mánadagur 6. apríl 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 6. apríl 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Marita Pálsdóttir Mohr, ættað av Viðareiði,
búsitandi í Havn, andaðist 2. apríl á Lágargarði, 84
ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Marita Mohr
fer til gravar úr Havnar kirkju
týsdagin 7. apríl kl 14.00.
Heri, Sigrún, Birita, Tordis,
Malan og Gunnar við familjum
Tey, ið vilja minnast Maritu, kunnu lata Alzheimarfelagnum
eina peningagávu, konto í øllum peningastovnum.
Dagurin
6. apríl. Sixtus. Pávi. Hann hevði hetta starv í umleið
10 ár. Deyður ár 126.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fríggjadagin 3. apríl fingu 12 húsa
smiðir prógvini handað á Tekniska
Skúla í Havn.
Aftara rað f.v.: Amon Djurhuus
Ellingsgaard, Glyvrar, Bjartur Fríði
Clementsen, Tórshavn, Erik J. Nes
hamar, Hoyvík, Gunnar H.H. Harald
sen, Tórshavn, H. Bogi J. Hermansen,
Hósvík, Høgni Viderø, Hoyvík, Jákup
Hentze Apol, Tórshavn.
Fremra rað: Jan Fríði á Regni,
Toftir, Jens Pauli á Høgabóli, Mið
vágur, Jón Jacobsen, Tórshavn, Martin
Müller Poulsen, Sumba, og Petur
Ísaksson, Sørvágur
Mynd: Álvur Haraldsen
Tólv húsasmiðir tikið prógv
Týsdagin 7. apríl kemur ein
instrumental fløga við 12
andaligum løgum út, har
tað er vælkendi Victor
Carlsen, ið spælir klaver til
vælkend
andalig
løg.
Fløgan hevur fingið heitið
»Dreymar og veruleiki«.
Victor hevur verið virkin
tónleikari í umleið 45 ár og
hevur luttikið í mongum
samanhangum, m.a. eisini á
fleiri innspælingum, sum
hava verið givnar út.
Tónalagið í fløguni er
avslappað, og er ætlað at
kunna njótast á ein stillføran
hátt, og ikki minst boðskap
urin í løgunum og uppruna
tekstunum eisini vísa á tað
sama. Løg, sum t.d. »Først
stående Gud«, »Crying in
the chappel«, »Bert ein
dag« og »Legg teg í Frels
arans armar« eru á fløguni.
Fløgan er partvís spæld
inn í Amerika og í Føroyum.
Noé Chapparro, versonir
Victor, hevur samskipað
tónleikin og latið hann í ein
búna, sum sampakkar væl
við sjálvt klaverspælið.
Eftirsum
Victor
fyri
tveimum árum síðan fekk
staðfest krabbamein, gjørd
ist støðan øðrvísi, tá hugsað
verður um lívið og tilveruna,
og tá settist lívið í annað
perspektiv. Við hesum í
huga og ta hjálp hann fekk
frá Føroya Felag Móti
Krabbameini, vil Victor
gjarna
stuðla
felagnum
fíggjarliga av søluni, sum
tøkk fyri hjálpina.
Vónandi verður tikið væl
ímóti fløguni og ynski og
vónin er, at fløgan verður
til signing hjá tí, ið lurtar,
sigur Victor Carlsen.
Nýggj instrumental fløga
Týsdagin 7. apríl kemur instrumentalfløgan »Dreymar og
veruleiki« hjá Victor Carlsen út
80 ára føðingardagur
12. apríl verður Niels Pauli Mortensen, vanliga nevndur
Pallun, Hvalba, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við
børnunum.
Almenn móttøka var í
nýggju
hølunum
hjá
Eysturkommunu
við
Gøtugjógv fríggjadagin 3.
apríl.
Í samband við móttøkuna
varð nýggja búmerkið hjá
Eysturkommunu avdúkað.
Tað er samskiftisfyritøkan
Sansir, sum hevur teknað
nýggja
búmerkið.
Um
búmerkið er at siga: Sólin
rísur og sólin fer í kav –
sólin sum er upprunin til
alt. Hesi framúrskarandi
fyribrigdi
koma
í
Eysturkommunu.
Sólin
sæst rísa í Gøtu, og hon
sæst fara í kav úr Leirvík.
Búmerkið myndar sólina
og vísir veg við síni
kumpassrósu.
Búmerkið
strálar, tað er jaligt og opið.
Tað er útfarandi og savnandi
og tað er kraftmikið við síni
egnu kjarnu, og her streymar
nógv megið úr. Eisini er tað
lætt at kenna.
Vit hava myndafrásøgn
frá móttøkuni í blaðnum í
morgin.
Eysturkommuna nýtt búmerki
Nýggja búmerki hjá Eysturkommunu. Stavirnir eru svartir, og
liturin á sólini er reyðgulur