Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Eitt nýtt navn hevur gjørt vart við seg í enskum fótbólti hetta vikuskiftið. Maðurin bjargaði Manchester United trý stig og syrgdi harvið fyri, at lið hansara framvegis eru oddalið og heit­ asta boðið sum enskur meistari FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tríggjar minuttir eftir, at Aston Villa hevði lagt seg á odda 2-1 í dystinum ímóti Manchester United á Old Trafford, varð ein debu­tant­ ur settur á vøllin. Ein ungur maður, ið tey allar flestu mundu kenna millum lítið og einki til. Ein hálvan tíma seinni fær hann bóltin inni í brots­ teiginum. Við hælinum tem­ur hann bóltin aftur um seg, setur soleiðis verju­ leik­aran av, áðrenn hann úr ógvuliga spískum krúllar bóltin inn við handaru stong. Brad Friedel í Aston Villa málinum hevur ongan kjans. Bólturin er settur so væl inn, at royndi málverjin er prísgivin. Í teirri løtu, at bólturin ferðast framvið Brad Fried­ el og syngur í meskunum handan hann, hevur ungi innskiftarin hjá Manchester United ritað navn sítt í fót­ bóltsminni hjá øllum í fót­ bóltsbretlandi og aðrastaðni við. Í teirri løtu hevur hann markerað, hvør maðurin við við talinum 41 á bak­in­ um í Manchester United er. Vandamikil harri Í september 2007 kom ein ungur, ókendur italiumaður til Old Trafford. Navnið var Frederico Macheda, og Man­chester United hevði heintað unga áleyparan frá felagnum Lazio í italska høvuðsstaðnum Rom. Kiko, sum Frederico Macheda verður róptur, byrjaði á U18-liðnum hjá Manchester United. Har gjørdi hann átta mál í fimt­ an dystum, áðrenn Ole Gunnar Solskjær, fyrrver­ andi norska álopsessið hjá Man­chester United, ynskti at gera brúk av honum á eykaliðnum hjá Manchester United. Eisini her hevur Kiko víst seg at vera ser­ stakliga vandamikil. Tíggju mál í 16 dystum er tað vorð­ið til. So seint sum fyri einari viku síðani gjørdi hann hattrick, tá eykaliðini hjá Manchester United og Newcastle dystaðust. Eftir henda dystin skuldi Frederico Macheda upp­ runaliga fara við italska ungdómslandsliðnum, men Sir Alex Ferguson heitti á hann um at verða verðandi í Manchester, tí hann fekk møguliga brúk fyri honum í dystinum ímóti Aston Villa. Enn einaferð fekk Sir Alex Ferguson rætt. – Hetta er tann besti dag­ urin í mínum lívi. Hetta er ein dreymur, ið gerst veru­ leiki, segði Frederico Mache­da við sjónvarps­rás­ ina hjá Manchester United, MUTV. Mundi gingið galið Dysturin millum Man­chest­ er United og Aston Villa endaði 3-2 til heimaliðið. Tað byrjaði eisini sum ætl­ að, tá Christiano Ronaldo legði Manchester United á odda, tá eitt lítið korter var farið av dystinum. Eitt korter seinni javnaði John Carew, og eitt gott korter inn í seinna hálvleik legði Gabriel Agbonlahor Aston Villa framum. Tíggju minuttir fyri leiklok javnaði Christiano Ronaldo, og so var tað, at Frederico Macheda í yvirtíðini syrgdi fyri sigrinum. Harvið syrgdi hann eisini fyri, at Manchester United endurvann oddasessin, sum Liverpool hevði yvirtikið eftir útivallarsigurin á Ful­ ham leygardagin. Liverpool heldur trýstið Liverpool vann eftir tógvið stríð við einum máli. Ikki færri enn fýra ferðir raktu teir