Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Økslin úr lið Við einum máli og tveim­ um uppleggum var Brima Koroma dagsins maður í Gundadali um vikuskiftið. Og áleyparin, sum er ættaður úr Sierra Leone, var eisini væl nøgdur, tá vit eftir dystin fingu orð á hann. - Sjálvandi eri eg nøgdur. Eg vildi gjarna, at talan gjørdist um uppaftur fleiri mál, men økslin hjá mær fór úr lið, og hóast eg fekk hana upp á pláss aftur, so var ikki hugsingur hjá mær um at halda fram í dystinum. - Men eg haldi, at spæl­ ið hjá okkum sá slettis ikki so galið út. Sjálvur eri eg eisini við at venja meg við bæði sjálvt spælið og tað at spæla á graslíki, so eg rokni við, at tað verður betri samanhangur í spæli­ num, sum frálíður. Hesa ferð fingu vit so tey trý stigini, sum vit allir arbeiddu fram ímóti, og vónandi kunnu vit vinna okkum enn fleiri stig kom­ andi dystirnar, segði Brima Koroma eftir dystin. -mørk Hampuliga nøgdir Høgni M. Joensen hjá AB helt eftir dystin móti B36, at hóast tapið, so kunnu teir í AB-leguni vera hampuliga væl nøgdir við avrikið. - Vit koma tvær ferðir aftur upp á javnt, og í longum løtum av dystinum haldi eg eisini, at vit eru heilt væl við. So har er nakað, sum tit halda tykkum kunna byggja víðari uppá? - Heilt avgjørt. Teir báðar komandi dystirnar spæla vit móti liðum, sum verða spádd at vera partur av niðaru hálvu, og fáa vit nøkur stig í teimum báð­ um royndunum, haldi eg slettis ikki, at tað fer at síggja so galið út hjá okkum, segði Høgni M. Joensen. -mørk Tað stóð nógv á hjá B36, áðrenn teir vunnu vænt­aða sigur­ in á uppflytar­unum úr AB. Heilt avgerandi spælarin var tó Brima Koroma, sum við einum máli og tveimum uppleggum var høvuðsmaðurin hjá B36 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í fjør varð fleiri ferðir sagt, at hevði B36 átt mannin, sum kundi toga seg nakað upp á máltindinum, hevði felagið eisini verið betur við í FM-dystinum enn tað sama. Tað í sjálvum sær verður tó ikki meira enn hypotetiskt, men ítøkiliga fekk B36 í gjár at vita, at teir kanska hava fingið sær mannin, sum kann skjóta neyðugu málini til at avgera tøttu dystirnar. Brima Koroma nýtti bert sjey minuttir um at gera vart við seg í Gundadali sunnu­dagin. Tá var AB- mávlerjin rættiliga óheppin við útspæli, og so gjørdi nýggi áleyparin skjótt av. Tey bæði næstu dømini gav nýggi áleyparin beint undan og nakað eftir steðgin. Fyrru ferðina átti Róaldur Jakobsen tó sín stóra part av æruni, tá hann sera hegnisliga fann Koro­ ma í høgra borði, áðrenn hesin sendi neyvt innlegg í høvdið á Sam Malson. Og so átti Koroma eisini av­ gerandi fótin, tá hann rann alla AB-verjuna av, áðrenn hann trillaði tvørtur um til ein púra blankan Jákup á Borg. AB gav ikki upp Hetta tryggaði trý stig til B36, men ávegis hesum prógvaði AB væl og virði­ liga, at teir als ikki verða so lættir at syfta í ár. Tær báðar fyrstu ferð­ir­ nar, sum B36 skoraði svaraði AB aftur alt fyri eitt. Og hóast teir á heima­ liðnum iðraðu seg um, at armarnir ikki tóktust koma nóg skjótt niður eftir málini, so tekur tað einki sum helst frá AB, sum veruliga spældi sín møguleika. Í fyrra hálvleiki var eisini nær við, at argjamenn kundu leggja seg á odda. Fleiri ferðir skaptu teir meira enn bara óróligar løtur í B36- brotsteiginum, og ta einu ferðina fekk Tróndur Vatn­ hamar akkurát jústað stútara upp um tvørtræið. Ikki minst prógvaðu gest­ irinir, at teir kropsliga eru førir fyri at standa seg í bestu deildini. Teir vóru liðið, sum vann flestu nærdystirnar, og styrkin í luftspælinum var í fleiri førum eyðsýnd í bæði verju- og álopspartinum. Sum dysturin leið, og AB royndi at flyta spælið longur niðan á vøllin, gav hetta tó eisini op hinvegin, og eitt nú bæði kundi og átti Jákup á Borg at sløkt dystin, tá hann slapp framvið AB- málverjanum men kortini varð tacklaður. Meira enn tað sama gjørdist talan ikki um, men við trimum stigum fekk heimaliðið tað, sum farið varð eftir. Argjamenn byrj­ aðu hinvegin kapp­ingarárið við ongum, men avrikið í fyrstu royndini gav væl og virðiliga lyfti um, at stig kunnu rulla á kontina hampuliga skjótt. B36-AB 3-2 (2-2): Brim í Gundadali Brima Koroma eitur nýggja álopsvónin hjá B36. Longu fyrsta dystin var hann í leiklutinum sum bæði málskjútti og uppleggjari Mynd: Álvur Haraldsen Inter økir um leiðsluna Inter hevur rættiliga kós í móti italska meistara­heiti­ num, og um vikuskiftið økti Inter um leiðsluna í toppinum í Seriu A. Inter vann 1-0 ímóti Udinese, og har fekk Inter so góða hjálp, at Udinese gjørdi sjálv­ mál. Juventus fekk betr javnleik á heimavølli ímóti Chievo. Harvið er Inter nú 9 stig frammanfyri Juventus í italsku landskappingini. Ferguson peikar á Moyes Í fleiri ár hevur verið tosað um, hvør skal taka við eftir sir Alex Ferguson í venjarastavinum í Manchester United, og leygardagin skrivaði The Sun, at Alex Ferguson peikar á David Moyes sum eftirmann hjá sær. David Moyes er venjari hjá Everton, og eins og Ferguson er hann úr skotska býnum Glasgow. - Tá ið tú hugsar um umstøður­nar hjá honum, so hevur hann gjørt eitt fantastiskt arbeiði í Everton, sigur Alex Ferguson sambært The Sun. AB B36