Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 195 - 10. oktober 2001 Nr. 195 - 10. oktober 2001 3 TÍÐINDASKRIV Nýtir tú trygdarhjálm alla- staðni har vandi er fyri at fáa nakað niður yvir teg, og er skelti á arbeiðsøki, har tað er lógarkrav at nýta trygdarhjálm? Hesi viðurskifti fer Ar- beiðseftirlitið nú at kannað Í oktober og november fara eftirlitsfólk hjá Ar- beiðseftirlitinum at vitja virkir og arbeiðspláss, sum eftir arbeiðsumhvørvislóg- ini, skulu útvega arbeiðs- fólkunum trygdarhjálm, tá arbeitt verður, eins og skelti skal vera á arbeiðsplássin- um, sum upplýsir um hetta. Arbeiðspláss og virkir, sum kunnu vænta sær vitjan av Arbeiðseftirlitin- um eru: • Skipasmiðjur, • lossingarpláss, • byggipláss, • allastaðni har arbeitt verður við krana, so sum traverskrana, lastbilkrana o.s.fr., • og har vandi er fyri at fáa nakað niður yvir seg ella at verða kleimdur. Tað er eingin loyna, at tað verður heldur tilvildarliga farið um persónligu trygd- ina á arbeiðsplássum. Ser- liga torført hevur tað verið at fáa arbeiðsfólk at nýta trygdarhjálm, hóast hetta skuldi verið ein sjálvfylgja fyri einstaklingin, í roynd- ini at verja seg móti arbeiðsóhappum. Arbeiðseftirlitið veit um arbeiðsóhapp, har fólk hava bjargað lívinum, tí trygdar- hjálmur varð nýttur. Kortini veit Arbeiðseftirlitið eisini, at fólk hava ilt við at góð- taka trygdarhjálmin, tí hesin skal vera ein bági í arbeiðinum. Eftirlitsfólkini fara at vitja virkir og arbeiðsøki kring landið at kanna, um trygdarhjálmar verða nýttir, har tað er krav. Har trygdarskelti eru sett upp og trygdarhjálmar eru útvegaðir og nýttir, hendir einki. Er einki skelti á arbeiðs- økinum, og verða trygdar- hjálmar ikki nýttir, verður frágreiðing skrivað og send fútanum, sum tekur støðu til at reisa ákæru móti ar- beiðsgevaranum, og hann kann vænta sær bót, sum fútin ásetur við sektarupp- skoti. Verður bótin ikki goldin, endar málið í rættinum. Hugsast kann eisini, at arbeiðsgevarin hevur sett skelti upp og útvegað trygdarhjálmar, sum kortini ikki verða nýttir, og tá kann arbeiðarin eisini verða ákærdur, um hann ikki aktar givin boð. Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum sigur, at tiltakið við trygdarhjálm- inum er bert ein byrjan í royndini at fáa fólk at akta boðunum um persónliga trygdarútgerð. Ætlanin er, at næsta átak skal snúgva seg um at kanna, hvussu stendur til við trygdini, tá tað snýr seg um at nýta fallsikring og byggipallar. Í 1992 gjørdi Arbeiðs- eftirlitið eina líknandi kan- ning og tá blivu 50 ymisk virkir og arbeiðspláss vitja. Av teimu, blivu 20 ákærd og fingu bót. Bótin tá var millum 1.000 og 1.500 kr. til stjórar og arbeiðsleið- arar. Arbeiðseftirlitið kannar hjálmar Politikarar eru fyrimynd, tá tað snýr seg um at nýta hjálm – Økingin í játtanini til fólkaskúlan kom- andi ár er ein byrjan, men hon er langt frá nóg mikið til at fáa fólkaskúlan uppá eitt nøktandi støði. Nógv tann størsti parturin fer til lógarásettar bindingar, og lítið er eftir til sjálvan fólka- skúlan, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Økingin í játtanini til fólka- skúlan komandi ár í upp- skotinum til løgtingsfíggj- arlóg, er tann størsta í nógv ár. Umframt lønarhækking- arnar er talan um eina meir- játtan á umleið 14 mió. krónur, har økt sernáms- frøðiligt virksemi er írokn- að. Meginparturin av økingini í játtanini fer til út- reiðslur sum eftirløn, starvsaldurbroytingar, meirútreiðslur sambært semju millum Fíggjarmála- stýrið og Føroya Lærarafel- ag. Í alt umleið 6-7 mió. krónur. Restin fer til at hækka støðið í fólkaskúlan- um við í mun til í ár, verður sagt. – Í grundini fer nógv tann størsti parturin til lógar- ásettar bindingar. Lítið er eftir til sjálvan fólkaskúlan. KT-vørðar eitt nú er eitt dýrt øki, hetta er ikki kom- ið í gongd enn, freistin er 1. januar og hesum er als ikki tikið hædd fyri í komandi fíggjarlóg, sigur Elsa Bir- gitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. – Tá ið vit hyggja at øðr- um økjum, sum eisini tørv- ar pengar, kunnu vit ikki vænta, at játtanin til fólka- skúlan økist uppá støðið hon eigur at vera. Økingin er ein byrjan, men hon er langt frá nóg mikið til at fáa fólkaskúlan uppá eitt nøkt- andi støði. Serliga tá ið vit hugsa um, at vit hava eina nýggja fólkaskúlalóg, sum krevur ein øðrvísi skipaðan skúla. – Sparifrymilin er ikki broyttur, og hóast sagt