mánadagur 6. apríl 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ]
Ágrýtna og óroynda
KÍ liðið megnaði
at stríða seg til stig
á útivølli ímóti
NSÍ, sum serliga í
1. hálvleiki tóktist
fjáltursstungið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fer KÍ at megna at halda
tørn um plássið í bestu
deildini, og fer NSÍ at
megna at bjóða seg fram í
kappingini um FM heitið.
Soleiðis hevur verið spurt
og fregnast undan kapping
arbyrjan. Og tað er ikki so
undarligt, at tað hevur verið
roknað við, at heiðamenn
skulu kappast millum teir
bestu, og at KÍ skal stríðast
fyri at varðveita plássið í
deildini:
Á NSÍ liðnum eru 4-5
landsliðsspælarar, og teir
flestu av hinum hava týdn
ingarmiklu royndirnar. Á KÍ
liðnum er 38 ára gamli
Jákup Mikkelsen í málinum,
og 31 ára gamli Heðin á
Lakjuni á miðvøllinum –
viðhvørt ytstur í høgru og so
í hinum borðinum. Annar av
brandunum í miðverjuni,
Oddmar á Lakjuni, er 22.
Allir hinir eru yngri enn so.
Leygarkvøldið
hittust
hesi bæði liðini við Løkin í
Runavík. Hvussu tað fer at
tørna út fer tíðin at vísa,
men avrikið og úrslitið
leygarkvøldið góvu ábend
ing um, at tað er ikki sjálv
sagt, at KÍ skal stríðast í
botninum, og at NSÍ er FM
kandidatur.
Óroyndu klaksvíkingarnir
høvdu hug at seta dags
skránna í 1. hálvleiki. Eitt
sindur fjáltursstungnir tókt
ust teir at vera, men sum
tíðin leið, tordu teir alt betri
at vísa, at teir duga at spæla
fótbólt. Alla tíðina stríddust
teir sum fyri lívinum, og
tað var týdningarmikið fyri
teir at vinna nógvar retur
bóltar.
Heimaliðið hevði ilt við
at finna rætta girið. Á mið
vøllinum vóru ov nógvir ov
lítið ágangandi, í álopspart
inum vóru teir ikki hug
flogsríkir, og í verjuni vóru
teir ikki so sannførandi.
KÍ var disiplinerað: í
verjupartinum
vóru
teir
tættir og avgjørdir, og tá ið
teir høvdu fingið fatur á
bóltinum, gjørdu teir skjótt
av. Jógvan Isaksen var
tryggur í miðverjuni, John
Hammer gekk undan í
stríðnum á miðvøllinum,
og
Kristoffur
Jakobsen,
sum var einsamallur í
fremstu røð, lúrdi alla tíðina
eftir møguleikanum.
Tríggjar
minuttir
fyri
steðgin
fekk
Kristoffur
møguleikan. Heðin á Lakj
uni spældi flatt og snilt og
neyvt inn um miðverjuna,
álopsspælarin fekk bóltin
væl við sær og setti hann
framvið Meinhardi Joensen
í NSÍ málinum.
Meiri ferð á
Eftir steðgin, tá ið Jann Ingi
Petersen var komin inn á
sentrala miðvøllin at stuðla
Boga Løkin og Høgna
Madsen, var tað týðuligt, at
NSÍ royndi at fáa ferðina
upp. Spælararnir fluttu seg
betri fyri hvørjum øðrum,
og teir royndu oftari at
spæla fyrstu ferð. Sending
arnar vóru ikki altíð so
neyvar, men viðhvørt eydn
aðist tað at fáa teir bláu at
renna aftaná, og tíggju
minuttir
eftir
hvíldina
eydnaðist tað at javna:
Fremsti klaksvíkingurin
misti bóltin, tá ið liðið var á
veg fram, Hjalgrím Elttør
var staddur í vinstru, tá ið
hann tamdi og bjóðaði
sínum bygdarmonnum av.
Tvær ferðir spældi hann eitt
tvey, og tá ið hann var
komin inn um verjuna eitt
sindur í høgru, setti hann
bóltin
framvið
Jákupi
Mikkelsen.
Málið tóktist seta mót í
teir gulu, og tað kundi
kanska roknast við, at teir
óroyndu bláu fóru at fara
niður við nakkanum. Men
soleiðis tørnaði tað ikki út.
