útbúgvingum og Elinsa stóra
áhuga fyri móta.
– Eg havi sjálv nýtt slíkar heima-
síður heilt nógv, og tað er ógvuliga
vanligt at fólk innan mótavinnuna
blogga og hava heimasíður, har tey
skriva um hvat hendir á mótaøkinum.
Eg helt, at tað kundi verið stuttligt at
gjørt eina slíka føroyska síðu, har
eg eisini kann skriva um mótan í
Føroy um og um føroyskar sniðgevar,
greiðir Elin frá.
Hon leggur tó dent á, at hon
vildi hava síðuna at venda sær til
føroyska brúkaran, og tí skuldi hon
sjálvsagt vera á føroyskum.
Elin hevur spælt sær við tankan
leingi, og fyri umleið tveimum
mánaðum síðani fór hon undir
arbeiðið við síðuni.
– At byrja við var tað mest í spølni.
Men eg tími hetta so mikið væl, og
nú havi eg fingið navnið kaos.fo
frá fo umsitingini, so nú er síðan
veruleiki, sigur Elin smílandi.
Hon leggur tó dent á, at hon eisini
hevur fingið góða hjálp frá vinum
til alt tað praktiska arbeiðið við at
stovna síðuna, sum er bygd upp frá
grundini.
– Eg kundi valt ta løttu loysnina
og nýtt onkra av teimum mongu
blogg-skabelónunum, sum liggja á
netinum. Men so hevði tað ikki verið
mín síða burturav. Nú havi eg ment
alla síðuna, sum hon er, bæði logo,
navn, skrift og útsjónd annars. Og
hevði eg valt ta løttu loysnina, hevði
síðan ikki kunna itið ”.fo”, og tað
vildi eg hava, greiðir Elin frá.
Føroyingar fylgja við
Elin heldur, at tað er hent heilt nógv
innan føroyska mótaheimin seinastu
árini.
– Fyrr vóru vit langt aftanfyri, og
man gleddi seg at sleppa uttan-
lands, fyri at síggja hvat hendi og
hvussu fólk klæddu seg. Men nú eru
fleiri handlar í Føroyum, sum eru við
í oddinum og sum hava tað allar
nýggjasta. Og harumframt kanst
tú keypa alt á netinum, so nú eru
føroyingar nógv betri við enn fyri
fáum árum síðani, staðfestir Elin.
Á kaos.fo verða eisini leinkjur
til ymsar kendar sniðgevar, so tað
verður lætt at klikkja seg víðari, tá
keypitrongdin kemur á.
– Ofta senda tey ikki til Føroya, tá
man keypir á netinum, men øll kenna
onkran í Danmark, sum man kann
biðja tey senda vøruna til, vísir Elin
á.
Á kaos.fo verða leinkjur til heilt
dýrar sniðgevar, men eisini til bíligari
ketur so sum Hennes & Mauritz og
Top Shop.
Sum heild fer nýggja mótasíðan
tó ikki at vísa klæðir, sum vanliga
føroyska kvinnan gongur í gerandis-
dagar. Tað verður fremsti mótin og
tað, sum brýtur frá, sum verður í
fokus.
– Eg fari at leggja dent á tað
óvanliga, og tey sum enda á
leinkjuni Gøtan, verða tey, ið hava
sín egna og sermerkta stíl, sigur Elin.
Ein byrjan
Enn er síðan á byrjunarstøði, og
ætlanin er støðugt at menna hana
og gera hana betri.
– Hetta er ein roynd, og vit
mugu bara síggja, hvat síðan fer
at mennast til. Ætlanin er at leggja
okkurt nýtt tilfar út hvønn dag - helst
fleiri ferðir um dagin. Men eg eri
einsamøll um at gera tilfarið, og
eg havi skúlan at passa eisini, so
nú fáa vit at síggja hvussu langt
ambitiónirnar røkka, sigur Elin, sum
fer at nýta sína frítíð til kaos.fo
Sum frá líður kann tað verða
møguligt at fáa lýsarar inn á síðuna,
men av tí at eingin fyritøka er
stovnað til kaos.fo, ber ikki til at fáa
pening inn í verkætlanina enn.
– Um nakar áhugaður íleggjari
lesur hetta, eru tey vælkomin at seta
seg í samband við meg, sigur Elin
flennandi. Inntil ta tíð verður kaos.
fo ólønt arbeiði, har hugurin drívur
verkið.
________________________________
Orð og myndir: Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
________________________________
– føroyska mótasíðan
Orðabókiwn um kaos:
einki, ruðuleiki, hurlivasi, fløkja,
óskil, ørska, rumbul, rok
um kvinnuna
handan kaos.fo
* Elin Christiansen
* úr Havn
* 28 ár
* útbúgvin
designteknolog í
2008
* væntandi útbúgvin
multimediadesignari
2010
* búsitandi í
Keypmannahavn
F
A
K
T
A
Elin um kaos:
Tá kaos valdar eru ongar reglur at halda seg til; alt er loyvt.
Tað hóskar væl til síðuna, sum er ein bloggur/mótaportalur, har eg havi fríar teymar at gera tað, eg havi
hug til, uttan at hugsa um nakar reglur.
Kaos lýsir eisini væl mótan júst nú, har alt er loyvt. Tú kanst nýta øll snið, allar litir, øll tekstil.
Orðið kaos liggur væl í munninum, tað er eitt alheims orð, lætt at siga, lætt at minnast, og tað er lætt at
skriva á knappaborðið á telduni.
Ætlanin var at hava eitt føroyskt orð, sum móti ella snið, men føroysku bókstavirnir kunnu ikki vera í
heitinum á heimasíðum, og tí endaði tað við at verða kaos.