verður, at hann verður endurskoðaður, er tað ar- beiðið als ikki komið nakr- an veg. Og sparifrymilin er millum størstu meinbogar í dagsins fólkaskúla. Verður hann endurskoðaður so- leiðis, at atlit verða tikin til stórar og smærri skúlar, er komið væl áleiðis. Frymilin er gjørdur fyri at spara, so hann er í grundini órættvís- ur fyri allar skúlar. Øðrvísi tímabýti Eftir fund við landsstýris- mannin í undirvísingarmál- um hevur Føroya Lærara- felag fingið eina vón um, at tímarnir til skúlarnar verða lutaðir øðrvísi út enn teir verða í dag. – Verða tímarnir býttir lutvíst uppá næmingar og lutvíst uppá flokkar, merkir tað, at smærri flokkar og skúlar við samansettum flokkum verða betur fyri enn teir eru í dag. Er lands- stýrismaðurin fúsur at gera hesa broytingina, er tað bara gleðiligt, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Í almannaverkinum eru nógvar uppgávur og skyld- ur lógarkravdar og harvið bundnar til eina nøktandi játtan. Á sama hátt eigur skúlaverkið at verða skip- að, heldur Føroya Lærara- felag, men Mentamála- stýrið er ikki samt. – Ásetingarnar í fólka- skúlalógini eru rættiliga yvirornaðar og undantøk- ini eru nógv. Mentamála- stýrið ber seg undan við at vísa til øll undantøkini í lógini, sum jú ikki eru krøv, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Ein dropi Sernámsfrøðiligt virksemi hevur altíð havt trong kor í Føroyum, og hóast játtanin til hetta virksemið økist við tveimum mió. krónum komandi ár, er langt frá nóg mikið. Fyri at veita teimum næmingum, sum hava tørv á serligum stuðli í skúlanum, eina tænastu, sum liggur innan fyri lág- markið, metti Mentamála- stýrið í upplegginum til fíggjarlógina, at neyðugt varð at økja játtanina við 5 mió. krónum. Tær tvær mió. krónurnar, sum eftir øllum at døma koma aftur- at, røkka til umleið 200 tímar aftur. Sum er er tørv- urin umleið 2500 tímar og við økingini komandi ár verður umleið helmingurin av tørvinum nøktaður. – Sjálvandi er at fegnast um, at játtanin verður økt, men vit fáa ikki arbeitt bert við eitt sindur meiri. Tað bara útsetir pínuna, sigur Elsa Birgitta P. Petersen. Lógvatak Hóast Føroya Lærarafelag ikki metir, at økingin í játt- anini til fólkaskúlan er nóg mikið, heldur forkvinnan í felagnum, at tey og lands- stýrismaðurin í undirvís- ingarmálum so ella so tosa sama mál. – Í mun til aðrar lands- stýrismenn í undirvísingar- málum, veit hesin, hvat tað vil siga, at hava ábyrgdina av einum skúla og ongar pengar at hava. Tað hevur eydnast honum at útvega fólkaskúlanum eina størri játtan. Men Føroya Lærara- felag, fjølmiðlarnir og and- støðan eiga eisini ein part av æruni, tí øll hesi hava ikki helmað í við at víst á trupulleikar. Eg ivist tó í, at fatanin fyri fólkaskúlanum í landsstýrinum er so nógv størri enn hon hevur verið. Landsstýrið hevur ikki nak- að val enn at økja játtanina, og vit skulu eisini minnast til, at tað er stutt til val. – Hevði Føroya Lærara- felag fingið stuðul frá for- eldrum, hevði nógv kunnað verið gjørt fyri at bøta um tann føroyska fólkaskúlan. Í felag kundu vit útvegað fólkaskúlanum tær umstøð- ur, sum liggja í pappírinum. Føroysk foreldur hava ikki tradisjón fyri at blanda seg uppí skúlaviðurskifti, men tíðin er búgvin at gera nak- að nú, sigur Elsa Birgitta P. Petersen at enda í viðtali. Økingin langt frá nóg mikið Tøkk Vit takka øllum so hjartaliga fyri heiðurin, ið okk- um varð sýndur, tá ið vit hildu gullbrúdleyp okkara t. 8. september 2001. Tøkk til Sørvágs Hornorkestur, sum tóku okkum á bóli og spældi fyri okkum á morgunstundini. Tøkk fyri uppsetan av flaggstong við veittrandi Merki inni á økinum hjá okkum, og ikki at gloyma heiðursgrindina, sum tit settu upp. Annars tøkk til tykkum, sum vundu fløgg á stong, sum sendu blómur og fjarrit, og sum ringdu til okkum. Tøkk til familju og gestir, sum luttóku í veitsluni við sangi og frálíkum røðum. Takk fyri gávur! Takk til Jørgen og Jákup fyri tykkara frálíka spæl og sang til dansin. Takk til kokkarnar fyri tykkara frálíka avrik! At enda gongur tøkkin til okkara kæru børn og svigarbørn fyri tykkara stóra fyrireikingararbeiði! Væl veri tykkum øllum! Blíðar heilsanir, Mary & Tóri Skaalum 380 Sørvágur – Vit kasta ikki frá okkum tað sum vit fáa afturat, men økingin í játtanini til fólkaskúlan komandi ár er langt frá nóg mikið, sigur Elsa Birgitta P. Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2