Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 195 - 10. oktober 2001 Nr. 195 - 10. oktober 2001 5 Ósemjan um Almannastovuna í Suðuroynni harðnar og Tvøroyrar Býráð stendur við sítt ALMANNAVERKIÐ Áki Bertholdsen – Vit ætla ikki at betala meiri. Finnleif Guttesen, borg- arstjóri á Tvøroyri sigur, at tað er ongin ivi um, at Tvøroyrar Býráð stendur fast við ætlanin at siga avtaluna um Almannastov- una upp. Kommunan vil ikki treytaleyst betala fyri Al- mannastovuna á Tvøroyri og tí hevur kommunan sagt avtaluna upp. Men Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur hinvegin, at Al- manna- og Heilsumála- stýrið stendur fast við av- taluna um, at kommunurnar skulu betala raksturin av almannastovunum kring landið, ímeðan landið be- talir sjálvar lønirnar. – Tað var eftir ynski frá kommununum, at Al- mannastovan skipaði deild- ir kring landið og tí av- talaðu vit, at tær skuldu betala raksturin og tað halda vit fast um, segði Sámal Petur í Grund í Sosialinum í gjár. – Hetta er ikki rætt, sigur Borgarstjórin á Tvøroyri. Hann situr við einum brævi, sum Landsstýrið sendi kommununum í 1976 og har stendur, at Al- mannastovan ætlar at seta ein sosialráðgevara í Suð- uroy sum ein liður í at spjaða virksemið stovnins... Sostatt er tað Landsstýr- ið, sum, hevur tikið stig til at seta deild av Almanna- stovuni á stovn í Suðuroy. – At avtala síðani er gjørd um, at kommunurnar skuldu betala ein part av rakstrinum, er ein onnur søga. Annars vísir Finnleif Guttesen á, at í fyrstu syftu var Vágs Kommuna ikki við í avtaluni og tí játtaði Tvøroyrar Býráð at betala 67% av rakstrarútreiðslun- um. – Men í nítiárunum vildi Býráðið hava hesa avtalu broytta, so hon bara betalti eini 40%, sum hon átti eftir lutfallinum ímillum komm- ununum. – Tá tað bar til at broyta avtaluna í nítiárunum ber tað sjálvsagt eisini til at broyta hana, ella at siga haba upp, í 2001. Støðan í Føroyum kann heldur ikki vera blivin so einaræðis- kent, at tað ikki longur skal bera til at siga eina avtalu upp. Hann sigur eisini at for- treytirnar fyri avtaluni er nógv broytt, seinastu árini. – Í fyrstuni var talan um eina skrivimaskinu og eitt lítið høli. Men í 1999, kom gjaldið upp á 80.000 krónur um árið og í fjør meiri enn tvífaldaðist tað upp í heili 175.000 krónur um árið, uttan orð ella boð til kommununa. Gjaldið hevur Gjaldstov- an drigið av kommunu- skattinum, uttan víðari, áðrenn kommunan fær skattin. Finnleif Guttesen sigur, at hetta góðtekur Býráðið ikki longur og tí er avtalan søgd upp at fara úr gildið 1. oktober, tvs, fyri 10 døgum síðani. – Vit hava eisini givið Gjaldsstovuni boð um, at onki skal dragast av komm- unuskattinum hjá Tvør- oyrar Kommunu, fyrrenn kommunan hevur givið tilsøgn um tað. Nógv fylgja spent við søguni um Tvøroyrar Býráð og Almannastovuna í Suð- uroy, tí sleppur Tvøroyrar Kommuna undan at betala, fara aðrar kommunur at krevja somu sømdir, tí tað má vera líka fyri allar. Í Fíggjarmálastýrin- um verður arbeitt við einum uppskoti um at lækka skattin kom- andi ár. Hetta kemur afturat einum skatta- lætta næsta ár, sum longu er samtyktur SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen Teir føroyingar, sum halda seg betala ov nógv í skatti, kunnu gleða seg til næsta ár. Tá er nevniliga ætlanin at seta skattalætta í verk. