Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 67 - 6. apríl 2009 Ein ferðsluvanlukka var í Sandavági um vikuskiftið. Ein maður doyði, og helst er tað ikki av tilvild, at ólukkan hendi á einari heilt nýggjari vegføring Vanlukka Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ein eldri maður kemur koyr­ andi á einum prutli til Sanda­vágs. Maðurin er 65 ára gamal og koyrir aftanfyri ein bil. Tá eldri maðurin kem­ur til nýggju vegføring­ ina, veit hann ikki, hvussu hann skal bera seg at og rennir beint á nýggju oynna á miðjuni á vegnum. Hetta er klokkan 16:44 leygar­dag­ in. Maðurin er ikki í hjálmi og smekkar høvdið í, tá hann dettur. Sjúkrabilur er skjótur á staðnum, og maðurin verður fluttur á sjúkrahús. Sunnu­ náttina klokkan 01:50 verð­ ur maðurin staðfestur at vera deyður, og nú er líkið sent til kanningar. Nýggj vegføring Tað var í seinastu viku, at veg­urin til Sandavágs varð broyttur. Ein oyggj, sum enn er í ger, varð løgd á miðj­una, og vit hava fingið upplýst, at ætlanin er at gera vegin tryggari. - Tað ljóðar frá vitninum í bilinum fammanfyri, at mað­urin gjørdist sera skakk­ ur av broyttu vegføringini og ikki visti, hvussu hann skuldi bera seg at, sigur vakt­havandi á politistøðini í Havn. Sum skilst varð vegurin broytt­ur í seinastu viku, og ikki fyrr enn eftir vanlukk­ una vórðu fleiri avmerkingar gjørdar, og keylur settar upp. Hetta er aftaná, at aðrir bilar eru komnir í neyð av hesum, og vitni greiða frá, at summir bilar hava koyrt vinstrumegin oynna, tí teir ikki hava vitað, hvussu teir skuldu gera. Ongan niðurstøðu í óðum verkum Hóast nógv seta spurning við avmerkingina í samband við vanlukkuna leygardagin, so fer Landsverk ikki at gera nakra niðurstøðu í óð­um verkum. - Vit vita so lítið, um hvat er hent, og vit fara ikki at gera nakra niðurstøðu í óð­um verkum, sigur Oyv­ indur Brimnes, stjóri á Lands­verki. Hann vísir somu­leiðis á, at hetta er ein paradoksal støða, tí ætlanin við broyttu vegaføringini er at betra um trygdina. Somuleiðis metir hann avmerkingina – at síggja til – at vera eftir vanligum for­ skriftum. - Arbeiðið er so gott sum liðugt, og allar avmerk­ing­ ar­nar, ið skulu gerast, eru gjørdar uttan strikurnar framm­anfyri oynna, sigur Oyvindur Brimnes, sum tó leggur afturat, at fleiri av­merk­ingar eru gjørdar aftaná, og at hetta er eftir boð­um frá løgregluni, fyri at fyribils tryggja vegin sum best. - Vit fara sjálvandi at kanna málið út í æsir, stað­ festir stjórin á Landsverki. Hvørki keylurnar ella reyða skeltið vóru sett upp0 áðrenn leygardagin, tá vanlukkan hendi Mynd: Edvard í Skorini Joensen Maður doyði á broyttari vegføring TÍN ORKA Business Controllari til Magn Sum ein liður í framhaldandi menning av Magn søkja vit eftir einum Business Controllara Um Magn Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130 starvsfólk, svarandi til 80 árverk. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum eigur Magn 4. Vit hava goymslur í Klaksvík og í Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Um starvið: tú verður lyklapersónur í fyritøkuni. tú arbeiðir bæði á strategiskum og taktiskum støði, og uppgávurnar spenna víða. tú skalt, í samstarvi við deildarleiðarar og leiðsluna, betra leiðslukunningarskipanina á Magn, so at leiðsla og leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu vitan at taka avgerðir útfrá. Business Controllarin fær hartil ábyrgd av fleiri størri og smærri prosjektum av bæði taktiskum og strategiskum slagi, sum hon/hann hevur ábyrgd av at fyrireika og seta í verk. Fyrsta stóra uppgávan verður at fyrireika og seta í verk nýggja fíggjarstýringsskipan á Magn. Business controllarin vísir til fíggjarstjóran á Magn, men fer vegna tvørgangandi uppgávurnar at hava eina breiða kontaktflatu í øllum felagnum. Uppgávur í stuttum: • Ábyrgd av fyrireiking, implementering og framhaldandi dygdarmenning av nýggjari leiðslukunningarskipan. • Fyrireika, implementera og framhaldandi menna nýggja fíggjarskipan • gera lønsemiskanningar, bæði eftir egnum hugskoti og eftir umbøn frá, og í samstarvi við, leiðslu felagsins • Betra mannagongdir á ymsum umráðum við tí fyri eyga at betra rakstur felagsins • Hjálpa til við mánaðarroknskapum og øðrum vanligum roknskapar- og fíggjararbeiði Vit bjóða: Vit bjóða eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt millum veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini! tað er avgerandi, at tú ert før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og víðar heimildir frá leiðslu felagsins. sjálvstøðugt arbeiði merkir eisini, at tað er møguleiki fyri fleksiblum arbeiðstíðum. Vit vænta: • Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni • royndir, gjarna frá útlandinum, við fíggjarstýring, strategi- og lønsemisgreining og prosjektleiðslu • royndir við nýmótans fíggjarskipanum • stórt áræði og eitt positivt sinnalag Okkara virði eru: • Kundin í fokus • Vitan og førleiki leingi livið • skjótt er gott • gleði gevur megi um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði. um tú hevur spurningar, vinarliga vend tær til Johnni Poulsen, fíggjarstjóra, á telefon 347420, 237420 ella á johnni@magn.fo umsóknir við prógvum skulu latast inn innan 20. apríl kl. 16.00. antin við at senda bræv til: Magn Vestara Bryggja 8 FO 110 Tórshavn Att: Johnni Poulsen ella við at senda teldupost til johnni@magn.fo