mánadagur 6. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
apríl 2009
15
lýsingartilfar
Summarfrí í Danmark
Ferðamanna
ídnaðurin í
Billund hevur
ongantíð havt
meiri at bjóða
uppá enn nú
Á lokalu ferðaskrivstovuni
»VisitBillund« eru tey ovur
spent. Býurin er nú heimstaður
fyri tvey risastór ferðamál fyri
barnafamiljurnar. Nevnliga
bæði Lalandia og Legoland.
Leygardagin 4. apríl letur tað
nýggja Legolandið upp, og
fram til 29. november verður
opið mánadagar til sunnudagar
millum klokkan 10 og 18.
Prísurin at sleppa inn í tað
nýggja Legolandið er 259
krónur fyri vaksin, og 229
krónur fyri børn. Er talan um
bólkar, so kostar tað 210 krónur
fyri hvønn at sleppa inn.
Sjórænararok
Og sjórænararnir eru veruliga
komnir til Legoland. Í Lego
landi finst nú »Pirate Lagoon«,
sum væntandi fer at fáa met
stórar vitjanir. Á teimum
leikandi bylgjunum verður eitt
blóðreytt sjórænaraskip, sum
nevnist »Pirate Wave Breaker«,
sum kann fáa sjálvt tann vill
asta sjórænaran at ýla og
flenna. Føroyskar familjur, sum
vitja gera best í at minnast
baðiklæðini, tí
har kemur at ganga
vilt fyri seg, við bæði sjóbar
døgum og sjóbrotum. Á økin
um vera eisini vatnkanónir og
stórir fossar. Tað verður sera
spennandi hjá familjuni at taka
lut í einum sjórænarabardaga,
har tað snýr seg um at raka
hini, áðrenn tey raka teg. Allir
mans mugu vera til reiðar við
kanónirnar á dekkinum. »Pirate
Splash Battle« er ein risaupp
living hjá bæði børnum, og
barnsligum sjórænarasálum.
Børnini kunnu eisini gleða seg
til ein loftstúr við tí leypandi og
ovurfegna »Frog Hopper«, sum
er nakað nýtt fyri børnini.
Heimsfrumførsla verður
eisini í Legolandi, har til ber at
síggja filmin »Bob the Builder«,
sum verður vístur í 4D. Tað ber
til at uppliva, ella enduruppliva
Miniland. Børnini kunnu eisini
taka sítt fyrsta koyrikort í
ferðsluskúlanum, og til ber at
snerkja breyð á pinnum uppi
yvir legueldinum, saman við
indianarunum. Seint í ár fer
Legoland eisini at hava ein
spennandi jólamarknað, um
ein skuldi verið so heppin at
verið í Billund tá.
Ótrúliga vatnlandið
Lalandia letur upp størstu feriu
og upplivingarmiðstøð í
Billund, stutt frá Legolandi. Í
Lalandia verður eisini eitt
risastórt vatnland, sum hevur
fingið navnið »Lalandia
Aquadome«. Har eru nógv
vatntiltøk og undirhald fyri alla
familjuna. Har ber til at aka á
vatnskreiðibreytunum, at
svimja tætt við teir tropisku
fiskarnar, ella kann ein velja
bert at taka sær av løttum í
einum av teimum upphitaðu
gosbaðunum.
Túrurin við gummibáti gjøg
num risastóru vatnskreiði
breytina »Tornado«, sum er
tann fyrsta av sínum slagi í
Europa, verður eisini ein upp
living fyri seg.
Møguleikarnir at gista í
Billund, bæði í samband við
eina vitjan á Lalandia ella eina
vitjan í Legolandi, eru munandi
øktir. Til ber at biðja sær inni
vist á gistingarhúsi, á camping
plássi, á vallaraheimi, í frítíðar
húsi ella bíleggja eina »Ból og
Bita«-gisting.
Á www.visitbillund.dk ber til
at lesa um allar hesar møgu
leikar fyri gisting í Billund, og
økinum kring Billund.
_____________________________
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
_____________________________
Billund er veruliga
komið á breddan
Tarphagevej 2 • 6710 Esbjerg V • 76122000
www.fimus.dk
Udstillinger om
vestjysk fiskeri og søfart,
spændende akvarier
med fisk og havdyr
fra de danske farvande
samt sælarium med gråsæler
og spættede sæler.
Stor legeplads
for børn i alle aldre!