Klaksvíkingarnir arbeiddu
fyri
lívinum,
og
tað
eydnaðist at halda tørn,
hóast teir síðstu løtuna vóru
sperdir. Karoly Potemkin,
sum ikki flutti seg nógv,
hevði risa møguleika at
skora eftir horna úr vinstru,
men hann rakti ikki bóltin,
og stutt áðrenn hann varð
tikin út, sendi hann bóltin í
stólpan
aftanfyri
Jákup
Mikkelsen.
Tá ið fíni dómarin hevði
bríkslað fyri síðstu ferð,
kendist tað bæði á og kring
vøllin sum um, at klaks
víkingar høvdu vunnið eitt
stig, og at NSÍ hevði tapt
tvey
stig.
Unglingarnir
høvdu staðið landsliðsspæl
arunum kurl!
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1):
Unglingar stóðu
landsliðsspælarum kurl
Unga KÍ-liðið fekk eina fína byrjan, tá tað útivølli
eydnaðist at fáa stig við sær í dystinum móti NSÍ
savnsmynd
Heðin hevur álit á ungu monnunum
31 ára gamli superveteranurin, Heðin á Lakjuni, var fegin um, at tað hevði eydnast
honum og KÍ liðfeløgunum at hava úrtøku við sær úr Runavík:
- Ungu menninir hava verið sera ágrýtnir undir venjing, og nú vístu teir, at teir
megnaðu at standa seg í fyrsta landskappingardystinum. Vit vóna altíð at vinna øll
stigini, men tað plagar ofta at vera strevið í Runavík, og sum fyritreytirnar vóru, so
eru vit nøgdir við eitt stig, sigur Heðin á Lakjuni.
Umframt Jákup Mikkelsen og Heðin á Lakjuni eru tríggir aðrir veteranar á KÍ
liðnum. Allan Joensen og Arnold Joensen vórðu skiftir inn, meðan Jan Andreasen
hvørki var á vøllinum ella á beinkinum. Hann var skaddur, men teir rokna við, at
hann verður tøkur hósdagin, tá ið 07 Vestur fer at spæla steypadyst í Klaksvík.
-jh
Hjalgrím ikki nøgdur við ferðina
Í NSÍ leguni vóru teir ikki nøgdir við úrtøkuna, og teir hildu, at eftir 2. hálvleik
kundu teir gott havt tryggjað sær øll stigini. Teir hildu seg eisini vita, hvør orsøkin
var til, at tað – serliga í 1. hálvleiki – ikki hekk so væl saman hjá heimaliðnum:
- Ferðin var ov lág, og í 1. hálvleiki megnaðu vit ikki at skipa spælið fram eftir
jørðini. Hetta tosaðu vit um í steðginum, og í 2. hálvleiki varð tað væl betri. Tá
fingu vit eitt mál, og um vit vóru eitt sindur hepnari, so kundu vit havt vunnið øll
stigini, tí vit høvdu møguleikar til tað, heldur NSÍ málskjúttin, sum vónar, at tað í
steypadystinum ímóti HB í Gundadali hósdagin fer at eydnast at byggja víðari á 2.
hálvleik.
-jh
Klinsmann skelkaður
av stórtapi
FC Bayern var úti fyri sínum størsta tapi í sjey ár, tá
ið nýggja oddaliðið í Týsklandi, Wolfsburg, vann
heili 5-1 á Bayern leygardagin. - Hetta tapið rakar
okkum meint. Vit verða noyddir at líta frameftir og
koma við einum heilt øðrum avriki í dystinum ímóti
Barcelona, segði ein skelkaður Jurgen Klinsmann,
venjari, eftir stórtapið. Bayern og Barcelona spæla
fjórðingsfinalu í Champions League í vikuni.
Benitez: Vit stríðast
til tað seinasta
Fyri 11. ferð í hesum kappingarári skoraði Liverpool í
yvirtíðini, tá ið liðið vann 1-0 á Fulham leygardagin. Og
tað er venjarin Rafael Benitez væl nøgdur við. - Vit avtala
ikki at skora so seint, men vit ganga høgt uppí, at vit geva
ikki upp. Vit stríðast til seiansta sekund, og tað gevur úrslit,
sigur Benitez, sum rósar sínum spælarum fyri at verða í
góðum formi og kunna spæla allan dystin við fullari ferð.
KÍ
NSÍ