Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 67 - 6. apríl 2009 Forsætisráð­ harraskifti Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað var ein ikki sørt rørdur Lars Løkke Rasmussen, sum kom út um portrið á Amalienborg seinnapartin í gjár. Tann 44 ára gamli løgfrøðingurin duldi heldur ikki fyri, at tað var ein stór uppgáva, sum hann hevði átikið sær. Tey seinastu átta árini hevur hann verið ráðharri, og hóast tað hevur ligið í kortunum leingi, at hann skuldi taka við sjálv­ um forsætisráðharra­ embætinum, var tað við skelvandi rødd, at hann takkaði fyri álitið. Men soleiðis er hann. Ikki tann stívi, kontrolleraði persón­ urin sum undan­maðurin, sum tó í gjár vísti, at eisini hann hevur kenslur, tá saman um kemur. Tølandi lívsnjótari Politiskt og hugsjónarliga víkir Lars Løkke Ras­ mussens ikki so nógv frá undanmanninum, men sum persónar eru teir sera ólíkir. Anders Fogh Rasmussen er tann, sum hevur lagt alt í fastar karmar, áðrenn hyann sigur ella ger nakað, og sum ansar væl eftir sínum persónliga umdømi. Lars Løkke Rasmussen er nógv nærri manninum á gøtuni og er heldur ikki bangin fyri at vísa tað. Onkur dansk­ur fjølmiðil hevur kallað hann "et charmerende sjuskehoved". Men júst hesin eginleikin at vera sum maðurin á gøt­ uni ger, at flestu danir hava lættari við at gera sær eina mynd av tí nýggja for­ sætiusráðharranum enn tí undanfarna. Hesin sami eginleiki ger, at hann tosar eitt mál, sum vanlig fólk skilja, eisini tá tað snýr seg um stórmál so sum komm­ unusamanlegging, skatta­ nýskipanir og annað, sum hann verður hildin at vera høvuðsmaðurinm aftanfyri. Politiskir viðmerkjarar í Keypmannahavn hava eisini víst á, at herumframt hevur lars Løkke Rasmussen víst, at hann er góður sam­ráð­ ingarmaður og letur seg ikki kúga av mótgangi. Byrjaði í kommunupolitikki Sum so nógvir aðrir leiðandi politikarar í Danmark og aðrastaðni - tó við undantak av undanmanninum - byrj­ aði Lars Løkke Ras­mussen sína politisku lívsleið í kommunupolitikki. Tað var í heimakommununi Græ­ sted-Gilleleje á Norð­ur­ sælandi, har hann bleiv vald­ur inn í býráðið sum blaðungur í 1986. Hetta sama árið varð hann valdur til formann í ungmannafelagnum hjá Vinstra. Seinni gjørdist hann næstformaður í sjálv­ um flokkinum. Í 1998 bleiv Lars Løkke Rasmussen valdur til amts­ borgarstjóra í Fred­eriksberg Amtskommunu, og hesum embærtinum sat hann í, til hann gjørdist ráðharri í innanríkis- og heilsumálum í teirri fyrstu stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen í 2001. Tá Anders Fogh Rasmussen skipaði sína næstu stjórn, setti hann Lars Løkke Rasmussen – t Nýggi forsætis­ráð­ harrin í Dan­mark eitur Rasmussen eins og undanmaðurin, men tað er eisini næstan tað einasta, sum teir báðir hava felags burtursæð frá sjálvum politikki­num. Sum persónar eru teir ógvuliga ólíkir, men tað nýtist ikki at vera nakar vansi fyri tann seinna Nýggi forsætisráðharrin var ikki bangin fyri at taka ullasaksin í hondina, tá hann sum innanríkisráðharri var á fjalli við gjáarmonnum fyri nøkrum árum síðani Mynd: Ásfinn Sigvardsen Dømdur fyri at drepa við HIV Tann 52 ára gamli kanadiumaðurin Johnson Aziga varð umj vikuskiftið dømdur fyri at hava verið tveimum kvinnum at bana, og harumframt varð hann dømdur fyri at hava havt samlegu við fleiri øðrum kvinnum uttan at brúka hít, hóast hann visti, at hann var HIV-smittaður. Hetta er fyrstu ferð, at dómsvaldið í Kanada hevur dømt ein mann fyri morð, tí hann hevur smittað kvinnur við HIV, sum tær seinni doyðu av. Undir rættarmálinum kom fram, at Johnson Aziga hevði havt samlegu við tólv kvinnum, og at sjey teirra høvdu fingið staðfest HIV aftaná. Tvær av teimum sjey eru síðani deyðar av sjúkuni. Tann 7. mai verður avgjørt, hvørja revsing Johnson Aziga skal hava. 27 deyð í jarðskjálvta Minst 27 fólk doyðu, og og átta eru ikki komin afturíaftur eftir ein harðan jarðskjálvta miðskeiðis í Italia í nátt. Fýra av teimum deyðu eru børn. Jarðskjálvtin gjørdi mest um seg í býnum l'Aquila, sum er einar 100 kilometrar eystan fyri Rom. Løgreglan sigur, at fleiri hús, eitt skúlaheim og eitt kirkjutorn í býnum eru rapað, og at fleiri av teimum, sum doyðu, vórðu funnin undir húsaleivdunum. Italski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin var 6,3 á Richterstiganum er er tann harðasti í Italia í mong ár.