mánadagur 6. apríl 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ]
AB vann á KÍ
Longu í næsta umfarinum í bestu kvinnudeildini beit AB
av álvara frá sær, tá tær vitjaðu í Klaksvík. Her hevur
heimaliðið vunnið øll meistaraheitini í kvinnufótbólti,
síðani árstølini byrjaðu við 2-talinum, men tað er ein
støða, sum tær í AB hava sett sær fyri at broyta. KÍ trýsti
hampuliga nógv í dystinum leygardagin, men tað kom
bert eitt mál, og hesum stóð Mona Breckmann hjá AB
fyri, tá hon var fyrst á frísparksbólti, sum sigldi um alla
KÍ-verjuna.
Jónas til Hvidovre
Føroyski landsliðsbakkurin, Jónas Tór Næs, skrivaði um
vikuskiftið undir sáttmála við Hvidovre, sum spælir í
næst bestu donsku fótbóltsdeildini. Jákup í Stórustovu,
umboðsmaður hjá Jónasi, váttar, at partarnir hava gjørt
sáttmála, sum knýtir spælaran at felagnum restina av
hesum kappingarárinum.
Hóast dystirnir í sein
asta landskappingar
umfarinum ongan
týdning høvdu fyri
støðuna, so vísti H71
við útisigri á StÍF
betri formstyrki enn
VÍF, sum á heimavølli
bert fekk javnleik
ímóti Kyndli. Neistin
vann í málríkum dysti
á botnliðnum KÍF
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Fyri viku síðani gjørdist
greitt, at tað verður H71,
sum skal spæla FM-final
urnar ímóti VÍF. Tann fyrsta
av teimum verður í Vest
manna skírisdag, og onnur
finalan verður í Hoyvík
páskaaftan. Er neyðugt við
einum triðja dysti, verður
hann í Vestmanna annan
páskadag.
Galdandi fyri finalurnar
hjá bæði kvinnum og monn
um er, at ein triðja finala
skal spælast, um tað stendur
á jøvnum eftir tær báðar
fyrru. Endar annar av fyrstu
finaludystunum við javn
leiki, verður ein triðja finala
ikki spæld, tí tá er liðið,
sum vann hin finaludystin,
føroyameistari.
Av tí at einki kundi flytast
undan seinastu landskapp
ingardystunum, sum vóru
leygardagin, var kanska
bara áhugavert at síggja,
hvussu finalistarnir vóru
fyri. Og har vísti H71 betri
taktir enn VÍF, tí hoyvíkingar
vunnu á útivølli, meðan
vestmenningar á heimavølli
settu stig til.
Eingin klassikari
Mangan hevur verið sagt
um dystirnar millum VÍF
og Kyndil, at tað eru teir
stóru klassikararnir í før
oyskum
manshondbólti.
Men leygardagin var ikki
nógvur klassikari yvir dyst
inum teirra millum í Vest
manna, hóast tað bæði í
hálvleikinum og til endans
stóð á jøvnum.
VÍF hevur leingi verið
vitandi um sína finalustøðu,
so tí var kanska væntandi,
at vestmenningar fóru at
leggja eitt sindur meira fyri
og kanska vísa eitt sindur
meira, enn teir gjørdu hesa
ferð ímóti Kyndli, sum púrt
einki hevur víst í vetur.
Kyndil endar næstniðast og
skuldi tí ikki verið nøkur
hóttan.
Tó megnaðu teir grønu,
burtur sæð frá fyrstu 10
minuttunum og einari løtu í
seinna hálvleiki, at fylgjast
við VÍF allan dystin. Í hálv
leikinum var støðan 14-14
og dysturin endaði 29-29,
uttan at VÍF veruliga av
dúkaði nakað, sum kann
koma at verða avgerandi í
FM-finalunum ímóti H71.
H71 er til reiðar
Strandingar hava ikki verið
tann stóra upplivingin í vet
ur, og tað vóru teir heldur
ikki, tá hoyvíkingar vitjaðu
teir á Skála leygardagin.
StÍF orkaði so nøkulunda at
fylgja við eitt korter í hvørj
um hálvleiki, men so var
heldur ikki meira saft ella
kraft eftir.
Hóast H71 hevði hug at
eksperimentera eitt sindur í
løtum, var sigurin ongantíð
í vanda, og H71 vann 24-19,
eftir at hava verið á odda
18-11 í hálvleikinum. Meiri
enn ta einu ferðina sóust
greiðar ábendingar um, at
hoyvíkingar veruliga tykjast
vera klárir til sínar fyrstu
FM-finalur nakrantíð.
Ein, sum í øllum førum
sá klárur út, var ungi mál
verjin,
Johan
Hofgaard,
sum síðstu 10 minuttirnar
læsti og stongdi málið við
einum seks ella sjey bjarg
ingum, so StÍF bara fekk
eittans málið síðstu løtuna.
