mánadagur 6. apríl 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ]
Tvey mál í fyrsta dyst
inum í ár staðfesta,
at Arnbjørn Hansen
tekur við, har hann
slepti í fjør og hóast
til tíðir óheppið spæl,
so eydnaðist EB/
Streymi at vinna 2-1
ímóti vinnarunum av
fyrstu deild í fjør
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast talan var um tvey
vinnaralið, ið hittust við
Margáir í gjár, so sást rætti
liga skjótt, hvør vann bestu
deildina, og hvør vann næst
bestu deildina í fjør.
Nógv styrkta EB/Streyms
liðið byrjaði tó bara við
tveimum av nýgg ju spælarun
um inni, og bæði Pætur Dam
Jacobsen og Alex Dos Santos
sluppu at byrja uttanfyri.
Veðrið var sera gott til fót
bólt við Margáir í gjár, hóast
nakrir dropar komu av himli í
endanum av fyrra hálvleiki.
Nógv ferð var á spælinum
fyrstu løtuna, og bæði liðini
høvdu nakrar møguleikar
beinanvegin.
Næstan so skjótt dysturin
byrjaði fekk 07 Vestur ein stór
an málmøguleika. Trunka
spæl var eftir horna, og endin
varð, at ein 07 Vestur spælari
stakk beinið fram, og skeyt
bóltin framvið málmanninum
hjá EB/Streymi. Men Sorin
Angel stóð á málstrikuni og
fekk bóltin beint í kroppskinn
ið. Onkur vildi vera við, at
hann stóð innanfyri málstrik
una, men tað mettu hvørki
Rúni Gaardbo ella nakar av
hjálpardómarunum, so tað
helt fram at vera málleyst við
Margáir.
Tá tígg ju minuttir vóru
spældir, kom dagsins fyrsta
mál. Ein bóltur varð spæld
ur av miðjum vølli, út í
høgru síðu hjá 07 Vestur,
har Hans Pauli Samuelsen
við hælinum legði bóltin inn
um verjuna hjá 07 Vestri, til
Leif Niclasen, sum spældi
bóltin inn á baklinjuna, har
Gudmundur Nielsen var
staddur.
Gudmundur gjørdi skjótt
av og spældi bóltin útfrá til
Arnbjørn Hansen, sum skeyt
bóltin inn um Trygva Ask
ham í 07 Vestur málinum.
EB/Streymur
stýrir spælinum
Næsta hálva tíman hevði
EB/Streymur rættiliga yvir
vág í spæli og møguleikum.
Hans
Pauli
Samuelsen
hevði eitt langskot úr høgru
síðu hjá EB/Streymi, og 07
Vestur hevði onkran møgu
leika. EB/Streymur hevði
bóltin mest, men tá vága
menn fingu bóltin royndu
teir veruliga at spæla bólt
og sóu rímiliga sterkir út.
Tá 07 Vestur ikki hevði
bóltin, stríddust teir manni
liga við at fáa fatur á bóltin
um, men tað sá út til, at EB/
Streymur hevði stýr á ting
unum, líka til fimm minuttir
restaðu til hálvleiks.
Tá gjørdist ein 07 Vestur
leikari rættiliga leysur, og
smekkaði upp á mál úr
vinstru síðu hjá teimum.
René Tórgarð megnaði at
bjarga, men fekk ikki veru
liga bóltin av vandaleið.
Tá kom aldursforsetin á
vøllinum, Jens Erik Ras
mussen, sníkjandi og legði
bóltin í málið til 1-1.
Meistararnir
hevna seg
Fyri hálvleik hendi ikki so
nógv afturat, men tá steðgurin
var av, komu EB/Streymsleik
ararnir út sum nøkur óløgir, og
ikki meira enn ein minuttur
var spældur, tá Gudmundur
Nielsen einsamallur fór fram
við verjuni hjá Vága monnum,
og legði bóltin innfyri til Arn
bjørn Hansen, sum aftanfyri
ein sovandi verjuleikara kundi
stúta bóltin inn til 2-1.
Stutt eftir var bólturin aftur
í netinum aftan fyri Trygva
Askham, men Gudmundur
Nielsen var rangstaddur.
