mánadagur 6. apríl 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 67 - 6. apríl 2009
Tá Sólrun og Lars
vóru nýforlovað,
tímdi hann onki ser
ligt at ferðast heim til
Føroyar við føroysku
unnustuni. Men
nógvu seinastu árini
hevur hann elskað
at ferðast í Føroyum,
her hann eisini hevur
fleiri vinfólk
Fólkalív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sólrun Jákupsdóttir Ras
mussen. 40 ár, lærari og
mamma Berg, Lisu og
Símum. ”Heilur” føroyingur
og
forsætissætisráðharra
frúa.
Tað er ikki eiti á sum før
oyingar gera um seg í sunn
asta parti av kongaríkinum
í hesum døgum. Ikki bara
innan sang, tónleik og dans,
men mínsann eisini á topp
inum í donskum politikki,
har sjálvur forsætisráðharrin
hevur føroyska konu.
Sólrún Jákupsdóttir Ras
mussen er dóttir Bergljót av
Skarði, studentaskúlalærara
í Havn, og Jákup Petersen,
yvirlækna úr Klaksvík.
Sum so nógvir aðrir før
oyskir ungdómar leitaði
Sólrun sær til Danmarkar at
lesa, tá hon var 18 ára gom
ul. Eisini føroyingum líkt,
fluttin hon inn á eitt
kollegium á Amager, og
árið eftir hitti hon unga
VU’aran, Lars Løkke Ras
mussen. Hon var tá 19 ár og
hann 23 ár.
– Eg hevði eina vinkonu,
sum var virkin í ungmanna
felagnum hjá Venstre, VU.
Hon hevði ofta vitjan av
øðrum ungum frá flokkin
um, og tað var í hesum
samandi, at eg lærdi Lars at
kenna. Hetta hevur verið
umleið 1988, sigur Sólrún
við Sosialin.
Enn var Sólrun tó ikki
sjálv virkin í politikki, men
hon fylgdist við teimum
ungu í Venstre. Seinni
gjørdist hon tó limur í
flokkinum, sum hon eisini
hevur umboðað í býráðnum
í heimkommununi Græsted
frá 1997 og níggju ár fram.
- Tað, sum eg fall fyri við
Lars var, at hann hvíldi so
væl í sær sjálvum. Hann
var klókur, sjarmerandi og
búgvin, og hevði ikki brúk
fyri at gera seg upp ella at
blíva ’bekreftaður’ alla tíð
ina. Eisini var hann sera
virkin, hevði nógv hugskot
og tók stig til alt møguligt,
sigur Sólrun, sum giftist
við Lars Løkke Rasmussen
í 1998.
Skal sannføra fólk
Spurd, hvussu hon roknar
við, at maðurin fer at megna
uppgávuna sum forsætis
ráðharri, sigur Sólrun, at
hon, og øll onnur, sum
kenna hann, ivast ikki í, at
hann fer at hepnast væl.
- Hansara stóra avbjóðing
verður at prógva fyri øllum
øðrum, at hann er skikkaður
til starvið. Hetta kann hann
bara gera við at arbeiða hart
og at mótprógva øllum søg
unum um, at hann bara er
ein lívsnjótari, sigur Sól
run.
Og so vísir hon sjálvandi
eisini á ítøkiligu politisku
avbjóðingarnar, sum liggja
fyri framman, eitt nú fíggj
arkreppuna og bíðiligstarnir
til sjúkrahúsini.
- Tað eru fleiri, sum royna
at sáa iva um Lars. Helle
Thorning frá Sosialdemo
kratunum rópar hann ein
ideologiskan ryttara, onnur
óttast, at hann fer at koyra
beinharðan
og
kaldan
vinstrapolitikk, og uppaftur
onnur vilja vera við, at hon
um dámar ov væl at drekka
øl og at liva tað stuttliga
lívið, sigur Sólrun.
Tí veit hon eisini, at hann
noyðist at arbeiða hart fyri
at blíva virdur sum ein seri
øst arbeiðandi maður, sum
fer tíðliga til arbeiðis og
Økslin á Fogh úr lið
Tá Anders Fogh Rasmussen kom til Istanbul í Turkalandi seint í
gjárkvøldið, var hann so óheppin at detta inni á hotellkamarinum, og
fallið var so meint, at onnur økslin fór úr lið. Teir donsku lívverjarnir
hjálptu fyrrverandi forsætisráðharranum, sum síðani bleiv koyrdur á
Taksim Emergency-sjúkrahúisð. Har bleiv hann doyvdur í eitt korter,
meðan læknarnir settu økslina upp á pláss, og klokkan sjey í morgun
kom hann aftur á hotellið hond í fatli. Anders Fogh Rasmussen er í
Istanbul til eina stóra ráðstevnu.
Andstøðan hevði vunnið
Nýggi forsætisráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen,
byrjar í mótbrekku. Ein kanning hjá Rambøll vísir, at var
fólkatingsval nú, hevði andstøðan vunnið. Hon hevði fingið 91
tinglimir, meðan stjórnarsamgongan hevði fingið 84. Heru eru
teir føroysku og grønlendsku tinglimirnir sjálvandi ikki við.
Kanningin, sum varð gjørd tann 4. apríl, gevur
Sosialdemokratunum, Sosialistiska Fólkaflokkinum, Teimum
Radikalu og Eindarlistanum 52,2 prosent av atkvøðunum.
Vinstri, Tey Konservativu og Danski Fólkaflokkurin høvdu
fingið 47,8 prosent.
Lars
elskar at
ferðast í
Føroyum
Danski forsetisráðharrin
roynir seg sum gartnari fyri
vermóðurina í Havn
Mynd: Privat mynd
Ein góðveðursdag í
Mjørkadali. Vit síggja
Lars, Símun, Lisu Løkke
Rasmussen
Mynd: Privat mynd