mánadagur 6. apríl 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ]
Heini aftur til Neistan
Neistin kundi um vikuskiftið staðfesta, at felagið hevur
gjørt avtalu við Heina Hanusarson, um at hesin er partur
av manshópinum hjá Neistanum seinastu tvey árini. Heini
hevur seinnu árini verið í Danmark í lestrarørindum, og í
tveimum umførum hevur hann spælt við felagi í bestu
donsku deildini. Nú gongur leiðin so heimaftur, og tað
verður altso Neistin, sum komandi tvey árini fær gleði av
skotsterka kollfirðinginum.
11 føroyingar til Danmarkar
Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar, Dánjal Martin Hofgaard, Katarina
Lamhauge, Jón Hofgaard, Malan V. Bærentsen, Mona Simonsen, Astrið
Foldarskarð, Hildur á Fløtti, Pauli Ø. Mohr og Poula Ø. Mohr verða øll
millum luttakararnar, tá DM á langbana verður svomið í døgunum 7. til
12. apríl. Til samams taka fleiri enn 500 svimjarar úr 86 ymiskum feløgum
lut í kappingini. Hvønn dag verða innleiðandi umførini svomin fyrrapart,
meðan finalur eru á skránni seinnapart. Til ber at fylgja við úrslitunum á
www.livetiming.dk.
Við einum tryggum
útisigri á Skála
tryggjaði VB sær
kvinnubronsuna
framman fyri
Neistan, sum basti
finalistunum úr
Tjaldri. Stjørnan
vann stórsigur á
niðurflytarunum úr
Kyndli
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Bar tann eini ósvaraði
spurningurin var eftir, tá
síðstu dystirnir í Sunset-
kappingini vóru spældir
leygardagin, og hann var,
um tað gjørdist VB ella
Neistin, ið fór avstað við
bronsuni. Undan dystinum
var eittans stigið á muni
teirra millum, men tað var
tað eisini aftaná, tí bæði
liðini vunnu sínar dystir, so
tí fór bronsan til Vágs.
Longu fyri tveimum vik
um síðani gjørdist greitt, at
tað verða Stjørnan og Tjald
ur,
sum
skulu
spæla
FM-finalurnar, so burtur
sæð frá bronsuni, var eingin
spenningur eftir. Og eftir ta
bestu og mest spennandi
kvinnukappingina í áravís,
mugu VB og Neistin nú
bara harmast um, at tey
skuldu gerast liðini, ið sótu
eftir við hvør sínum Svarta
peri, hóast teirra partur
annars ikki hevur ligið eft
ir.
Mikukvøldið er fyrsta
finalan á skránni, tá Tjaldur
tekur ímóti Stjørnuni í
Runavík, og leygardagin,
sum er páskaaftan, møtast
liðini aftur í Klaksvík. Er
hvørki liðið tá blivið før
oyameistari,
verður
ein
triðja finala spæld í Klaks
vík annan páskadag.
Stjørnan vann stórt
Dysturin í Klaksvík var
millum topp og botn, og úr
slitið gjørdist eisini hareftir,
tí Stjørnan vann við ikki
færri enn 17 málum á
Kyndli, sum komandi ár
spælir í 1. deild, meðan
VÍF, sum sera sannførandi
hevur vunnið 1. deild í vet
ur, kemur upp og aftur
verður at síggja í Sunset-
kappingini.
Stjørnan streyk avstað
beinanvegin og læt ongantíð
nakran iva vera um, hvør
fór at vinna dystin, og hóast
mótstøðan kanska ikki var
tann sama, klaksvíkskvinnur
kunnu vænta sær í finalun
um ímóti Tjaldri, so av
speglaði
Stjørnuspælið
bæði sjálvsálit, styrki og
stríðsvilja, ið krevst til
finalurnar.
Stjørnan var á odda við
10 málum í hálvleikinum,
17-7, og eftir seinna hálv
leik, tá tað í meiri enn eitt
korter var latið aftur fyri
allari
málskjóting
hjá
Kyndli, var endaliga úrslitið
31-14, sum nokk eisini
svaraði sera væl til tað, sum
hendi á vøllinum.
Neistin basti Tjaldri
Neistin mátti og skuldi
vinna, samstundis sum ein
spinkul vón var um, at
evnaríka StÍF-liðið kanska
kundi gera okkurt við VB,
so tey ytstu heiðursmerkini
kundu koma til Havnar.
Men hóast Neistin gjørdi
sítt og megnaði at basa
finalistunum
úr Tjaldri,
gjørdist tað kortini ikki nóg
mikið.
Tjaldur fekk betru byrj
anina, men Neistin stríddi
seg uppaftur og fekk longu
fyri steðgin fatur í longra
endanum. Neistin var á
odda 14-13 í steðginum, og
fyri tað mesta vóru tað eis
ini tær bláu, ið gingu á odda
í seinna. Men Tjaldur kom
væl við síðstu 10 minuttirnar
og var onkra løtuna eitt mál
frammanfyri.
