Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 67 - 6. apríl 2009 Fiskamarknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kári Hansen hevur í síni tíð sum fiskaseljari og reiðari selt nógvar fiskalastir av landinum, bæði í bingjum og fisk, sum er beinleiðis landaður á eitt nú skotska marknaðinum. Hann heldur lítið um hugskotið at loyva sølu av føroyskum fiski, sum verður landaður í Føroyum og verður fluttur óvirkaður av landinum, uttan um skip­ anina hjá Fiskamarknaði Føroya (FMF). - Mær dámar ikki sjón­ar­ miðini, sum lands­stýris­mað­ urin í fiskivinnumálum, Jac­ ob Vestergaard, hevur latið uppfyri í hesum sambandi. Líkt er til, at hann vil sleppa kravinum um, at nøkur fiskasløg, sum verða landað í Føroyum og verða seld óvirkað av landinum, kunnu fara uttan um FMF. Eg dugi ikki at síggja, at FMF er trupulleikin í hesum sambandi, tí klára reiðarar ella útflytarar ikki tey 0,75%, sum Fiskamarkn­að­ ur­in tekur í sølugjaldi, klára teir seg neyvan kortini. Tað kann ikki vera hetta pro­ sentgjald, sum ger allan munin. Lítil partur Kári vísir á, tá skip og bátar landa í Føroyum, hava tey í fyrsta lagi útreiðslur av landing og kassaleigu, og haraftrat kemur havnagjald. Skal fiskurin koyrast, kostar tað eisini pening. - Sjálv sølan um góðkenda uppboðssøluskipan er ikki hon, sum ger fiskin nakað serligt dýrari. Hetta er ein skip­an, har fiskaseljarin veit, at hann fær peningin at kalla beinanvegin. Øðr­ vísi kann ganga, tá selt verð­ ur til útlendskar keyparar, leggur hann aftrat. Í morgun, tá Sosialurin tosaði við Fiskamarknað Før­oya, fingu vit upplýst, at seljarar í fjør rindaðu í miðal eini 10 oyru fyri kilo fyri søluna. - Í ár, nú fiskaprísurin hev­ur verið lægri, er sølu­ gjaldið soleiðis eisini upp­ aftur minni. Sølugjaldið er 0,75% av søluvirðinum, og tað merkir, at liggur miðal­ prísurin fyri kilo á umleið 10 krónum, er sølugjaldið 0,75 oyru fyri kilo, siga tey á FMF. Skip og bátar kunnu selja sína veiði, sum fer til virk­ ingar í Føroyum, til góðkend fiskavirkir, men skal fisk­ur­ in seljast óvirkaður av land­ inum, er galdandi treytin hon, at veiðan fyrst skal um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Haraftrat er skipanin hon, at skip kunnu sigla av land­ inum við upp til 25% av sínari veiði í hvørjum árs­ fjórðingi. Gjarna sigla Kári Hansen sigur seg einki hava ímóti, at skip kunnu sigla av landinum við heil­ um fiski, tí við sínum roynd­ um á hesum øki heldur hann, at hetta avmarkar seg sjálvt. - Landsstýrismaðurin kann gjarna avtaka hámark­ ið upp á tey 25% fyri sølu uttanlands, men eg haldi avgjørt ikki, at treytin um sølu á góðkendari upp­boðs­ sølu fyri fisk, sum fer heilur av landinum, eigur at broyt­ ast. Við atliti til avmarkaða sølukostnaðin, sigur hann seg onga meining duga at síggja í avtøku av hesi treyt. Kári stúrur tó fyri, at lands­stýrismaðurin fer at avtaka hesa treyt, tí hetta kann hann gera bara við eini kunngerð. - Eg dugi bara slett ikki at síggja nakra sum helst meining við hesum, tí hetta tænir ongum. Fyrrverandi reiðarin og fiskaseljarin heldur, at allir keyparar eiga at varðveita sín møguleika at bjóða upp á fisk, sum verður landaður í Føroyum. - Allir keyparar eiga at hava sama møguleika. Hetta geldir ikki bara før­ oyskar keyparar, men eisini útlendskar, um teir hava hug at bjóða seg fram. Fiskimálaráðharrin má ikki at sleppa at knúsa Fiskamarknaðin Føroya - Fiskamarknaður Føroya er størsta frambrot í føroyskari fiskivinnu í nýggj­ari tíð, og eg dugi onga meining at síggja í, at Jacob Vestergaard nú skal leggja upp til at knúsa hesa skipan, ið hevur havt so stóran týdning fyri okkara fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi. Vit eiga ikki at taka av treytina um góðkenda uppsølu fyri fisk, sum fer óvirkaður av landinum, men eg havi einki ímóti, at skip í størri mun kunnu selja sína veiði uttanlands, tí tað avmarkar seg sjálvt, sigur Kári Hansen, sum bæði er fyrrverandi fiskaseljari og reiðari - Allir keyparar eiga at varðveita sín møguleika at bjóða upp á fisk, sum verður landaður í Føroyum. Hetta geldir ikki bara føroyskar keyparar, men eisini útlendskar, um teir hava hug at bjóða seg fram, sigur Kári Hansen, sum heldur, at Fiskamarknaður Føroya er størsta frambrot innan føroyska fiskivinnu í nýggjari tíð Mynd: Vilmund Jacobsen Pápin skeyt børnini Líkini av fimm børnum vórðu í gjár funnin á einum parkeringsplássi í amerikanska statin Wash­ington. Børnini, sum vóru systkin, vóru skotin. Tað var eitt skyldfólk hjá børnunum, sum varnað­ist sorgarleikin. Fýra børn lógu deyð í song­ini, og tað fimta lá í baðirúminum. Talan var um fýra gentur og ein drong. Løgreglan í Washing­ton ivast ikki í, at tað var pápin, sum skeyt børnini. Hann varð seinni funnin deyður í bili sínum. Løgreglan sigur, at hann hevði skotið seg. Ráðharri eftirlýstur Myndugleikarnir í Sameindu Arabisku Emiratunum hava givið boð um, at varaforsætisráðharrin í Kekenia, Adam Delimkhanov, skal handtakast, tí hann er undir illgruna fyri at hava verið við til at beina fyri kekenska andstøðupolitikaranum Sulim Jamadajev. Løgreglan í Dubai sigur, at seks menn eru undir illgruna í sambandi við morðið, og at tveir teirra eru longu í varðhaldi. Jamadajev bleiv skotin í einum parkeringshúsi í Dubai tann 28. mars, og russar leggja kekenska forsetan, Ramzan Kadyrov, undir at beina fyri sínum mótstøðumonnum. Jamadajev var ein teirra.