Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 67 - 6. apríl 2009 Við stórari mót­mæl­is­ gongu mót­mæla nógv­ ir ung­dómar og fleiri fak­fel­øg mink­aðu játt­ an­ina, sum ger, at Fróð­ skap­ar­setrið ikk i kann taka fleiri næmingar inn. Ti­ltakið endaði fríggja­kvøldið við pall­borðsfundi í Post­ hús­kjall aranum í miðbýnum Mótmæli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað hevur í longri tíð verið greitt, at Søgu- og sam­fel­ ags­deildin á Fróðskapar­setr­ in­um ikki fær væntaðu játt­ an­ina fyri 2009. Onkur sig­ ur at Setrið hevur fingið minni pening og onkur sigur, at Setrið hevur fingið eina rúgvu av eyka peningi, men hvussu er og ikki, so merkir játtanin í ár, at Søgu- og samfelagsdeildin á Fróð­ skaparsetrinum ikki kann taka nýggjar næmingar inn í summ ar. Ungdómur sum útflutningsvøra Í samband við mót­mæli­s­ gong­una fríggjadagin klokk­ an 16 vóru rættilig nógv fólk komin saman, at mót­ mæla játtanini hjá Fróð­ skaparsetrinum. - Tað ber ikki til, at øll mugu flyta av landinum fyri at sleppa at lesa, segði Gunnhild Dahl Niclasen, lesandi á Fróðskapar­setr­in­ um, við Rás2 fríggjadagin. Hon greiddi somuleiðis frá, at hon heldur tað vera und­ ar­ligt, at hvørja ferð val er, so skal útbúgving raðfestast høgt, men tá tað til stykkis kemur, so hendir onki. Til mótmælisgonguna vísti ein skúlanæmingur helt ein skúlanæmingur í Hoy­ dølum, at politikarar bara raðfesta egningar­skú­rar. Nógv mentafólk vóru við í mótmælisgonguni og fólk sum Hanus G. Johansen undirhildu. Øll tey virknu politisku ung­mannafeløgini, uttan HUXA og unga Sambandi, luttóku. Fríggjamorgunin greiddi Bjørk Krog Olsen, for­ kvinna í HUXA, frá, at tey ikki høvdu havt tíð at seta seg inn í málið og tí ikki kundu taka eina støðu, og Mirjam Michelsen, for­ kvinna í Unga Samband­in­ um, vísti á, at tey taka undir við tí, sum samgongan hev­ ur lagt út í kortið. Tjóðhild Patursson, for­ kvinna í Føroya Ung­dóms­ ráð, harmast, at tvey lima­ feløg ikki vildu luttaka, men vísir á reglugerðina hjá felagsskapinum, har tað stendur, at Føroya Ung­ dóms­ ráð kann taka stig til tiltøk, sum ikki øll lima­ feløgini taka undir við. Ungdómurin hjá Javn­að­ ar­flokkinum er ikki virkin í løtuni, og tí er ongin støða tikin hjá teimum. Semja í Posthúskjallaranum Eftir mótmælisgonguna bjóð­aði Føroya Ungdómsráð til pallborðsfund í Posthús­ kjal­l­aranum í miðbýnum, har eitt panel var savnað. Við í panelinum vóru Hel­ ena Dam á Neystabøð, lands­stýriskvinna, Sjúrður Skaale, tingmaður, Búi Rouch, ungdómur, Jóhanna Joensen, lesandi, og eitt vinnulívsfólk. Á fundinum vóru øll á einum máli um, at tað ikki er gott nokk, at útbúgving ikki verður raðfest hægri, og onkur samanbar, at veðr­ ið, sum nú er yvirtikið, »bara« kostar fimm mill­i­ ónir, men tá talan er um útbúgving, so ber ikki til at finna eina millión. Somuleiðis greiða fólkini handan tiltøkini fríggjadagin frá, at hetta ikki verður ein­ asta tiltakið tey fara at gera, fyri at fáa meiri pening til Fróðskaparsetrið, og at tey fara at halda fram at stríð­ ast. Ungdómur krevur meiri pening til Fróðskaparsetrið Rættiliga nógv fólk vóru møtt at mótmæla játtanini til Fróðskaparsetrið Mynd: Jens Kristian Vang Undir skeltinum, »Ungdómur = útflutningsvøra!«, mótmæltu tey lesandi á Fróðskaparsetrinum, at Fróðskaparsetrið ikki fær væntaðu játtanina Mynd: Jens Kristian Vang Skulu læra skotar at súkla Skotski býurin Edinburgh hevur biðið danir um hjálp fyri at fáa skotar at seta bnilin og at brúka súkluna ístaðin fyri. Danir verða roknaðir sum serkønir, tá tað snýr seg um at brúka súkluna sum flutningstól, og tí hava býir sum New York, Sidney og London brúkt Danmark og danir sum fyrimynd. Nú er áheitan komin úr Edinburgh um tað sama. Býurin hevur stórar trupulleikar orsakað av teimum nógvu bilunum. Bara tvey prosent av fólkinum har súkla til og frá arbeiði, men tað skal broytast nú við danskari hjálp, skrivar Berlingske Tidende. Turriklæðið ikki avhildið Triði hvør dani heldur ikki, at muslimskar kvinnur eiga at sleppa at hava turriklæði á høvdinum, tá tær eru til arbeiðis, og meiri enn helmingurin eru ímóti, at muslimar sleppa at biðja í narbeiðstíðini. Tað vísir ein kanning, sum Analyse Danmark hevur gjørt. Tey flestu siga, at átrúnaður skal haldast uttan fyri arbeiðsplássið, og tveir triðingar av teimum spurdu siga, at muslimarnir gera sær sjálvum eina bjarnatænastu við at seta krøv orsakað av teirra átrúnaði.