mikudagur 10. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 195 - 10. oktober 2001
Nr. 195 - 10. oktober 2001
7
Rodmundur Nielsen,
borgarstjóri í Runa-
vík, droymdi ikki um
so stóra undirtøku
fyri samanleggingini.
Hann sigur, at komm-
unusamanleggingar
eru ein náttúrlig
gongd og í samsvari
við ynski hjá løg-
manni. Samstarvið
byrjar beinanvegin,
sigur borgarstjórin
SAMANLEGGING
Stefan í Skorini
Rodmundur Nielsen sigur,
at hann væntaði, at ein
meiriluri fór at taka undir
við samanleggingini, men
at meirilutin fór at vera so
greiður, tordi hann ikki at
vóna.
Sáttmálin um samanlegg-
ing verður undirskrivaður í
dag, mikudagin. Sáttmálin
sigur, at kommunurnar
verða lagdar saman 1.
januar 2001, tá nýtt stýri
tekur sæti. Ellivu limir
verða í nýggja ráðnum.
Samstarvið er byrjað.
Kommunurnar fáa innlit í
viðurskifti hjá hvørjum
øðrum, og soleiðis verður
arbeiðið samskipað. Tekn-
iska deild hjá Runavíkar
kommunu hevur eitt nú
loyst uppgávur fyri Skála
kommunu, og soleiðis fer
samstarvið at halda fram.
– Nú hava vit trý ár at
fyrireika okkum, og sam-
stundis kunnu vit prógva, at
hetta var ein røtt avgerð,
sigur Rodmundur Nielsen.
Eitt fet í senn
Tá
Rodmundur
verður
spurdur, um hann fer at
fríggja til aðrar kommunur,
so sigur hann, at mann skal
taka eitt fet í senn. Hann
heldur tó, at tað hevði verið
ein fyrimunur, um komm-
unurnar um Skálafjørðin
stóðu saman um at loysa
fleiri uppgávur. Hann er
eisini altíð tilreiðar at tosa
um viðurskifti í sambandi
við samanlegging.
Eivind Jacobsen, borgar-
stjóri á Strondum, hevur
sett fram ynski um at leggja
saman
við
Tórshavnar
kommunu, men hesum
tekur
Rodmundur
ikki
undir við, tí andin í lógini
um samanlegging sigur
greitt, at talan skal vera um
kommunur í sama øki.
Høvuðstankin aftanfyri
samanleggingina hevur ikki
verið at kappast við mið-
staðarøkið,
sigur
Rod-
mundur Nielsen, sum vísir
á, at tað verður neyðugt við
samanleggingum,
um
kommunurnar skulu vera
førar fyri at loysa tær upp-
gávur, sum verða lagdar út
til tær at umsita.
VALÚRSLIT Í RUNAVÍK
Valluttøka 55,6% (951 av 1710)
JA
NEI
750
196
78,9%
20,6%
27 ára gamli føroy-
ingurin Eiler Sonni
Danielsen var við í
SAS flogfarinum, sum
datt niður í Milano
sunnudagin, og hann
lat lív í vanlukkuni.
Hann arbeiddi sum
flogterna hjá SAS
FLOGVANLUKKA
Stefan í Skorini
Flogvanlukkan í Milano
sunnudagin setti eisini síni
spor í Føroyum. Mánadagin
bórust tíðindi úr Italia, at
ein føroyingur eisini var
millum tey 118 fólkini, ið
lótu lív í syndarligu flog-
vanlukkuni. Talan er um
havnarmannin Eiler Sonna
Danielsen.
Eiler Sonni Danielsen
arbeiddi sum flogterna hjá
SAS, og hann var til ar-
beiðis henda lagnutunga
dagin.
Eiler Sonni búði við
familjuni í Føroyum inntil
einaferð fyrst í nítiárunum,
tá hann saman við familj-
uni flutti til Danmarkar at
búgva.
Foreldrini hjá Eiler eita
Bjarni og Sofía Danielsen,
og hann átti eisini ein
systir, ið æt Beinta. Fa-
miljan býr í Strib á Fyn.
