mánadagur 6. apríl 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 6. apríl 2009
37
Hesir tímar eru leysir at søkja (tímatølini standa í
klombrum og eru vegleiðandi):
Altjóða búskapur (10 t/v), Danskt A (9 t/v),
Dekoratión C (4 t/v), Enskt B (8 t/v), Fyriskipan
A (4 t/v), Føroyskt C, A (8 t/v), Heimspeki C (4
t/v), Innovatión C (4 t/v), Mentanarfatan C (4
t/v), Sálarfrøði C (4 t/v), Støddfrøði C, B (15 t/v),
Sølubúskapur C, B, A (21 t/v), Vinnulívsrættur C (9
t/v), Virkisbúskapur C, B (9 t/v).
Arbeiðsuppgávur:
• undirvísa í viðkomandi lærugreinum
• leggja til rættis undirvísingargongdir
• luttaka í toymisarbeiði
• vera við í ráðlegging skúlans
• luttaka í verkætlanum, sum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving á kandidat stigi ella
aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan
til lærugreinir á A- og B-stigi.
• hevur viðkomandi útbúgving á bachelor stigi ella
aðra hægri útbúgving saman við serfrøðingavitan
til lærugreinir á C-stigi.
• hevur áhuga í undirvísing
• dugir væl at samstarva og samskifta
• vilt vera við at menna skúlan
Vit kunnu m.a. bjóða:
• eitt fakligt mennandi læringsumhvørvi
• eftirútbúgvingarmøguleikar
• góðar arbeiðsumstøður
• ein spennandi og lívligan gerandisdag
Setanarkor til fast starv:
Tvey tey fyrstu árini verða roknað sum royndartíð.
Lærarar, sum verða settir í fast starv, hava skyldu
at undirvísa í teimum lærugreinum, teir hava
førleika til, og mugu vera til reiðar at fara undir
námsfrøðilga útbúgving.
Løn:
Lærarar verða løntir eftir sáttmála millum Lærara-
felag Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið, ella eftir
avtalu.
Umsókn:
Umsóknin skal stílast til Føroya Handilsskúla og
sendast til Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur
77, Postsmoga 177, 110 Tórshavn. Umsóknirnar
skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 27. apríl
2009. Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á
heimasíðu skúlans www.fh.fo.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at
venda sær til Olav Absalonsen ella Sonju Oyrabø
Petersen á telefon 317177, teldupostur: oa@hsh.fo
ella sp@hsh.fo.
Handilsskúlin søkir eftir
Treytað av ætlaðum virksemi søkir Føroya Handilsskúli eftir lærarum til HH og FHS í
Tórshavn frá 1. august 2009. Talan er antin um tíðaravmarkað starv skúlaárið 2009/2010
ella um fast starv, um umsøkjari hevur útbúgving, sum hóskar til tørv skúlans.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 300 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH), sum er ein 3-ára gymnasial
útbúgving, og umleið 200 á grundútbúgving innan Fyrisiting, Handil og Skrivstovu (FHS), sum tekur eitt ár, og gevur
atgongd til lærlingasútbúgving og til 2-ára HH, har FHS telur sum tað fyrsta árið av trimum. Undirvísingin fer fram
í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast umleið 35 lærarar og á Kambsdali umleið 30. Umframt HH og FHS skipar
Føroya Handilsskúli fyri skrivstovulærlinga- og handilslærlingaútbúgving og fyri hægri útbúgvingum sum HD og
akademiútbúgving.
LÆRARUM
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tel 31 71 77
Telefax 31 33 74
www.fh.fo
Hesir tímar eru leysir at søkja (tímatølini standa í
klombrum og eru vegleiðandi):
• Altjóða búskapur B (10 t/v)
• Støddfrøði C, B (15 t/v)
• Sølubúskapur C, B, A (21 t/v)
• Virkisbúskapur C, B (9 t/v)
Formlig førleikakrøv:
• At undirvísa á C-stigi krevst viðkomandi
útbúgving á bachelor-stigi ella onnur hægri
útbúgving saman við serfrøðingavitan.
• At undirvísa á A- og B-stigi krevst viðkomandi
útbúgving á master-stigi ella onnur hægri
útbúgving saman við serfrøðingavitan.
Setanarkor til fast starv:
Tvey tey fyrstu árini verða roknað sum royndartíð.
Lærarar, sum verða settir í fast starv, hava skyldu
at undirvísa í teimum lærugreinum, teir hava
førleika til, og mugu vera til reiðar at fara undir
námsfrøðilga útbúgving.
Løn:
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Lærarafelag
Handilsskúlans og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsóknin skal stílast og sendast til Føroya
Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postsmoga
177, 110 Tórshavn. Umsóknin skal vera skúlanum
í hendi í seinasta lagi 27. apríl 2009.
Umsóknarblað fæst á skúlanum ella á heimasíðu
skúlans www.fh.fo.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda
sær til Olav Absalonsen ella Sonju Oyrabø Petersen
á telefon 317177, teldupostur: oa@hsh.fo
ella sp@hsh.fo.
Handilsskúlin søkir eftir
Treytað av ætlaðum virksemi søkir Føroya Handilsskúli eftir búskaparfrøðingum at undirvísa í støddfrøði
og búskaparligum lærugreinum á HH og FHS í Tórshavn frá 1. august 2009. Talan er antin um tíðaravmarkað
starv skúlaárið 2009/2010 ella um fast starv, um umsøkjari hevur útbúgving, sum hóskar til tørv skúlans.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 300 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH), sum er ein 3-ára gymnasial
útbúgving, og umleið 200 á grundútbúgving innan Fyrisiting, Handil og Skrivstovu (FHS), sum tekur eitt ár, og gevur
atgongd til lærlingasútbúgving og til 2-ára HH, har FHS telur sum tað fyrsta árið av trimum. Undirvísingin fer fram
í Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast umleið 35 lærarar og á Kambsdali umleið 30. Umframt HH og FHS skipar
Føroya Handilsskúli fyri skrivstovulærlinga- og handilslærlingaútbúgving og fyri hægri útbúgvingum sum HD og
akademiútbúgving.
BÚSKAPARFRØÐINGUM
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tel 31 71 77
Telefax 31 33 74
www.fh.fo