Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Royndu at spæla okkara spæl Hóast B68 ta einu løtuna loypti hvøkk á, so helt Kári Nielsen hjá HB ikki, at hetta av álvara skapti ótta á liðnum hjá HB. - Eg haldi ikki, at vit vóru bangnir. Men vit høvdu eitt sindur trupult við at fáa glið á okkara spæl, og tá teir so skora, so verður tað sjálvandi enn truplari, so vit fingu nokk ein lítlan hvøkk av hesum. - Men tekin vóru tó ongan tíð um panikk. Vit avráddu eisini í steðginum, at vit skuldu halda á fram at royna at fáa okkara spæl fram, og tað gekk so eisini í seinasta enda. Og tey trý stigini vóru kanska meira umráðandi enn sjálvt spælið? - Sjálvandi. Hetta er fyrsta umfar, so tað ráddi um hjá okkum at fáa eina góða byrjan, og hana fingu vit, segði Kári Nielsen eftir dystin. -mørk Súr kensla Hjá toftamonnum var lagið avgjørt ikki av tí besta, tá teir fóru úr høvuðsstaðnum leygardagin. Eftir dystin tosaðu vit við Jóhan Dáva Højgaard, og hann helt púra avgjørdur, at B68 átti betur uppiborið á degnum. - Fram til triðja málið skapa teir ikki ein tann einasta møguleika í opnum spæli, so sjálvandi er tað súrt hjá okkum, tá vit mugu heim uttan stig, segði Jóhan Dávur, sum serliga hevði hug at ilskast um brots­ sparkið, sum av álvara punkteraði dystin. - Hatta var katastrofalt fyri okkum. Ein stórur maður sum Hans á Lag eigur heldur ikki at detta, bara tí menn skumpast inni í brotsteiginum. Og tá okkara málverji so bjargar, verður brotssparkið dømt at takast umaftur. Tað eru tað so nakrir dómarar, sum gera, meðan aðrir ikki gera tað. - Men eg haldi avgjørt, at vit spældu ein hampuliga góðan dyst, og tað kennist frustrerandi, at vit nú mugu heim uttan nakað sum helst, segði Jóhan Dávur Højgaard. -mørk HB vann tey trý stigini, sum vóru kravið undan leygardegnum, men spælið í ársins fyrsta landskappingardysti gevur rúm fyri stórum batum hjá FM-biðlunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum annar av heilt stóru FM-favorittunum vistu tey í HB-húsinum, hvat kravið var undan fyrsta heima­dyst­ inum í Vodafone-deildini. Trý stig skuldu fáast til høldar móti B68, og tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, var hetta eisini úrslitið. Men ávegis vórðu heimaáskoðararnir hildnir á pínubeinkinum, og toftamenn høvdu sum so eisini góða orsøk at iðra seg um úrslitið av dystinum. Deyðbóltar kostaðu Gestirnir vóru nevnliga leikliga omaná stóran part av dystinum. Frá byrjan var greitt, at B68 sum so ikki kendi tað sum sína skyldu at koma til Havnar at undir­ halda áskoðarunum við bergtakandi álopsfótbólti. Og hóast HB fekk nógv pláss at spæla á á mið­vølli­ num, so mgnaði heimaliðið sum so heldur ikki at skapa sær tað heilt stóra. Toftamenn dugdu hin­ vegin væl at seta ferðina upp, tá kontra vórðu sett ígongd, og tað tók teimum ikki nógvar minuttir, áðrenn eitt av hesum gav úrslit. Øssur Hansen, sum við sínum 38 árum brilleraði á vinstra bakki, kom sær niðan við í álop, og tá millimetur-neyva innleggið fekk bæði Rana D. Christ­ iansen og Símun Rógva Hansen at ivast, stútaði Dánjal Pauli Højgaard púra róliga bóltin í netið til 1-0. Spælgongdin hóvaði av­­ gjørt ikki HB-venjaran­um, og longu eftir 28 minuttum framdi hann fyrstu út­­ skiftingina, tá ein sjónliga vónbrotin Bjarni Jørgensen varð tikin út. Uttan iva ein avgerð, sum nógv hveptu seg við, men tað tók ikki innskifta Milan Kuljic langa tíð at gera vart við seg. Toftamenn løgdu ikki so í markeringarnar, tá Rasmus Nolsøe sendi fríspark innfyri, og so kundi Kuljic stýra bóltinum í netið til javnleik. Og talan var aftur um deyðbóltsstu, tá HB legði seg á odda. Toftamenn vildu fegnir havt fríspark í støðuni, men tað endaði alt við, at bólturin eftir horna­ spark støkk út móti Rógva Poulsen, sum við einum dreymahøggi sendi bóltin í meskarnar. Brotssparkið Seinni hálvleikur gjørdist í fleiri mátar enn meir tamur enn hin fyrri. HB hevði nú ikk fyri neyðini at trýsta tað minsta, og fram til seinastu 20 minuttirnar ella so hendi lítið og einki. Tað noyddi gestirnar at satsa, og ein góða løtu hóttu teir veruliga við at eta seg aftur í dystin. Størsta møguleikan av øllum fingu teir, tá Øssur Hansen byrj­ aði álop niðri við egnan brotsteig, og har alt endaði við, at bæði Øssur sjálvur og Dánjal Pauli Højgaard gjørdust mest sum púra leysur. Alt endaði tó við, at bólturin støkk á stólpan, eftir at málverjin í fyrstu atløgu hálvbjargaði, og lítla løtu seinni var HB veruliga á sigurskós. Upprunaligi stútarin frá Hans á Lag átti kanska betri lagnu, tá fyrsta veruliga gjøgnumspælda HB-álopið endaði við drønstútar á tvørtræið. Men tað líktist einum sera tunnum brots­ sparki, tá Poul Jóhannus Justinussen og Hans á Lag kappaðust um at røkka returinum. Tað í sjálvum sær fekk øði í gestirnar, og teir blíðkaðust einki serligt, tá Eiler Rasmussen dømdi nýtt brotsspark, eftir at Petur Meinhard Magnussen traðkaði dekan ov langt út úr málinum, áðrenn hann bjargaði royndini hjá Andrew av Fløtum. Og so kundi talan vælr verið um ordiligan stórsigur eftir hetta. Gestirnir mistu fullkomuliga luftina, og í einum trimum førum spældi HB seg fram til rimmar møguleikar, sum tó ikki vórðu gagnýttir. Tað gav at enda væntaðu myndina, har HB fekk sær ein á pappírinum tryggan sigur. Men tað er eingin ivi um, at spælið skal lyftast heilt nógv komandi dyst­ir­ nar, um siðvanda felagið aftur í ár vil spæla við í gulldystinum. HB-B68 3-1 (2-1): Rusturin má bankast burtur Hóast navnabrævið er farið um tey 38, so vísti ein stórspælandi Øssur Hansen, at hann væl og virðiliga hevur bæði evni og vilja at spæla við millum tey fremstu í føroyskum fótbólti Mynd: Álvur Haraldsen Lukasz skoraði Póllendingurin Lukasz Cieslewicz, sum í fleiri ár spældi í VB, var annar av málskjúttunum, tá ið Hvidovre fekk javnleik í næstbestu donsku fótbóltsdeildini um viku­ skiftið. Lukasz legði Hvidovre á odda eftir fýra minuttir, men síðani skoraði Fredericia tvey mál. Í seinasta minutti av dystinum eydnaðist tað Hvidovre at javna og tryggja sær eitt stig burtur úr heimadystinum. Wrexham vann Gunnar Nielsen vardi málið, tá Wrexham vann 2-0 á Mans­ field Town í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini leygar­dagin. Gunnar Nielsen er leigaður til Wrexham úr Manchester City, har hann hevur sáttmála. Hetta var annar dysturin hjá Gunnari Nielsen í málinum. Wrexham er við sigrinum 10 stig frá play-off plássunum um uppflyting, nú seks dystir eru eftir at spæla. B68 HB