Eiler búði í Keypmanna-
havn, men hann hevði júst
keypt hús á Lollandi. Hann
var ógiftur.
Lærdi hjá Maersk
Eiler Sonni Danielsen lærdi
sum flogterna hjá Maersk
Air, men stutt eftir lokna
lærutíð fór hann til SAS at
arbeiða. Hann hevur verið
starvsfólk
hjá
norður-
lendska flogfelagnum í
nøkur ár.
Eiler gekk á Handils-
skúlanum í Havn, har hann
fekk FHS-prógvið. Síðani
fór hann á handilsskúla
niðri í Danmark, har hann
tók prógv á Hægri Hand-
ilsskúla.
Eiler Sonni Danielsen var
eisini virkin tónleikari. Fyri
einum líltum ári síðani gav
hann eina fløgu út við
tíggju løgum. Tað var ser-
liga country-tónleikur, sum
hann fekst mest við. Fløgan
nevnist “Sonni”, og plátu-
felagið Tutl hevur staðið
fyri søluni av hesi fløgu í
Føroyum.
Hóast Eiler Sonni Dan-
ielsen var búsitandi í Dan-
mark, so vitjaði hann
mangan heima í Føroyum.
Friður verið yvir minninum
um Eiler Sonna Danielsen.
Føroyingur læt lív
í flogvanlukku
Eiler Sonni Danielsen lat lív í syndarligu flogvanlukkuni í Milano sunnudagin. Hann var til
arbeiðis sum flogterna, tá flogførini stoyttu saman
Tað var helst eitt
menniskjaligt mistak,
sum elvdi til
vanlukkuna í Milano
sunnudagin, tá SAS
flogfarið stoytti
saman við eitt lítið
týskt Cessna flogfar,
beint sum tað var
farið á flog
FLOGVANLUKKA
Stefan í Skorini
Bæði flogførini duttu niður,
og øll fólkini umborð
doyðu. Umborð á SAS
flogfarinum vóru 110 fólk
og í Cessna vóru fýra. Eftir
samanstoytin kom eldur í
SAS flogfarið, og tað datt
niður í trimum pettum. Tað
vildi so illa til, at flogfarið
datt niður í ein bygning á
flogvøllinum, har fýra fólk
afturat lótu lív.
Tað er eftir øllum at
døma flogskiparin í Cessna
flogfarinum, sum hevur
misskilt boðini úr eftir-
litstorninum. Hann hevur
so flogið fram ístaðinfyri at
bíða, til SAS flogfarið var
farið avstað.
Italska uttanríkismála-
ráðið avsannar allar leysa-
søgur um, at talan var um
eina yvirgangsatsókn, tí
eingi prógv eru, sum tala
fyri hesum illgruna.
Eingin radari
Eingin
radari
var
á
flogvøllinum, tá vanlukkan
hendi. Tað ljóðar úr Italia,
at radarin skuldi sýnast, og
tí var hann tikin úr nýtslu
tríggjar dagar fyri vanlukk-
una.
Hesin radarin verður
nýttur, tá sýnið er vánaligt,
sum tað var henda dagin
við tjúkkum mjørka. Vænt-
andi ber ikki til at staðfesta
veruligu orsøkina til van-
lukkuna fyrr enn um eitt ár,
tí teknisku kanningarnar
skulu gerast sera neyvt, og
tað tekur tíð.
SAS hevur gjørt av at lata
teimum
avvarðandi,
ið
mistu í vanlukkuni á Linate
flogvøllinum í Milano,
25.000
dollarar
ella
200.000
krónur.
Hetta
verður gjørt, uttan mun til
hvørja niðurstøðu kanning-
arnevndin kemur fram til.
Menniskjaligt mistak
Flogvanlukkan á Linate flogvøllinum í Milano sunnudagin
kravdi 118 mannalív. Ein føroyingur var millum tey deyðu
Fegin borgarstjóri:
– Samstarvið byrjar beinanvegin
VALÚRSLIT Á SKÁLA
Valluttøka 79,5% (391 av 492)
JA
NEI
333
56
85,2%
14,3%
Listafólkasamband
Føroya er misnøgt
við, at skapandi listin
er við skerdan lut á
fíggjarlógaruppskotin
um fyri komandi ár.