annaðhvørt stong ella yvirleggjara í fyrra hálv­ leiki. Eisini í seinna hálv­ leiki hevði Liverpool eitt ótal av málmøguleikum, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at innskifti ísra­ elin, Youssi Benayoun, fekk bóltin í kassan. Sigurin merkir, at Liver­ pool heldur trýstið á Man­ chester United, ið er eitt stig frammanfyri Liverpool, og hevur ein dyst til góðar. Chelsea og Arsenal fylgja við Eisini liðini handan Man­ chester United og Liverpool fylgja við. Arsenal á fjórða plássinum vann 2-0 á Manchester City, har Ade­ bayor gjørdi bæði málini. Chelsea á triðja plássi vann somuleiðis 2-0, hetta á Newcastle. Frank Lampard og Malouda syrgdu fyri mál­unum. Harvið gjørdist tað eingin dreymabyrjan hjá Alan Shearer sum venj­ ari fyri Newcastle. Fyrr­ verandi málslúkur felagsins hevur fingið til uppgávu at bjarga liðnum undan niður­ flyting. Hóast tap kann hann ugga seg við, at bæði Middles­ brough og West Bromwich, ið liggja aftanfyri, eins og Sunderland, ið liggur beint frammanfyri Newcastle, øll taptu sínar dystir. Macheda eitur maðurin Kristian Sune aftur billardmeistari Fyri fjórðu ferð vann Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billard­felag FM heitið í billard. Ì finaluni vann hann greitt á Jógv­ an Jørgensen úr Havnar Klubba. Nr. 3 gjørdist Sonhard Johannes­ sen eisini úr Klaksvíkar Billardfelag. Gullvinnarin var eisini nógv bestur tá tað snýr seg um samlaðu eyguni. Hann hevði 36,58 eygu í meðal og líkist hetta einum Føroyameti. Hann hevði eisini besta einstaka spælið uppá 1196 og besta umfarið uppá 250 eygu. Jógvan Jørgensen, sum heldur óvæntað fekk silvur hevði 18,72 eygu í meðal, meðan Sonhard Johannessen hevði 23,18 eygu í meðal. Neistin søkir um byggiloyvi Hondbóltsfelagið Neistin hevur í longri tíð ætlað sær nýggja høll við Landavegin. Nú eru fyrireikingarnar komnar væl áleiðis, og í komandi viku fer felagið at søkja um endaligt byggiloyvi hjá Tórshavnar kommunu. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Peningur er tøkur til arbeiðið, og felagið vónar, at fyrsti spakan verður settur í lendið í summar, soleiðis, at økið verður byggiklárt. - Umstøðurnar hjá Neistanum eru ikki nóg góðar, tá vit hugsa um venjingartímar. Talan er um nýggja hondbóltshøll, sum líkur øll krøv. Eingin høll er í vesturbýnum, og tá vit hugsa um skúlarnar og stovnarnar á leiðini, er stórur tørvur á nýggjari høll, skrivar heimasíðan. Støðan í Premier League: 1 Manchester United 68 2 Liverpool 67 3 Chelsea 64 4 Arsenal 58 5 Aston Villa 52 6 Everton 51 7 West Ham 44 8 Wigan 41 9 Fulham 40 10 Manchester City 38 11 Tottenham 38 12 Bolton 37 13 Stoke 35 14 Blackburn 34 15 Hull 34 16 Portsmouth 33 17 Sunderland 32 18 Newcastle 29 19 Middlesbrough 27 20 West Bromwich 24 Úrslitini hetta umfarið: Manchester United - Aston Villa 3-2 Everton - Wigan 4-0 Fulham - Liverpool 0-1 Arsenal - Manchester City 2-0 West Ham - Sunderland 2-0 Newcastle - Chelsea 0-2 Bolton - Middlesbrough 4-1 West Bromwich - Stoke 0-2 Hull - Portsmouth 0-0 Blackburn - Tottenham 2-1 17 ára gamli Frederico Macheda gjørdist heilt stóra hetjan á Old Trafford sunnudagin, tá hann í yvirtíðini syrgdi fyri sigrinum