Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-04-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. apríl 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 apríl 2009 lýsingartilfar Summarfrí í Danmark Lalandia er nú farið í samstarv við Legoland. Nýggi miðdepilin í Billund er ein risastór verk­ ætlan, sum ikki hevur sín javnlíka í norðurlondum Tað hevur gingist væl í hond hjá tí nýggja Lalandia í Billund. Risastóra verkætlanin er enntá framman fyri tíðarætlanina. Hetta skyldast væl tilrætta­løgd­ um arbeiði við bæði umstøð­ um, sum viðvíkja feriumið­depli­ num, og teimum 500 húsunum, sum eru knýtt at feriumiðdepli­ num. Upplivingar og aktivetetir bíða eftir gestunum, og eingin ivi er um, at tann nýggja vatn­ skreiði­breytin »Tornadoen«, sum er tann fyrsta av sínum slagi í Europa, verður eitt stórt hitt hjá teimum smáu. Annað, sum er vert at draga fram, er tað thailendska templ­ ið í Aquadome, ein ítróttarhøll, sum hevur 600 áskoðarapláss, eitt Monk Tonky spælipláss, bowlingbanar, og ein stór minigolfbreyt. 500 hús við einum seingjar­ kapasiteti uppá uml. 3.200 eru klár til at taka ímóti føroyingum og øðrum, sum hava ætlanir um at fara til Lalandia í summ­ ar. Um minni enn eitt ár verða 261 hús aftrat liðug, og á vári í 2010 verður seingjakapasitet­ urin umleið 5.000. Samstarv við Legoland Í framtíðini verður tað møguligt hjá fólki at vitja Legoland, og tann tropiska feriumiðdepilin, Lalandia um somu tíð. Lego­ land og Lalandia eru gingin saman um eina verkætlan, sum eitur »LEGOLAND Billund Resort«. Og nógv er at fáa hjá teimum vitjandi í tí samlaða pakkanum. Umframt at kunna vitja tað størsta vatnlandið í norður­ londum, Lalandia, so ber eisini til at vitja djóra­garð­in, Givskud Zoo. Møguleiki er at gista bæði í Lalandia og á Hotel Legoland. Billund liggur sentralt í Jút­ landi, og Legoland og Lalandia hava tikið lógvatak fyri at hava eina felags markn­aðar­føring í Dan­mark og uttan­lands. Enda­málið við tí risa­stóra vatnland­inum er eisini at gera seg minni bundnan at veðrin­ um. Og fólkini aftan fyri verk­ ætlanina eru ivaleys í, at tað nú veruliga loysir seg hjá barna­ familjunum at verða verandi í Billund í fleiri dagar. Fyrr var ofta talan hjá fólki at gera eina eindags­útferð til Billund. Men nú er feriumið­depilin so stórur og umfatandi, at hann verður ikki tikin í bræði. Aðrir samstarvs­felagar í LEGOLAND Billund Resort, umframt Legoland og Lalandia, eru flogvøllurin í Billund, og djóragarðurin, Givskud Zoo. Lalandia AquaDome Lalandia AquaDome letur upp eitt stórt uttandura pooløkið, við einum slóðbrótandi vatn­ reinsingarkervi. Gestirnir kunnu nú fáa eina heilárs upp­ living, tí uttandura pooløkið hevur givið størsta baðiland­ inum í norðurlondum eina eyka dimensjón. Tað frammanundan væl kenda baðilandið, og tað nýggja uttandura pooløkið ganga saman undir navninum »Lalandia Aquadome«. Tey vitjandi fáa høvi at royna seg á einum 100 metrar langari »Wild River« skreiðibreyt, spapool og øðrum wellness- hentleikum. Talan verður eisini um upphitaðar brunnar til pinkubørn, børn og vaksin. Á økinum verður roynt at nøkta tørvin hjá teimum ymisku aldursbólkunum. Í tí eina brunninum verður enntá ein sandbotnur, til stóra frægd fyri tey yngstu. Felags fyri allar brunnarnar er, at teir verða upphitaðir við yvirskotshit­an­ um frá innandura skoytuhøllini. Um summarið kann ein sita og njóta sólina á poolkantinum, um veturin kann ein so sita í einum flógvum spabrunni, meðan kavaflykrurnar dala niður frá himli. Talan er um ein pall, sum kann leiða tankarnar til Íslands. Men nú hevur Danmark so fingið nakað, sum kann minna um Bláa Lónið. Serligt vatnreinsingarkervi Ein partur av íløguni er farin til at gera eitt heilt serligt vatn­ reinsingarkervi, sum ger tað møguligt at minka munandi um klorinnihaldið í vatninum. Talan kann gerast um eina minking uppá heili 50%, og fer tað gera upplivingina mangan betri. Nýggja kervið er vatn og orkusparandi, og vera atlit sostatt eisini tikin til umhvørv­ið, og er tað nakað, sum Lalandia hevur lagt alstóran dent á. Besta verkætlanin Tað hevur kostað meir enn tvær miljardir krónur at gera tað størsta og besta baðilandið í norðurlondum. Parken Sport & Entertainment er høvuðs­ parta­eigarin í verkætlanini. Stjóri í felagnum er tann tiltikni Flemming Østergaard, eisini kendur sum Don Ø í FC Keyp­ mannahavn. Tá verkætl­anin var farin av breddanum, og reisigildið var hildið á heysti í 2007, var Flemming Østergaard ikki í iva. Við Erhvervsbladet segði hann: – Aftaná Keyp­manna­havn, so verður Billund staðið, sum barnafamiljurnar fara til. Ikki minst tí Legoland, sum vit samstarva við, og flogvøllurin liggja beint við síðuna av. Hetta er tann besta verkætlanin, sum eg havi fingist við í nógv ár, staðfesti Flemming Østergaard, sum eisini hevur verið glaður fyri vælvildini hjá teimum lokalu myndugleikunum. Flemming Østergaard leggur dent á, at gestirnir fáa nakað burturúr at vitja Lalandia, frá tí fyrsta tey koma at vitja stóra feriumið­depilin. Pirate Water Falls Vatnið rennur í stríðum streym­ um í LEGOLAND Billund Resort. Í Legolandi kunnu børnini rokast í enn meiri vatni. Har finst nevnliga eitt økið, sum nevnist Pirate Water Falls. Á hesum serliga økinum eru sjórænaraskip, fossar og nógvar stuttligar vatneffektir, har óvitarnir kunnu rokast. Felags verkætlanin hjá Lalandia og Legoland gevur eisini Danmark-túrinum hjá føroysk­um barnafamiljum eina nýggja dimensjón. Og eingin ivi er um, at ein vitjan á tí størsta baðilandinum í norður­ londum er eitt ynski – ella krav – hjá nógvum børnum at sleppa at vitja – og royna. Børn eru sannar vatnleyvur, og neyvan fáast fleiri tiltøk fyri børn, sum hava samband við vatn, enn í tí stóra feriumið­ deplinum í Billund. _____________________________ Heri Simonsen heris@sosialurin.fo _____________________________ Lalandia – størri enn nakrantíð