mánadagur 6. apríl 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
apríl 2009
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
Esbjerg kenna nógvir
føroyingar, og nógvir
føroyingar búgva
eisini í fimtstørsta
býnum í Danmark.
Býurin hevur ein hóp
at bjóða vitjandi,
bæði innan náttúru,
mentan, list, ítrótt,
handilslív, søvn,
og merkisstaðir,
ið vitjandi eiga at
síggja
Um ein vitjar í Esbjerg, so
skortar ikki við tilboðum til
ferðamannin. Og tað ger ikki
mun, um ein er eina á ferð, ella
familjan er á ferð, tí tilboðini
eru sera mong, og venda sær
til allar áhugabólkar. Skal
takast úr rúgvuni, so kunnu
nevnast søvn av alskyns slag,
og upplivingar og tiltøk til alla
familjuna, og tað ger ikki mun,
hvørt einum dámar hetta ella
hatta, tí í Esbjerg finst okkurt til
øll. So stórt er útboðið av til
tøkum, sýningum, merkisstøð
um og øðrum.
Flest øll, ið onkutíð hava
vitjað Esbjerg, kenna spenn
andi saltvatnsakvariumið, har
ein sær bæði fisk og kóp.Her
hugna bæði børn og vaksin
sær óført.
Svimjing
Esbjerg hevur eisini stóra
svimjihøll, ið so avgjørt hevur
avbjóðingar og stuttleika,
umframt at møguleikar eru til
kaffi og ábit.
Vitjar ein Sport og Event
Park, ella Svømmestadion
Danmark, so er lagt upp til
vatnleik fyri alla familjuna í
størstu svimjihøll í Danmark.
Har eru yvir 10.000 fermetrar
við upplivingum til alla familj
una. Tropiskt baðiland, skreiði
breytir, bylgju, barna- og
babyhylar. Har er rómverkst
bað við hitarúmi, dampbað og
heitum og køldum hylum. Og
har er 50 metra hylur við 1
metra-, 3 metra- og 5 metra
vippum.
Yvirhøvur er vatn- og mari
tima síðan væl umboðað, og
fiskivinnan hevur jú eisini sína
søgu í Esbjerg.
List, tónleikur, gangitúrar,
tyrlutúrar, vitjan á søvnunum
og kendum støðum. Alt er í
ríkiligt mát partur av tí, ið
Esbjerg hevur at bjóða vitjandi.
Tónleikahús
Tónleikahúsið í Esbjerg,
Musikhuset Esbjerg, er við
8000 fermetrum staðið, har fólk
í Suðurjútlandi hittast at hoyra
tónleik og síggja sjónleik.
Húsið er eisini karmur um
ráðstevnur, stevnur og fundir
av ymsum slag.
Har kan ein uppliva alt frá
konsertum, stand up og til
opera og ballett.
Bíligt og liggur væl fyri
Tað nýtist ikki at verða dýrt, um
ein ferðast og gistur í Esbjerg.
Hotel Cabinn Esbjerg hevur
lægstu prísir, og liggur væl fyri
miðskeiðis í býnum. Nýmótans
kømur við øllum tí, ið einum
tørvar, skal ein gista væl.
Hotellið hevur ókeypis par
kingsmøguleikar og internet.
Talan er um hotel við trimum
stjørnum og tað er renoverað í
2005.
Søguligt stað
Esbjerg er í dag 5. størsti býur í
Danmark, og er ein býur við tí
ferð og teim hentleikum og
tilboðum, ið slíkur býur skal
hava.
Men tað stóð ikki í kortunum,
at so skuldi verða, tá eitt lógar
uppskot um bryggjubygging
við Esbjerg í 1868 var orsøk til
nógv kjak í Fólkatinginum og
síðani Landstinginum. Upp
skotið vann frama, havnin varð
bygd, og grundin løgd undir nú
5. størsta bý í Danmark. Úr
ongum til menn, ið gingu
undan, og wild west umstøður,
til stórtíðir á bæði mentanar
liga-, vinnuliga og útbúgvingar
økinum.
Men kann tað veruliga vera
so, at onki var frammanundan
á staðnum? Forn- og fortíðin er
alt meira komin undan kavi, og
tað eru sanniliga ikki trongar
tíðir við ongum, ið boð berast
um.
Hóast staðið mangan søgu
liga hevur verið kallað oyði, so
hevur verið lív, og fólk í hópa
tal hava búð á staðnum undir
góðum korum í ártúsund, tí her
vóru røttu umstøðurnar; stór
øki til djór at ganga á beiti,
jørðin løtt at velta og dyrka,
havið var góður hjallur, og
handilsvegur var til økini
sunnanfyri.
Við Tjæreborg við Esbjerg
funnu fornfrøðingar t.d. grav
stað við tveimum vælhavandi
hjúnum. Yngra høvdingafrúan
hevði í grøv síni ríkidømi, m.a.
perluhálsketu við 227 perlum
úr rav, glasi og gulli. Annað, ið
funnið er, ber eisini boð um
góðar dagar í fornum tíðum í
økinum kring Esbjerg, har rav,
norðurlendska gulli, jú finst í
mongdum framvið vestur
strond Jútlands.
List ella leik
Í dag er aftur lív g góðir dagar í
Esbjerg, býnum, har øll eiga at
finna okkurt, ið teimum dámar,
tí tilboðini vanta ikki.
Sjóvegis bjóða 4 stórar
standmyndir teim komandi
vælkomnum, og kemur ein við
bili, so er t.d. áhugavert at
síggja stóra heyggin, sum á
nátt er ljósprýddur. Bæði
listaverkini eru hámett í dygd,
og eru eisini serstøk, tí tey eru
so serstakliga stór. Standmynd
irnar eru 19 metrar høgar, og
ljósheyggurin er størsta lista
verk í Danmark, og er 180
metrar í tvørmát.
Jú, sanniliga, Esbjerg er
býur, ið verdur er at vitja, hvørt
áhugin so er til list ella leik.
________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin
_______________________
Esbjerg hevur okkurt til øll