Tá avtornaði, eydnaðist
tó kvinnunum hjá Neistan
um at vinna 28-27, og hóast
tað var eitt heiðurligt punkt
um hjá liðnum, ið – sum
tað einasta – ongan dyst í
vetur hevur tapt fyri Tjaldri,
rakk tað ikki til meira enn
fjórðaplássið.
VB fekk medaljur
Treytirnar hjá vágskvinnum
líktust teimum hjá Neistan
um, men vóru ikki so harð
ar, tí tað ráddi snøgt sagt
bara um at vinna útidystin á
Skála ímóti StÍF, so var
bronsan vunnin. Og VB
rann beinanvegin avstað og
hevði allan dystin á tamb
greiða leiðslu.
VB, sum var á odda við
10 málum í hálvleikinum,
21-11, endaði við at vinna
dystin 36-30, so tí kundu
bronsukrónurnar
–
sum
væntandi var – handast
teimum eftir loknan dyst.
Og hóast vónbrotið um ikki
at røkka í finaluna lúrir aft
anfyri, mundi túrurin suður
aftur um Suðuroyarfjørð
vera hampuliga hugaligur
kortini, tí okkurt er altíð
frægari enn einki…
Í endaligu støðuni hevur
VB sama stigatal sum
Tjaldur og betri málúrtøku,
men av tí at tað eru inn
anhýsis úrslitini, sum eru
avgerandi, endar Tjaldur
kortini framman fyri VB í
landskappingini.
VB vann bronsuna
Stjørnan-Kyndil 31-14 (17-7)
10 min: 6-3
20 min: 12-4
30 min: 17-7
40 min: 22-10
50 min: 26-10
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Chriophersen 6, Dianne Møller 6, Anna
Kristina Samson 5, Bára S. Klakstein 3, Durita Mikkelsen 3,
Joan M. Djordjevic 2, Durita Ljósstein 2, Ella Petersen 2,
Judith Hansen 1, Una Olsen 1
Kyndil: Linda Johansen 4, Randi Wardum 4 (1), Súsanna
Petersen 2, Annika Poulsen 2 (1), Guðrið Eystberg 1, Helena
á Krákusteini 1
Brotskøst: Stjørnan 1, Kyndil 4
Útvísingar: Stjørnan 0, Kyndil 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Gunnar Gregoriussen
Neistin-Tjaldur 28-27 (14-13)
10 min: 2-5
20 min: 8-9
30 min: 14-13
40 min: 18-17
50 min: 22-10
Málskjúttar
Neistin: Marjun F. Danberg 7 (2), Nicoleta R. Hansen 5 (2),
Unnur Danielsen 4, Trine Mayland 4, Tordis Tróndarsson 4,
Rakul Augustinussen 1, Brindis Hjartardóttir 1, Annika
Ljósstein 1, Stine Mikkelsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 10, Jacoba Langgard 4, Marinela
Patru 4, Annika Thomsen 4, Heidi Sevdal 2, Sarah Ann B.
Thomsen 2, Jóhanna í Króki 1
Brotskøst: Neistin 6, Tjaldur 1
Útvísingar: Neistin 4, Tjaldur 4
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
StÍF-VB 30-36 (11-21)
10 min: 1-7
20 min: 7-13
30 min: 11-21
40 min: 16-26
50 min: 25-30
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 12 (2), Fríðrún Danielsen 6,
Ninna K. Johansen 4 (1), Lovisa Andreasen 3, Súnfríð B.
Johannesen 2, Anna Petersen 2, Bára Berthelsen 1
VB: Gurið Mortensen 9 (1), Daiva Toumaite 7 (2), Aukse
Vysniauskaite 6, Sváva Vestergaard 5, Bára Mortensen 4,
Theresa Joensen 3, Una Egillsdóttir 2 (1)
Brotskøst: StÍF 2, VB 3
Útvísingar: StÍF 3, VB 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA um dystirnar
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
20
15
-
1
-
4
551
432
119
31
2 Tjaldur
20
12
-
3
-
5
576
485
91
27
3 VB
20
13
-
1
-
6
576
485
91
27
4 Neistin
20
11
-
4
-
5
530
488
42
26
5 StÍF
20
3
-
1
-
16
495
612
-117
7
6 Kyndil
20
1
-
0
-
19
357
576
-219
2
Neistin er einasta liðið, sum í vetur ikki hevur tapt fyri Tjaldri, og leygardagin eydnaðist
teimum bláu at vinna við einum máli á FM-finalistunum úr Runavík, sum nú skulu dystast við
Stjørnuna um gullið
Mynd: Álvur Haraldsen