Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Ronaldo samdur við Real Virda enska blaðið The Guardian skrivar um vikuskiftið, at portugisiski stórspælarin Cristiano Ronaldo hevur gjørt eina avtalu við spanska felagið Real Madrid. Nú manglar bara, at Manchester United og Real Madrid semjast um, at Ronaldo skal skifta felag. Sambært The Guardian avgjørdi Ronaldo í september í fjør, at hann skal gevast í Unted eftir hetta kappingarárið. United kann fáa Ribery Franski stórspælarin Franck Ribery, sum spælir fyri týska stórfelagið FC Bayern, fer møguliga at skifta felag í summar, og blaðið News Of The World heldur, at Barcelona ella Manchester United fáa klørnar í spælaran. Ribery hevur júst gjørt drúgvan sáttmála við Nike, og so passar tað sambært enska blaðnum best, at hann fer til eitt Nike-felag. Og har standa Barca og United fyrst fyri. Fyrsta hálva tíman var heimaavrikið sannførandi, men í 2. hálvleiki kundu gestirnir úr Fuglafirði væl havt javnað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í dýrdarveðrinum fríggja­ kvøldið var áskoðaratjøldin óvanliga stór í Sarpugerði. Ársins fyrsti lands­kapp­ing­ ar­dystur var á skránni, og spenn­ingurin var eyka stór­ ur, tí tað var í hesi upp­gerð­ ini í fjør, at ÍF í fyrstu upp­ gerðini ímóti samanlagda grannafelagnum fyri fyrstu ferð í næstan tredivu ár vann í Gøtu. Hesa ferð fóru fugl­firð­ ing­ar inn um Varmakeldueið við ongum. Víkingur vann 2-0, og tað var serliga í 1. hálvleiki, at heimaliðið var leikliga omaná. Súni Olsen var á sentrala miðvøllinum saman við Sølva Vatnhamar, teir báðir settu ferð á skjótt uppspæl, sum ofta varð vanda­mikið, sum gjørdist ser­liga vandamikið, tí vong­ verj­arnir, Sverri Jacobsen og Hanus Jacobsen, ar­beiddu hart og luttóku væl í álopsspælarinum. Sam Jacobsen í høgru og Magnus Skoralíð í vinstru syrgdu fyri breiddini, Sím­ un Louis Jacobsen var næst­ fremstur, og Andrias Lava Olsen vísti við sínum skjót­ leika og agressiviteti, hví hann í løtuni verður rokn­að­ ur at vera okkara fremsti álops­spælari. Longu eftir seks minuttir lá bólturin aftanfyri Andras Gango í ÍF málinum: Hanus Jacobsen, sum var dúgligur at koma framvið í vinstru, legði eitt sindur forkølað inn­­fyri, og eitt sindur til­vild­ ar­liga endaði bólturin hjá Magnusi Skoralíð, sum skor­aði ársins fyrsta mál. Tað kundi væl havt verið størri munur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í 1. hálv­leiki, tí heimaliðið hevði verið greitt omaná. Fugl­firðingar høvdu ilt við at finna hvønn annan, mið­ verjarnir høvdu tað trupult, miðvøllurin var ofta um ein háls í góðum heimaspæli, og Bartal Eliasen, sum var einsamallur á toppinum, hevði torførar treytir millum Niclas Niclasen og Atla Gregersen. Teir reyðu omaná Tað var týðuligt, at vík­ing­ arnir fegnir vildu hava alt av­gjørt beinanvegin eftir steðg­in. Tvey hornaspørk bóru spentar støður við sær frammanfyri Andras Gango, men ÍF reið stormin av, og so við og við vóru tað teir reyðu, sum fóru at seta dagsskránna. Nenad Saric var meiri fram­rættaður, enn hann hevði verið í 1. hálvleiki, og eftir fríspæling av Frank Poulsen var hann í góðari støðu. Men lobbarin upp um Geza Turi fór eisini upp um Víkinga málið. Sum heild gjørdist álops­ spæl­ið tilvildarligt og lítið hug­flogsríkt. Eitt sindur fjált­urs­stungu heimamenn­ in­ir royndu við longum send­ingum fram til Andrias Lava Olsen, sum Poul Enni­ garð og Jonn Thomsen pakk­aðu væl inn, og í hin­ um endanum varð ofta loss­ að fram í vónini um, at tað skuldi eydnast Bartali Elia­ sen at syrgja fyri møgu­leik­ um og málum. Sum tíðin leið royndu fugl­firðingar at spenna álops­bogan, og at enda brast hann. Høgri vong­verj­ in hjá Víkingi, Sverri Jacob­ sen, legði langa sending fram á mótstøðuhálvuna. Poul Ennigarð tóktist hava tak á støðuni, men so var tað, at innskifti Finnur Just­ in­us­sen fekk tak á, legði inn­fyri til eisini innskifta Hans Jørgen Djurhuus, sum setti bóltin í netið. 2-0 og heimafagnaður. Trý stig eru týdningarmikil, og avrikið í 1. hálvleiki eig­ur at geva Víkingi mót um, at tað kann fara at hilnast væl. Tað eydnaðist ikki ÍF at vinna stigið burtur úr javn­ leik­inum, sum teir leingi høvdu í eygsjón. Men tað fara neyvan at ganga fleiri umfør, áðrenn ÍF væl og virði­liga fer at koma upp á talvuna. Fuglfirðingar spentu álopsbogan høgt í royndini at javna, men tað gjørdist Víkingur, sum tók stigini, tá fyrsti Vodafone-dysturin yvir høvur var á skránni fríggjakvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Víkingur-ÍF 2-0 (1-0): Víkingar flúgvandi í eina løtu ÍF Víkingur Hugflog í ein hálvan tíma Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við úr­slitið í fyrsta lands­kapp­ingar­ dyst­inum, síð­ani hann tók við venj­ara­starvinum í Víkingi. Men sam­stund­ is ásann­aði hann, at tað sum 2. hálvleikur leið kundi havt endað øðrvísi, enn tað gjørdi: - Eg eri sera væl nøgd­­ur við avrikið fyrsta hálva tíman. Vit fáa mál beinanvegin, og vit høvdu møguleikar at gera mál fleiri aðrar ferðir, men tað spurdist ikki meiri enn nær við og næstan støður burt­ ur­úr, sigur Víkinga venj­ ar­in, sum var minni væl nøgdur við 2. hálvleik: - Tá missa vit leikligu yvirvágini. At kapp­ing­ ar­árið er lítið liðið sást aft­ur í, at vit hava ilt við at finna hvønn ann­ an, flytingarnar eru ikki so góðar, og ÍF kundi væl havt javnað. Tíbetur gjørdu teir ikki tað, og í yvirtíðini skoraðu vit aftur. Tað er langt á mál Fuglfirðingar hava ætl­ að sær at kappast, har tað er mest spennandi, men avrikið fríggja­ kvøldið bendi ikki á, at tað skal vera soleiðis: - Vit trúgva framvegis upp á tað, tí vit hava gott fólk, og hug­burð­ur­in undir venjing hevur ver­ ið góður, sigur mið­ vallarin Høgni Zach­ari­a­ s­en, sum eisini stað­festir, at tað er langt á mál - Tað sást væl, at tað enn restar nógv í at sam­ an­spæla liðið. Tað fara vit at arbeiða víðari við, og eg eri vísur í, at vit fara at standa okkum betri, enn vit gjørdu hesa ferð.