Verður uppskotið ikki
broytt, fer Listafólka-
sambandið møguliga
at skipa fyri krav-
gongum og boykotti
FÍGGJARLÓG
Edvard Joensen
Hóast fyrrverandi lands-
stýrismaðurin við undirvís-
ingar-
og
mentamálum
boðaði frá eini hækking á
fíggjarlógini til skapandi
list, er eingin slík hækking
komin á uppskotið, sum nú
liggur í tinginum. Verður
peningur ikki játtaður skap-
andi listini, verða møguliga
tiltøk sum kravgongur og
boykott av undirvísingar-
tilfari sett í verk.
Oddfríður
Rasmussen,
formaður í Listafólkasam-
bandi Føroya, Lisa, sigur, at
tað er ongum líkari enn, at
undirvísing og list verða
býtt hvørt sær á fíggjar-
lógini, hóast tey liggja und-
ir sama stýri. Seinast fekk
skapandi listin nøkur oyru á
fíggjarlógini, og hesaferð
er tað skúlin, sum fær alt.
Løgið, heldur hann, at ikki
kann hugsast um bæði í
senn.
– Tað er ongum líkari
enn, at nú ein lærari er
vorðin landsstýrismaður,
verður bara hugsað um
skúlan, og skapandi listin
verður gloymd burtur, sigur
formaðurin í Listasam-
bandinum.
Sum dømi um, hvussu
ymiskt verður raðfest, vísir
hann á, at tá ein lærari skal
til eftirútbúgving, fær hann
- sum eisini rætt og rímiligt
er - alt goldið. Skal mynd-
listafólk hin vegin hava
eina eftirútbúgvin, sum
fáast má uttanlands, er
møguligt at fáa 7.000,-
krónur játtaðar. Av hesum
fer helvtin í skatti, meðan
restin illa nokk er fyri
ferðaseðil til Danmarkar.
So ójavnt er býtt, vísir for-
maðurin í Listasambandin-
um á.
Oddfríður
Rasmusen
leggur dent á, at Lisa hevur
avgjørt einki í móti, at
skúlin fær teir pengar, hon-
um tørvar. Tvørtur ímóti.
Men hann vísir á, at tað
kann tykjast løgið, at
skapandi listin púra verður
við sviðisoð, tá nú fyrr-
verandi landstýrismaðurin
hevði boðað frá eini hækk-
ing á fíggjarlógini.
Torbjørn Jacobsen, fyrr-
verandi landsstýrismaður
við mentamálum, boðaði
frá eini hækking upp á eina
hálva millión til skapandi
listina á komandi fíggjar-
lóg. Nú uppskotið er kom-
ið, er tann játtanin ikki við,
meðan skúlin hevur fingið
einar 12 milliónir afturat tí,
hann hevði seinast, hóast
hann ikki hevur fingið í
námind av tí, brúk er fyri.
Steðga undirvísingar-
tilfari
Listafólkasambandið ætlar
sær ikki bara at sita og
hggja at, meðan tey lyfti,
sambandið hevur fingið,
renna út í sandin. Verður
einki burtur úr, fer Lisa at
skipa fyri tiltøkum, sum
fara at merkjast, sigur Odd-
fríður Rasmussen, formað-
ur í Lisa.
Hann vísir á, at rithøv-
undafelagið er limur í Lisa.
Og rithøvundar eiga rætt-
indini til lesitilfar, sum
brúkt verður í skúlunum. Tí
ber til hjá teimum at seta
forboð fyri, at tilfar teirra
verður brúkt til undirvísing
og próvtilfar í skúlunum.
Og tað fer at merkjast,
sigur formaðurin í Lisa,
sum sjálvur er rithøvundur.