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í Fíggjarmál- um, sigur, at í Fíggjar- málastýrinum hava tey nú í eina tíð arbeitt við einum uppskoti um, hvussu ein skattalætti kann setast í verk næsta ár. Annars hevur Løgtingið longu samtykt, at botn- frádrátturin í skattinum skal hækkast næsta ár og tað er eisini ein skattalætti. Í ár er botnfrádrátturin 19.000 krónur, men næsta ár hækkar hann upp í 21.000 krónur. – Hetta gevur ein skattalætta uppá einar 1.000- 1.200 krónur um árið til allar vanligar inn- tøkur, sigur Karsten Han- sen. Tilsamans er talan um ein skattalætta upp á 30 milliónir. Fleiri skattalættar Men umframt at botnfrá- drátturin hækkar, arbeiðir Fíggjarmálastýrið eisini við einum uppskoti um at seta aðrar skattalættar í verk. Karsten Hansen vil ikki nevna smálutir í uppskot- inum, tí í fyrsta lagi er tað ikki liðugt enn og í øðrum lagi skal tað leggjast fyri samgonguna fyrst har tað skal til politiska viðgerð og har semja skal fáast um tað, áðrenn tað verður lagt fram og sett í verk. Men tað væntar lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um ikki verður nakar trupulleiki. Bæði í samgonguni og í andstøðuni er vilji til at lækka skattin, so tað verður neyvan ein trupulleiki, sigur Karsten Hansen. Varligar lækkingar Karsten Hansen sigur, at hann hevur alla tíðina ført fram, at tað er rúm fyri skattalætta í føroyska bú- skapinum. – Men samstundis havi eg eisini staðiliga ført fram, at tað skal gerast varliga fyri at sleppa undan at botnurin verður tikin undan búskapinum so at vit ikki aftur enda í somu støðu sum fyrst í nítiárunum. Hann ger tí eisini greitt, at skattalættin komandi ár, verður onki stort lop í skattatrýstinum. – Vit fara ikki at seta ein skattalætta í verk, sum setir avlopið á fíggjarlógini í vanda. Hann sigur tískil, at hvussu stórur skattalættin verður, ella, hvussu hann verður skipaður, veldst alt um, hvat samgongan semist um. Eftir hansara tykki eru tað onnur viðurskifti, sum hanga uppi í hesum skatta- lættanum og, sum semja eisini skal fáast um, eitt nú, hvussu lættin skal fíggjast. Hvat hann hugsar um, vil hann ikki siga, fyrrenn málið er viðgjørt í sam- gonguna. Hann sigur tó, at ætlanin er ikki at veita skattalættan á tann hátt, at oljuavgjaldið verður sett niður. Men um talan verður um at broyta skattastigan, ella at hækka botnfrádrátt- in, ella, hvussu skattalættin annars verður settur saman, og, hvussu stórur hann verður, veit hann ikki enn. Tað er tó eisini greitt, at eitt, sum er við í viðgerðini, er, at Løgtingið hevur sam- tykt, at hjún skulu sam- skattast, tvs, at har annar hjúnafelagin onki forvinn- ur, skal inntøkan hjá hinum hjúnafelagnum býtast javnt ímillum bæði hunini. Tað fer at føra við sær, at tey sleppa munandi bíligari í skatti, enn um annar hjúnafelagin einsamallur verður skattaður av allari inntøkuni. – Tað er tó greitt, at hetta uppskotið kann ikki setast í verk ókritiskt, tí tað fer at raka fullkomiliga nógv fólk skeivt. Eitt nú fer tað at føra við sær, at undir serligum umstøðum, verður onkur, sum enntá kemur at gjalda meiri í skatti, enn tey nú gera og tað var ikki ætlanin. – Tí verður neyðugt at arbeiða meiri við hesum uppskotinum, áðrenn tað verður sett í verk, sigur Karsten Hansen. Hann leggur tó dent á, at tann skattalætti, sum verður veittur, skal fyrst og fremst koma teimum lægru inn- tøkunum til góðar. Skulu ikki taka eitt oyra uttan at fáa loyvi Karsten Hansen: Næsta ár verður skatturin lækkaður – Vit standa fast við tað, vit hava sagt, sigur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri – Tað er rúmd í føroyska búskapinum fyri at lækka skattin komandi ár og tað verður gjørt. Men tað skal gerast varliga og tað skal fyrst og fremst koma teimum lægru inntøkunum til góðar, sigur Karsten Hansen C M Y K 5 4