Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 67 - 6. apríl 2009 ] Hetta er eitt plett­ skot Jógvan Martin Olsen vísir á, at úrslitini borga fyri dygd hjá fryntliga íranum, sum hann fleiri ferðir hevur kappast ímóti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrrverandi lands­liðs­ venjarin, Jógvan Martin Olsen, fegnast saman við FSF um valið av nýggjum venjara: - Úrslitini tala fyri seg. Brian Kerr megn­ aði, tá ið hann var venj­ ari hjá U-16 og U-18 landsliðunum at stýra Ír­landi til sigur í EM kapp­ingunum. Tað var annars óhoyrt, og tá ið hann var venjari hjá a- landsliðnum, rukku teir upp á 12. pláss á FIFA styrkislistanum, vísir Jógvan Martin á. Brian Kerr var við írska U-16 landsliðnum á Akureyri í 1998 í NM kappingini, sum før­ oyska liðið luttók í. Mill­um føroysku spæl­ ar­ar­nar ta ferðina vóru Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen. Eisini á altjóða ráð­ stevn­um hevur Jógvan Martin hitt nýggja før­ oyska landsliðsvenj­ar­ an: - Hann dugir ógvuliga væl at fara við fólki, og tað er ein góð dygd at hava í hasum starvinum. Eg hoyrdi Brian Kerr siga á tíðindafundinum, at hann ætlar at sam­ starva við venjararnar hjá feløgunum, og sum venjari hjá Víkingi gleði eg meg at sam­ starva við nýggja venj­ aran. Dámar avbjóðingar Brian Kerr er til reiðar at fara í holt við stóru uppgávuna sum venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. - Sum ein underdog skalt tú stríðast, og mær dámar væl ta avbjóðingina. Eg veit, at tað er trupult hjá Føroyum at vinna altjóða dystir, men vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa góð úrslit, sigur Brian Kerr. - Mær dámar væl álopsfótbólt, og eg vil gjarna hava, at Føroya skora fleiri mál, men tað skal ikki kosta í verjupartinum, sigur hann. Brian Kerr roknar við, at hann kemur at búgva lutvíst í Føroyum, og fyrsta uppgávan verður at seta seg inn í føroyskan fótbólt. - Eg vil hava teir bestu spælararnar á landsliðið. Eg vil hava spælarar, sum hava ein stóran vilja, og sum eru stoltir av at vera í landsliðstroyggjuni, sigur hann. Tað ræður um at seta sær mál og tora at hugsa nóg stórt, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, nú tað eydnaðist FSF at fáa ein venjara við einum stórum venjaranavni í landsliðssessin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hurðin hevur veri væl og virði­liga afturlatin í tveir mánaðir, men bresturin var hvøllur, tá navnið á Brian Kerr varð tveitt á borðið í FSF-húsinum mána­morg­un­ in. Talan er á ongan hátt ikki um nakra novisu í altjóða fótbólti, og tað var ein ikki sørt errin Høgni í Stóru­ stovu, sum føroysku fjøl­ miðl­arnir fingu orðið á, tá tíðindafundurin í FSF- húsinum var um at vera av. - Vit høvdu okkara greiðu vangamynd av venjaranum alla tíðina, og eftir at tað kiksaði fyri tveimum mánað­ um síðani, hava vit valt at arbeitt sera stillisliga við eini nýggjari loysn. - Og her haldi eg, at vit kunnu siga, at vit hava troytt allar møguleikar og allar keldur. Vit hava havt kanska eini 50 nøvn á okkara lista, og so hava vit arbeitt við at fáa júst tann mannin, sum vit vildu hava. Síðani hava vit brúkt Ísak (Mikladal, blðm.), sum eitt slag av under-cover agenti, og hansara arbeiðið hevur verið at fáa allar smálutir upp á pláss . Og tá vit nú hava skrivað undir, eru øll ivamál beind av vegnum, sigur Høgni í Stórustovu. Og talan verður so hesa ferð um ein útlendskan lands­liðsvenjara, sum setir búgv í Føroyum, sigur FSF- forsetin. Júst hetta hevur ann­ars verið nakað, sum fólk hava funnist at, tá út­lendskir landsliðsvenjarar áður hava virkað í Føroyum, men eisini tann spurningurin er greiddur, skilst. Smæddust ikki burtur Ikki ein tann einasti smálutur var eftir at greiða, tá Brian Kerr kom til Føroya, og í morgun vórðu undirskriftirnar so settar á pappírið, sum knýtir íran at føroyskum fótbóltu komandi 30 mánaðirnar Mynd: Álvur Haraldsen Ein partur av sendingini, 3. hálvleikur, sum Rás2 borðreðir afturvið Voda­fone-deildini, eru SMS-viðmerkingar frá lurtarunum. Niðanfyri prenta vit nakrar av teim­um mongu við­merk­ ingunum, sum vórðu send­ar inn á 559999 sunnu­dagin. Tey trý ov­ast nevndu vórðu hesa ferð kosin at vera tey bestu, og fáa skrivararnir eitt útvarpstól frá Vøruhúsinum á Hjalla sendandi fyrsta dagin. »Ultras gleda seg til næsta møtið vid Red Dragons, kanska teir klara at ropa meir enn Desperate House­ wifes hja Eb/streymi næstu ferð« »Hvat fært tú um tú parar ein bridge­spælara og ein frá føroya symfoniorkestri? Eiler Rasmuss en« »Sídst í 30’unum og still going strong, lættur og sprelskur, sjàlv­ andi er tad Øss ur Hansen eg meini ;-)« »Eftir avriki hja Mike Riley í dyst­ inum hjá United og Aston Villa skilji eg væl, at Riley ikki fær størri dystir enn venjingardystin ímillum Ísland og Føroyar 21.mars í Kópavági« »Gott at hoyra Hilmar Jan tosa um fótbólt. Ta minnir meg um enn eitt gott kappingarár sum liggur fyri framman. Kom so 07Sørvágur« »Frensarnir snublaðu um halan« »Altso, eg havi hoyrt um 07 ì skúlakarakteri men 07 vestur! Er tad so betri ella verri en 07 ì skúlakarakteri? « »Las á hb-síðuni at Øss ur var bestur á vøllinum, er hann, sum todi hevur sagt, stórsta talent í Føroyum nakrantíð, ella eru teir yngru bara ikki nóg góðir ?« »Vatnorkuútbyggingarnar hjá SEV eita Eiði 1, 2 og 3. Tann fjórða skal eita EB/Streymur « »Føroyingar vísa kærleika: Einki reytt kort í fyrsta umfari.« »Ein bóltdrongur bleiv spurdur undir dystinum millum nsí-kí, um hann var partur at pilta-liðn­ um hjá vodafone liðnum hja KÍ« Sagt í 3. hálvleiki