mánadagur 6. apríl 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
apríl 2009
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
Skallerup Klit liggur
í einari náttúru, sum
kann bjóða ymiskar
upplivingar alt árið
Í einum væl kendum parti í
Norðurjútlandi, nakað sunnan
fyri Hirtshals, har nógvir
føroyingar búleikast, liggur
Skallerup Klit og Skallerup
Feriecenter. Økið bjóðar upp á
nógvar náttúruupplivingar. Á
einum øki, sum millum manna
verður nevnd »Strandarlinjan
frá steinøldini«, ber til at ganga
ein langan túr á einum øki,
sum er umfatað av náttúrufrið
ing. Á túrinum ber til at uppliva
nógvan sjáldsaman plantu
vøkstur. Sunnan fyri Lønstrup
liggur vitin á Rubjerg Knude,
sum næstan er fjaldur í sandin
um.
Landbúnaðarvørur
Á hesum økinum ber eisini til
at fáa frískar landbúnaðarvørur
frá Skallerup Klit bóndagarðin
um og í Klithusegården, har
framleiðsla av kjøti, frukt,
grønmeti, egg og mjólk er í
gongd. Í smáum sølubúðum
framvið landavegunum ber til
at keypa frískt grønmeti, og
einki kann væl samanberast við
nýggj eplir, og nýggjar gula
røtur. Nógv ber vaksa eisini í
lendinum, sum tað ber til hjá
fólki at fáa til matna. Til ber
eisini at fara út at fiska, ella at
leiga ein hest, og njóta ein túr
á rossabaki framvið strondini.
Baða alt árið
Ígjøgnum fleiri ættarlið hevur
Skallerup Klit verið eitt tað best
umtókta ferðamálið. Ein góðan
danskan summardag, er ringt
at finna eina strond, sum er
betri.
Men eisini í Skallerup hava
tey lært, at tað er neyðugt hjá
fólki eisini at fáa eina upp
living, tá veðrið ikki er til vildar.
Eitt tropiskt vatnland,
»Atlantis«, er á frítíðarmiðdepl
inum á Skallerup Strand. Í
Athen liggur hitin í vatninum
um tey 28 hitastigini. Í Atlantis
liggja hitastigini fast um tey 31
hitastigini. Í baðilandinum eru
helli, fossar, steinfigurar. Eisini
er ein skreiðibreyt, sum er
heilar 83 metrar long.
Ein aktivitetur, sum børnini
og tey ungu eisini fáast nógv
við um summarið, er at byggja
sandborgir.
Fyri summi er tað eisini av
týdningi at taka sær av løttum,
og ikki leika ov nógv í. Á
frítíðarmiðdeplinum ber eisini
til at taka sær av løttum í
termalbaðistaðnum, sum
nevnist »Romelus«. Í Romelus
kann ein fáa eina góða krops
viðgerð við heitum steinum, og
væl angandi olju.
Golf og djóralív
Ein ítróttargrein, sum ongantíð
hevur havt tey bestu korini í
Føroyum, er golf. Á golfvøll
inum í Vennebjerg ber til at
royna seg í serstøku ítróttar
greinini, hvat antin tað er á
byrjunnarstøði, ella talan er um
ein meiri royndan íðkara. Við
síðuna av baðilandinum
»Atlantis« er ein svimjihylur,
sum er gjørdur eftir vanligu
forskriftunum.
Á bóndagarðinum »Klithuse
gården« kann ein síggja,
hvussu landbúnaðarin varð
rikin í Danmark fyri 50 árum
síðani. Á garðinum eru grísar,
hestar, geitir, kaninir, høsn og
dádýr. Børn, sum vitja bónda
garðin, sleppa at uppliva veru
liga og sanna bóndalívið.
Upplivingarnar eru mangar
og fjøltáttaðar á Skallerup Klit,
og á økinum har um leiðir.
____________________________
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
____________________________
Fjøltáttaða landslagið í Skallerup
å
www.visitbillund.dk
Billund ErhvervsFremme - turistinformation på 79 72 72 02
Overnatning · Aktiviteter · Byer · Seværdigheder
Übernachtung · Aktivitäten · Städte · Sehenswürdigkeiten · Transport
Overnight accomadation · Activities · Towns · Places worth seeing · Transport