Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

apríl 2009 9 lýsingartilfar Summarfrí í Danmark Norðast í jútlandi eru tiltikni strend­ urnar, har mangur listamaður hevur funnið sær íblástur. Til ber eisini hjá vanligum familjum at leita sær hagar í feriu Við endan av 19. øld vóru nógvir listamálarar, sum leitaðu sær norður til Skagen í Norðurjútlandi. Framvið Skagens strendur funnu listamálarar sum P.S. Krøyer, Christian Krogh, og hjúnini, Anna og Michael Ancher stóran íblástur. Tað var tað serliga ljósið í Skagen, sum fekk hesi fólkini at leita sær til Skagen. Endurprent og post­ kort av málningunum hjá Skagens-listamálarunum standa rist í huganum hjá teimum flestu, tá ein hoyrir navnið Skagen verða nevnt. Eisini hava nógvir føroyingar ognað sær endurprent hjá hesum listafólkum. Skagen Strand Frítíðarmiðstøðin »Skagen Strand« liggur landafrøðiliga væl fyri norðuri í Skagen. Talan er av sonnum, um eina av bestu strondunum í Danmark, sum eru umgyrdar av vakrari náttúru. Fyri tey, sum ynska at fáa eina enn betri vælveru, ber til at leiga súkklur og súkkla til allar tær stóru upp­livingarnar. Danmark hevur sína egnu, lítlu Sahara-oyði­mørk norðuri í Skagen. Råbjerg Mile nevnist tað staðið, sum eisini er vert eina vitjan, liggur bert fimm kilometrar frá frítíðarmiðstøðini »Skagen Strand«. Vestur­strond­ in er bert 7 kilometrar frá frítíðar­mið­støðini, og so ber eisini til at súkkla til Skagen by, framvið Hulsig Hede og Skagen Klitplantage. Nógv tilboð til børnini Umframt at taka til sín allar náttúruupplivingarnar, so er eisini ymiskt at takast við, tá ein er staddur á frítíðarmið­ støðini. Børnini hava nógv at fara til. Nevnast kunnu spæli­ pláss, hoppipútur, frum­skógar­ breytir, og til ber eisini at spæla fótbólt. Tá svongdin skal stil­l­ ast, stendur møguleikin ímill­ um, um fólk vilja gera sín egna mat, heinta matin í matstovuni, og njóta hann á terrassuni. Tað ber sjálvsagt eisini til at njóta eina góða máltíð á matstovuni, sum er á staðnum. Regnið skalar ikki Skuldi borið so illa á, at tað fer at regna av grimd, so eru ráð til at taka. Tá býðst høvið at fara til innandura baðilandið á »Skagen Strand«. Í baðiland­ inum er nógv sum kann stilla eina barnasál, ella eina barns­ liga sál. Har eru skreiðibreytir, dampbað og sauna. Øll tiltøk eru ókeypis fyri tey, sum búleikast á »Skagen Strand«. Millum tiltøkini, sum Skagen Strand kann bjóða eru umframt eitt baðiland, tennis, bad­min­ ton, hoppipúta, frumskógar­ breyt, minigolf, venjingarrúm og ein ítróttarhøll. Regnið kann sostatt ikki skala tey, sum vilja hava eina uppliving í norðasta endanum av Danmark. _____________________________ Heri Simonsen heris@sosialurin.fo ____________________________ Við Skagens strendur www.pango.dk 11793 fra 3.600,- fra 3.100,- fra 2.900,- fra 5.600,- Feriehuse i Tyskland Feriehuse i Norge Feriehuse i Norge Feriehuse i Danmark Feriehuse i Danmark Feriehuse i Sverige Feriehuse i Sverige Feriehuse i Tyskland * Vi har flere end 10.000 på lager... Få opfyldt alle jeres feriedrømme! DanCenter gi’r jer de bedst beliggende sommerhuse i Danmark, Norge, Sverige og Nordtyskland Lige pludselig er det sommer, og så bliver der rift om de bedst beliggende sommerhuse. HENT INSPIRATION OG BESTIL DIN FERIE PÅ WWW.DANCENTER.DK ELLER RING +45 7013 1616 NB! Priseksemplerne er ugepriser i perioderne 27/6-11/7 og 8/8-22/8. *Tyskland 20/6-4/7 og 22/8-29/8. Hus til 6 pers. Inkl. rengøring