Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 67 - 6. apríl 2009 Lars Løkke Ras­mussen at umsita fíggjar­mál, og tað málsøkið røkir hann, til hann sjálvur hevur tilnevnt sín eftirmann. Í andgletti Lars Løkke Rasmussen ber sum nevnt orð fyri at vera ein dugnaligur samráð­ ingarmaður, men sam­stund­ is ein, sum hevur ilt við at slaka fyri øðrum sjónar­ miðum enn sínum egnu. Tað hevur havt við sær, at hann hevur ofta verið í and­ gletti, síðani hann gjørdist ráðharri. Eitt nú leikaði mangan hart á, tá hann var ráðharri í heilsumálum. Orðaskiftið, sum ofta var kensluborið, snúði seg um viðgerðartrygd, bíðilistar og onnur viðurskifti í heilsu­verkinum, og fjølmiðlarnir skrivaðu um, at sjúklingar doyðu í bíðitíðini. Undan hesum kjakinum hevði Lars Løkke Ras­ mussen sum innanríkis­ráð­ harri verið faðirin at teirri stóru kommunu­sam­anlegg­ ingini, sum broytti tað kommunala landskortið. Eisini her var orðaskiftið bæði hvast og kensluborið, men ráðharrin stóð við sítt, og tann 1. januar í 2007 bleiv kommunutalið skert meiri enn einma helvt, sam­ stundis sum amtini fóru í søguna. Tann nýggi forsætis­ráð­ harrin hevur fleiri ferðir verið forsíðuevnið í teimum donsku bløðunum, og tað hevur ikki verið fyri tað góða. Ekstrablaðið hevur skrivað um vantandi skjøl, og aðrir miðlar hava eisini umrøtt hansara tokka til góðan mat, alkohol og sigarettir. Hann tykist hava lagt hetta aftur um seg nú, og klárar hann seg væl sum stjórnarleiðari og heldur sær í skinninum, verður tann parturin av umdømi hansara ivaleyst lagdur í skuffuna í blaðhúsunum. Fjallmaður Felags fyri nýggja for­ sætisráðharran og báðar teir undanfarnu er eftirnavnið Rasmussen, men harafturat eru teir allir ættaðir úr Jyllandi. Lars Løkke Ras­ mussen er føddur í Vejle tann 15. mai í 1964, men vaks upp í Græsted á Norð­ ursælandi, hagar foreldur hansara, Jeppe og Lise Løkke Rasmussen, fluttu. Eftir at hava tikið stu­ dentsprógv fór Lars Løkke Rasmussen á lærda há­skúl­ an í Keypmannahavn, har hann tók løgfrøðiligt em­ bætisprógv. Í 1994 varð hann valdur í Fólkatingið fyri Vinstra. Fimm ár frammanundan, í 1989, giftist Lars Løkke Rasmussen Sólrun Jákups­ dóttir. Soleiðis vildi lagn­ unnar speisemi tað so, at tann fyrsta føroyska for­ sætisráðharrafrúan í Dan­ mark er abbadóttur ein av teimum ídnastu føroysku loys­ingarmonnunum, Sig­ urð Joensen sála. Men tað munnu bygd­ar­ menninir hjá Sigurði ikki vera so harmir um. Lars Løkke Rasmussen er skemtingarsamur maður og kann gera góðan mun, tá um ræður at halda hýrinum uppi ein strævnan fjalldag í haganum Sáttarenni, soleið­ is sum myndirnar á hesari síðuni eisini vísa. ann fólksligi lívsnjótarin Nýggi forsætisráðharrin í Danmark fer væntandi at broyta stjórnina, bæði hvat viðvíkur ráðstovum og ráðharrum Í fyrsta lagi er greitt, at Danmark skal hava annan fíggjarmálaráðharra fyri Lars Løkke Rasmussen. Harafturat hevur Karen Jespersen boðað frá, at hon vil sleppa frá sum vælferðarráðharri. Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at hetta seinna kann hava við sær, at vælferðarmálaráðið verður býtt sundur í eitt íbúðar- og innanríkismálaráð og eitt almanna- og javnstøðumálaráð. Harafturat vænta eygleiðararnir, at Lars Løkke Rasmussen fer at niðurleggja innflytaramálaráðið og gransking­ar­ málaráðið. Tað merkir so helst, at Birthe Rønn Hornbech og Helge Sander fara úr stjórnini. Mangt bendir á, at Claus Hjort Frederiksen, arbeiðs­málaráðharr, verður nýggjur fíggjar­mála­ráðharri, og at Peter Christensen fer at loysa Claus Hjort Frederiksen av. Hann er framsøgumaður hjá Vinstra í fíggjarmálum. Fer at skipa nýggjar ráðstovur Forsætisráðharrafrúan helt seg heldur ikki aftur, men leiddi ærnar til klippingar Mynd: Ásfinn Sigvardsen Tsvangirai mist abbason Tað er líkt til, at zimbabwiski stjórnarleiðarin, Morgan Tsvangirai, verður raktur av einari vanlukkuni fyri og aðrari eftir. Fyri nøkrum fáum vikum síðani misti hann konuna í einari ferðsluvanlukku, og nú er ein tvey ára gamal abbasonur hansara duknaður. Drongurin, sum æt Sean, druknaði í einum svimjihyli hjá familjuni leygardagin, sigur ein talsmaður hjá Tsvangirai. Tann lítli búði í Kanada saman við foreldrunum, men var komin til Zimbabwe at fylgja ommuni til gravar. Ætlanin var, at tey skuldu fara aftur til Kanada í gjár, men nú verður tann lítli ístaðin jarðaður undir liðini á ommu síni, skrivar Reuters. Gerry McCann í Portugal Foreldrini hjá ensku gentuni Madeleine McCann, sum hvarv í Portugal fyri skjótt tveimum árum síðani, hava ikki mist vónina um at finna gentuna aftur á lívi. BBC veit at siga, at pápin, Gerry McCann, skal aftur til Portugals at virka við í einum filmi, sum skal royna at lýsa, hvat hendi tað kvøldið, Madeleine hvarv úr einari íbúð í frítíðarstaðnum Praia da Luz. Talsmaðurin hjá McCann-hjúnunum, Clarence Mitchell, sigur, at eitt mál við filmsupptøkuni er at vita, um hon kann fáa onkran at minnast eitt ella annað, sum kann hava týdning fyri málið. Tann trý ára gamla Madeleine McCann hvarv tann 3. mai í 2007.