Tað var eisini størsti mun
urin á liðnum, at StÍF langt
síðani hevði takkað fyri
seg, meðan H71 enn tykist
hava tað besta at síggja
fram ímóti.
Tvær opnar verjur
Tað var ikki júst gott verju
spæl, ið eyðkendi dystin
millum Neistan og KÍF
leygardagin, tí har komu
ikki færri enn 74 mál, ið
gevur væl meira enn eitt
um minuttin. Av teimum
átti Neistin tey 43 og KÍF
tey 31 málini, sum er met í
málskjóting hjá kollfirð
ingum í vetur.
Størsti dramatikkurin var
mitt í seinna hálvleiki, tá
tveir av teimum yngru hjá
KÍF blivu diskvalifiseraðir
– fyrst annar fyri hevnisøku
og síðani hin fyri at brúka
munn ímóti dómarunum í
næsta álopinum. Tað var
annars lítil álvari í spælinum
og lítið at øsa seg um, og
ímóti endanum fóru spæl
arar hjá Neistanum enntá at
skjóta hoppiskot við vinstra
armi – bara til stuttleika…
Hóast
Neistin
misti
finaluplássið og endurtøku
av føroyameistaraheitinum
frá síðsta kappingarári, var
tað tó kanska eitt lítið plást
ur á sárið, at liðið fekk
bronsuna handaða leygar
dagin. KÍF kann í sínum
lagi ugga seg við, at hóast
liðið endaði aftast, verður
tað aftur at síggja í Atlantic
Airways-kappingini næsta
vetur, tí eingin hóskandi
avbjóðari kann koma upp
úr 1. deild.
H71 endaði
betur enn VÍF
VÍF-Kyndil 29-29 (14-14)
10 min: 6-4
20 min: 10-8
30 min: 14-14
40 min: 19-17
50 min: 24-25
Málskjúttar
VÍF: Rúni Joensen 5, Agnar Joensen 4 (1), Áki Olsen 4, Niels
Andreasen 3, Joen P. Høgnesen 3, Sámal Joensen 3, John
M. Andreasen 2, Bjarti Hansen 2, Áki G. Olsen 2, Sámal J.
Djurhuus 1
Kyndil: Bárður Johannesen 10 (1), Janus Einar Sørensen 9
(1), Tummas Pauli Hanusarson
7, Rói Lamhauge 1,
Andrias Sólsker 1, Hans Arni B.
Thomsen 1
Brotskøst: VÍF 1, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 1, Kyndil 1
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
StÍF-H71 19-34 (11-18)
10 min: 5-7
20 min: 7-14
30 min: 11-18
40 min: 15-23
50 min: 18-28
Málskjúttar
StÍF: Jógvan Berg 4, Súni Ernstsson 4, Johannes Prestá 4
(1), André Danielsen 3, Jørmund Joensen 2, Borgar
Danielsen 1, Cristos Preda 1
H71: Regin Joensen 7, Poul Kjartan Dam 6, Bárður Brimvík
5, Gunnar Bláberg 4, Dánjal Tórgarð 4 (1), Danny Syhler 3,
Halgir Dahl Olesen 2, Bogi Krossteig 1, Janus Sørensen 1,
Rógvi Sørensen 1
Brotskøst: StÍF 2, H71 1
Útvísingar: StÍF 0, H71 0
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Neistin-KÍF 43-31 (19-11)
10 min: 7-2
20 min: 14-5
30 min: 19-11
40 min: 16-17
50 min: 35-24
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen 14, Finnur Hansson 13 (2),
Jugoslav Djumic 3, Áki Mørk 3, Karl Herup Olsen 3, Birgir
Poulsen 3, Blagoje Buha 2 (1), Jón Ludvík 2
KÍF: Niklas Reginsson 7, Andrias Nielsen 6, Ingi Johannesen
3 (1), Suni Johannesen 3, Damir Oros 3, Rógvi Weyhe 3, Ási
Dam 2 (1), Pætur Johansen 2, Pætur Johannesen 1, Regin
Petersen 1, Jákup Trygvason 1
Brotskøst: Neistin 4, KÍF 3
Útvísingar: Neistin 1, KÍF 3
Diskvalifikatiónir: KÍF 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason
FAKTA um dystirnar
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
20
15
-
1
-
4
576
528
48
31
2 H71
20
14
-
0
-
6
553
454
99
28
3 Neistin
20
12
-
0
-
8
598
559
39
24
4 StÍF
20
7
-
2
-
11
473
518
-45
16
5 Kyndil
20
5
-
3
-
12
480
532
-52
13
6 KÍF
20
4
-
0
-
16
480
569
-89
8
VÍF og Kyndil plagdi at vera stóri
klassikarin í manshondbóltinum,
men leygardagin sást lítið til
nakran klassikara, tá liðini spældu
javnt í týdningarleysum dysti í
Vestmanna
Savnsmynd: Álvur Haraldsen