Tað eru 2.000 limir í
Listasambandinum, sigur
Oddfríður Rasmussen, og
seta teir allir tiltøk í verk
samstundis, fer tað at
merkjast.
Hann sigur, at Lisa fer at
fylgja við, hvussu leikur fer
í løgtinginum, nú fíggjar-
lógin er fyri. Tey fara stutt
og greitt at seta seg niðan í
tingið og síðan at síggja,
hvat gjørt verður.
Stórur tørvur
Skulu umstøðurnar hjá
skapandi listafólki í Føroy-
um samanberast við tær hjá
listafólki í hinum Norður-
londunum, skulu játtast
einar 60 milliónir krónur á
fíggjarlógini, sigur Odd-
fríður Rasmussen. Men tey
fáa onga, soleiðis sum
fíggjarlógaruppskotið
er
háttað, nú tað fer til fyrstu
viðgerð.
Hann vísir á, at tað er
sera trupult hjá skapandi
listafólki at gera nakað, tí
øll hava fyri neyðini at hava
fulltíðarstarv, og so listina
við síðuna av. Tað átti at
verið øvugt, um neyðugt
yvirhøvur skuldi verið at
havt lønandi starv umframt
listina, sigur hann.
Starvslønirnar hjá Undir-
vísingar- og Mentamála-
stýrinum hava gjørt øgilig-
an mun hjá tiemum, sum
fingið tær hava, ásannar
formaðurin í Lisa. Men tær
eru bara so vælsignað smá-
ar, at tað munar lítið í stóra
samanhanginum.
Tá starvslønirnar komu,
varð hildið, at nú stóð væl
til tí nú kundu fólk arbeiða
við lisitni burturav.
– Jú, onkur hendingur
kann, sigur Oddfríður Ras-
mussen. Men veruleikin er
kortini tann, at talan er um
pengar, sum tiknir eru av
aðrari konto hjá stýrinum,
sum so listafólkini aftur fáa
minni av.
Tað var ein konto, sum
ætlað var til ávísar verkætl-
anir. Hon var upp á tríggjar
milliónir krónur, men er nú
skorin í helvt, soleiðis at
hálvonnur millión fer til
starvslønir. So tað sær ein
og hvør, at har er lítil bati,
sigur Oddfríður Rasmus-
sen. Heldur tvørturímóti.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa viðmerkingar frá
Óla Holm, landsstýris-
manni, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Gloymd list
Oddfríður Rasmussen, formaður í Lisa, sigur, at verður meira peningur ikki játtaður skapandi
listini á fíggjarlógini, fara limirnir í Lisa at skipa fyri kravgongum og møguliga eisini boykotti
av undirvísingini
Mynd: Jens Kristian Vang
DRAGSHOW
Ingrid Bjarnastein
Enn eitt stórt tiltak verð-
ur í Platform í vikuskift-
inum. Eydnast hevur at
stápla Føroya fyrsta
dragshow uppá beinini.
Teir báðir, Nikolaj
Møller og Richard Niel-
sen, frá sendingini "Bar-
en", ið TV3 sendi síðsta
vetur, ferðast í løtuni
runt í Danmark við ein-
um "comedy dragshow",
sum ongantíð áður er
sætt av mannaeygum.
Rátt og gott undirhald
verður á skránni. Mein-
ingin er, at áskoðararnir
skulu fáa reyð oyru og
ilt í búkin av grin.
Sagt verður, at hetta er
showið, sum tú MÁST
síggja.
Ímynda
tær
Nikolaj og Richard í eini
playbunny svimjidrakt
ella í reingerðingarkittli.
Hetta verður kallað tað
stóra Lokumshowið!
Aftaná framførsluna
verður
møguleiki
at
møta teimum báðum í
barrini, har teir vera
gestabarrvørðar.
Teir
verða eisini at hitta í
barrini í Platform leyg-
arkvøldið.
Dragshow
í Platform
Nikolaj Møller og Richard Nielsen frá "Baren" hava
Føroya fyrsta dragshow í Platform í vikuskiftinum.
C
M
Y
K
7
6