mánadagur 6. apríl 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
apríl 2009
3
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
Eitt hitt besta staðið
hjá børnum at nema
sær kunnleika um
havið, og tað sum
livir í sjónum er
»Fiskeri og Søfarts
museet« í Esbjerg
Fyri tey sum ynska, at ein
familjuferia í Danmark ikki bara
skal vera summar og sól,
gaman, spæl og stuttleiki, men
eisini eitt uppihald, har tey
yngstu veruliga kunnu læra
nakað, so er sjósavnið í Esbjerg
– »Fiskeri og Søfartsmuseet«
avgjørt neyðugt at seta á
skránna í sambandi við
Danmarkartúrin.
Opið alt árið
Við strondina, nakað norðan
fyri fiskivinnuhavnina í Esbjerg,
býðst høvi at vitja »Fiskeri og
Søfartsmuseet«. Savnið er
umgyrt av skógi, strond og
havi, og so liggja nógvar
upplivingar og bíða – bæði í og
uttan fyri savnið. Sjósavnið í
Esbjerg er opið alt árið. Tað er
bara stongt jólaaftan, fyrsta
jóladag, nýggjársaftan og
nýggjársdag. Upp- og aftur
latingartíðirnar eru millum
klokkan 10 og 17. Í hægstu
feriutíð – í juli og august – er tó
opið millum klokkan 10 og 18.
Skulu børnini hava ta serligu
upplivingina at vera hjástødd,
tá kóparnir vera fóðraðir, so er
neyðugt at vera upp á pláss í
sjósavninum klokkan 11, og
klokkan 14.30.
Ymiskar deildir
Fyri at gera upplivingina – og
frálæruna – betur skipaða, so
hevur sjósavnið í Esbjerg
ymiskar framsýningar á ymisk
um økjum kring bygningin.
Millum serstøku deildirnar er t.
d. Sælarium, har kóparnir
halda til. Eitt stórt akvarium er
eisini ein sjálvsagdur partur av
sjósavninum, og har ber til at
síggja alskyns fiskasløg og
skeljadjór.
Sjósavnið gloymir heldur ikki
sterku røturnar hjá Esbjergar
býi í fiskivinnuni. Sjósavnið í
Esbjerg er eisini eitt landsdekk
andi sersavn fyri donsku fiski
vinnuna, og fevnir tað eisini
um søguligar fiskivinnugreinir,
líka frá sildarokinum í miðøld
ini í Oyrasundi til royndirnar at
hava eina burðardygga veiðu í
Norðsjónum. Tann støðuga
fiskivinnuframsýningin lýsir
danska fiskiskapin, við
serligum denti á tíðarskeiðið
1880-1940, har menningin gekk
frá stórum jollum til útróðrar
bátar, sum royndu á opnum
havi. Til ber at síggja skipa- og
bátamodel, reiðskap, før og
umhvørvi, sum lýsa korini hjá
danskari fiskivinnu.
Ribe, Fanø og Esbjerg
Ein onnur framsýning er á
sjósavninum, sum nevnist
»Vadehav og Verdenshav«.
Framsýningin lýsir sjósøguna
frá víkingaøld til dagin í dag.
Høvuðsevnini eru sjósøgan hjá
Ribe, Fanø og Esbjerg. Í víkinga
øldini og í miðøldini var Ribe
ein hin týdningarmesti havnin í
Danmark, men umfarssjúkur,
kríggj við Svøríki, og at eina
veldiskongarnir bara satsaðu
upp á Keypmannahavn, gjørdi
at Ribe misti hesa støðu.
Í 18. og 19. øld áttu Fanø ein
hin størsta seglskipsflotan í
Danmark. Næstan øll á Fanø
livdu av sjóvinnuni, og tóku
fleiri lut í langfararasiglingini.
Havnin í Esbjerg var gjørd í
19. øld sum ein viðbót fyri tær
havnirnar, sum Danmark misti í
krígnum ímóti Preusia í 1864.
Nógv gott og spennandi fæst
at vita á Fiskeri og Søfarts
museet.
____________________________
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
____________________________
Har kóparnir
vera fóðraðir
tranevej 108 hulsig dk - 9990 skagen t: +45 9848 7222 f: +45 9848 7115 skagenstrand.dk
...sommer pa Skagen Strand!
Hvad med at nyde sommeren på toppen af Danmark, og bo i en dejlig feriebolig
på Skagen Strand? Vi har de fl este solskinstimer i Danmark, og Skagen er altid
en sand fornøjelse. Vi ligger tæt på en af Danmarks bedste badestrande, og er
du ikke til hav, så har vi et dejligt badeland - med fri entré naturligvis! Priseksem-
pel. Ankomst fredag 26/6 i feriebolig med plads op til 5 personer.
Ugeophold fra Kr. 6.450,-