Tá EB/Streymur var kom
ið framum, vísti tað seg, at
bæði liðini ikki høvdu yvir
skot at spæla bólt longur, og
fóru frá at spæla bólt til at
sparka bólt. Tó so. Alex Dos
Santos, sum var komin inn
fyri Leif Niclasen gjørdi
onkran vørr í høgru síðu hjá
07 Vestur, so onkur hálvur
møguleiki kom.
Restin av dystinum varð
gyppaður, og tá bólturin
ikki var uttanfyri til horna
spørk, málspørk og innkøst,
so lógu spælarar skaddir.
Sterk lið
EB/Streymur eru nú komnir
frá byrjan við trimum stig
um, men eftir spælinum at
døma, sær út til, at 07 Vest
ur nokk skulu vera sterkir á
heimavølli.
Arnbjørn Hansen kom í
gongd við málskjótingina,
og Jens Erik Rasmussen er
helst elsti leikari, ið nakran
tíð hevur gjørt mál í bestu
føroysku fótbóltsdeildini.
EB/Streymur-07 Vestur 2-1 (1-1):
Meistararnir komnir væl frá byrjan
Ársins spælari í fjør, Arnbjørn
Hansen, vísti stórform alt fyri eitt,
tá hann skoraði bæði málini í 2-1
sigrinum hjá EB/Streymi
Mynd: Sofus D. Johannesen
Tem skoraði í Glostrup
Tem Hansen, sum nakrar ferðir hevur spælt á føroyska
fótbóltslandsliðnum, skoraði í gjár mál fyri felagið Søllerød-
Vedbæk í 2. Deild Eystur. Søllerød-Vedbæk var á útvølli í
Glostrup, og Tem og teir vunnu dystin 2-0. Tem Hansen
hevur áður umboðað Lyngby í 1. deild og superliguni, men
nú spælir hann í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Balling skoraði aftur
Fyrrverandi NSÍ-álopsspælarin Ulrik Balling skoraði aftur
hetta vikuskiftið fyri Næstved í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini í gjár. Næstved hevði vitjan av Lyngby, um í
farnu viku gav Henrik Larsen sekkin sum venjari, og líkt var
leingi til, at Lyngby skuldi vinna dystin. Men tveir minuttir
fyri leiklok skoraði Ulrik Balling fyri Næstved og trygg jaði
teimum javnleik.
07 Vestur
EB/Steymur
Nøgdir
við
innsatsin
Jens Erik Rasmussen,
liðskipari hjá 07 Vestur,
er væl nøgdur við inn
satsin hjá sínum liðið í
gjár, men hann er ikki
heilt nøgdur við úrslit
ið.
- Vit kunnu ikki vera
annað enn nøgdir við
innsatsin, men sjálvandi
er tað ikki lætt at koma
til Margáir at spæla, sig
ur Jens Erik Rasmus
sen.
Hann vísir somuleiðis
á, at liðið hevur nógvar
áhugaverdar ungar leik
arar, sum kunnu koma
seg seinni í ár.
Tó vil hann ikki ordi
liga siga, hvussu verður
við at yvirliva í bestu
deildini.
- Vit trúgva sjálvandi
uppá tað, og so mugu
vit sígg ja, hvussu langt
tað ber, sigur liðskiparin
hjá uppflytarunum í
bestu deildina.
-eij
Eitt lið
avrik
Hóast Arnbjørn Hansen
sjálvur gjørdi bæði mál
ini hjá EB/Streymi í
gjár, so vísir hann á, at
ongin leikari vinnur
nakran dyst einsamall
ur.
- Eg vil ikki siga, at
spælið hjá okkum var
nakað serligt, men tað
skal nokk koma. Tað
ber heldur ikki til at
siga, at ein leikari vinn
ur nakran dyst einsa
mallur. Tað er alt liðið,
ið vinnur dystir, stað
festir tvífaldi málskjútt
in, sum longu hevur
lagt seg á odda á topp
skoraralistanum í bestu
fótbóltsdeildini.
Men hann vísti á, at
hann var nøgdur við
sítt egna avrik í dystin
um í gjár.
-eij